Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 174 - 14. september 2004 Nr. 174 - 14. september 2004 11 Veljarakanningar skulu sjálvsagt altíð takast við hósk- andi fyrivarnum, men kunnu tó geva eina ábending, hvussu rákið er. Tað áhugaverda er ikki bert sjálv kanningin, men viðhvørt er tað ógvuliga læruríkt at siggja, hvussu fólk reagera uppá úrslitið av slíkum kanningum. Samgongan fær eitt herðaklapp í seinastu veljara- kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Útvarpið við tað, at hon stendur til at økja meirilutan frá 21 ting- limum til 23. Hetta merkir, at tann einasti stóri flokkurin, ið ikki er í samgongu, hóast framgongd, er uppaftur meiri isoleraður frá meirilutanum. Hvussu svarar so stóri andstøðuflokkurin, tá hann verður biðin um at viðmerkja seinastu veljarakanning? Finnir hann tær diplomatisku vendingarnar fram? Rættir hann hondina út til samstarv? Nei, hann tosar um, at flokk- urin hjá Løgmanni fær framgongd, tí at hann hevur dummað seg minst í samgonguni. Eitt ógvuliga sigandi úttalilsi, ikki fyri samgonguna, men sigandi fyri hvussu flokkurin, ið setti daggskránna við buldri og braki seinastu fimm árini, reagerar, tá hann ikki longur sleppur at seta dagsskránna í almenna kjakinum. Ikki kann sigast, at viðmerkingin, um at hava dummað seg, er tann mest búni mátin at viðmerkja eina veljara- kanning, ið ikki er, sum ein kundi ynskt. Spurningurin er, um ikki slíkur hugburður frá Tjóðveldisflokkinum júst er orsøkin til, at hann er í tí isoleraðu støðu sum hann er. Svart hvíti politikkurin, har tað mest snúði seg um full- veldi ella einki, eydnaðist ikki sum ætlað, men tað tykist sum hesin veruleiki hevur ringt við at treingja ígjøgnum hjá leiðsluni í hesum flokki, ið oftani tosar sum um, at hon umboðar ein meiriluta av Føroya fólki. Tað ger hon ikki, og havandi í huga føroysku skipan- ina, har stjórnarvald fæst gjøgnum samgongusamstarv, so hevði sama floksleiðsla helst staðið seg betur við eitt sindur av sjálvrannsakan og kanska roynt at tosað við tey í egna politiska baklandi, ið hava víst í verki, at mál kunnnu røkkast við samstarvi heldur enn konfronta- tión. Um flokkurin ikki ger hetta er tað spell, ti tað ger føroyska politiska lívið eitt sindur fátakari, enn tað annars kundi verið. Tað skal verða okkara vón, at samstarvsvilji fer at vinna á firtni og gangi, soleiðis at tíðin frá Heima- stýrislógini til 1974 ikki fer at endurtaka seg, har Tjóðveldisflokkurin við einum einstøkum undantaki sat í andstøðu alla tíðina, tí at flokkurin ikki kundi sam- starva við hinar føroysku flokkarnar. Samstarv og virðing hvør fyri øðrum, er lykilin til at kunna luttaka í stýringini av hesum landi. Harfyri eg ikki sagt, at man skal sleppa øllum sínum grundleggjandi sjónar- miðjum. Spurningurin er um at finna ta røttu javn- vágina saman við øðrum. "Fordu(ø)mmandi" úttalilsi gagna ikki hesi gongd. Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Veljarakanning og um at dumma seg Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ivan Niclasen SvF Johan Petersen hevur helst misskilt okkurt, tá hann í lesarabrævi leygardagin førir fram, at SvF villleiðir í bankamálinum. Tí skal eg stutt spola aftur til bankasendingarnar. SvF sendi í 1997 tríggjar sendingar um bankamálið. Sendingarnar viðgjørdu hendingarnar í 1992 og partabrævaumbýtið í 1993, tá Føroyar snøgt sagt fóru á húsagang. Húsagangurin byrjaði við, at føroyska bankakervið brendi saman. Tí lænti Landsstýrið í 1992 og 1993 pengar frá donsku stjórnini, sum gjøgnum Fíggingargrunnin, fóru inn í føroyska bankarenslið. Talan var um 2.7 miljardir krónur. Tað var hesa upp- hædd eg sipaði til í annon- seringini til bankasending- arnar, sum vit endursendu í vikuni. Føroyar livdu við hesi avtalu til 1998, tá ein nýggj avtala varð gjørd, og Føroyar fingu eitt endur- gjald áljóðandi 1,5 miljard- ir krónur. Politiskar sendingar? Johan Petersen sigur víðari í lesarabrævinum, at banka- sendingarnar høvdu polit- iskt sikti. Tað er harmiligt, at júst Johan fer upp í tað kórið, sum heldur, at send- ingarnar vóru politiskt bí- lagdar. Johan var ein skila- góður formaður í táverandi politiskt valdu sjónvarps- nevndini. Tí veit hann helst eisini, at bankasendingar- nar heilt einfalt vóru eitt úrslit av einum journalist- iskum ynski um at koma til botns í bankamálinum, í partabrævaumbýtinum og í spurninginum um Føroya- bólkin. Hetta vóru mál, sum vóru nógv frammi tá, og tað hevði verið løgið um ein fjølmiðil púra tagdi hesu evnir burtur. Leiðslan í SvF hevði eis- ini fult álit á, at teir báðir Høgni Hoydal og Ronnie Thomassen gjørdu sítt ar- beiði til lítar. Eftirfylgjandi kundu vit eisini siga, at tað gjørdu teir. Bankasending- arnar vóru tríggjar doku- mentarsendingar gjørdar út frá teimum fyritreytum og tí vitan, vit høvdu í 1997. Men - tað er greitt, at slík evnir høvdu ovurstóran politiskan áhuga. Til løg- tingsvalið í 1998 vóru fleiri politiskir flokkar eisini altráir eftir at fáa hesi fjøl- miðlafólk á listan. Og sjálvandi høvdu banka- sendingarnar og Grønborg- kanningin avgerandi ávirk- an á valið. Tað verður held- ur ikki seinastu ferð, at nýggj vitan ella eldfimar frágreiðingar hava avger- andi ávirkan á eitt val. Og somuleiðis er tað hvørki fyrstu ella síðstu ferð, at ein fjølmiðlamaður, sum hevur gjørt vart við seg í einum politiskt viðbreknum evni, ger eitt gott val. Men her eiga journalistikkur og politikkur ikki at koma í bland, um ein so eftirfylgj- andi er samdur við polit- ikkaranum Høgna Hoydal ella ei. Bankasendingar og Grønborg At enda kann eg leggja afturat, at júst bókin hjá Richard Mikkelsen, sála, frá 2001, stutt nevnir bankasendingarnar og Grønborg-kanningina. Og her staðfestir ein heldur uppgevandi Richard Mikk- elsen, at Grønborg kann- ingin í ein stóran mun vátt- aði upplýsingarnar í banka- sendingunum hjá SvF. SvF og bankasendingar Heðin Mortensen formaður í mentanar- nevndini Síggi í bløðunum, at Jógv- an Arge - honum so líkt - kemur við negativarum viðmerkingum til býráðs- arbeiðið. Hesaferð skrivar hann um strongda barna- ansing, sjálvt um hann sjálvur situr í mentunar- nevndini og viðger barna- ansingartørvin, og tí skuldi verið væl kunnaður í hesum máli. Jógvan Arge, kommunan kroystir ikki fleiri børn inn á stovnarnar, enn teir er normeraðir til. Hesi tøl og yvirlit yvir stovnar hevur tú fingið á hvørjum ári í hondina, tá viðgerðin av fíggjarlógini hjá kommun- uni hevur verið fyri. Seinast tú fekst hesi tøl, var á mentunarnevndar- fundi týsdagin í síðstu viku, men kortini skrivar tú, at tú einki kennir til hesi viður- skifti. Hetta dugi eg ikki at lesa á annan hátt, enn at tú vilt varpa um allar geilar, at tú hevur sovið í tímanum. Í hesu setuni hevur bý- ráðssamgongan bygt níggju nýggjar vøggustovur og barnagarðar. Ongantíð í býráðsins søgu eru so stór- ar íløgur lagdar á einum stað. Ansingartøvurin er í dag nøktaður, og øll for- eldur hava nú møguleika at fáa ansing fyri sínum børn- um, soleiðis at møguleiki er fyri at koma út í vinnu. Og meira er á veg, tí longu fyri komandi ár eru tríggir nýggir stovnar á veg í Nólsoy, á Velbastað og í Hoyvíkshaganum Suður. Men hetta hevur Jógvan Arge ongan áhuga í, tí nú er einki mál at rumbla við. Tú mást bara síggja sann- leikan í eyguni, at málið er rokkið og avgreitt, Jógvan. Her er einki at koma eftir! Nú hetta valskeiðið er farið at halla, er nógv at vísa á, sum er framt á nógvum økjum. Enn er sjálvandi nógv eftir at gera, og í mínari verð verður størsta takið í næstu setu at fáa loyst ansingar- og røkt- artørvin hjá okkara eldru á líka fyrimyndarligan hátt, sum vit hava loyst barna- ansingina. Tey, ið hava lagt lunnar undir tað, vit onnur kunnu byggja víðari á, standa nú fyri tørni, og tí eiga vit at leggja allar kreftir og neyð- uga peningin í hetta økið. Vit eru eisini longu væl á veg við Tjarnargarði og víðari útbygging av honum, eins og heimið í Vallalíð kann nevnast. Nú haldi eg, at stundin er komin, at Jógvan Arge eisini smoyggir upp um armar og ger seg til reiðar at vera við í arbeiðinum, heldur enn altíð at vera við tað ringa orðið, tí tað tænir ongum endamáli. Tað mátti verið so líka til, at Jógvan Arge frøddist um, at ans- ingartørvurin varð loystur í hesi setuni, men her haltar hjá Jógvan Arge, tíverri. At enda havi eg eini ráð at geva tær, Jógvan Arge. Eg haldi ikki, at tú skalt leggja eftir okkara umsiting í hesum máli, tí hon kann á ongan hátt lastast fyri, at tú ikki fylgir nóg væl við! Jógvan Arge í fastasta svøvni VIÐMERKINGAR Hildur Eyðunsdóttir Býráðslimur fyri Tjóð- veldisflokkin í Tórshavnar kommunu: Býráðspolitikkur í størri kommununum er eins nógv flokkspolitikkur sum landspolitikkurin, og tað eigur hann eisini at vera. Vit skifta ikki yvir í vinstru síðu tá vit koyra av landsvegi inn í bygt øki, og líka lítið skifta vit politiska hugsjón tá vit flyta okkum av einum politiskum palli til annan. Tað er ikki óvanligt at hoyra fólk siga, at býráð- sval er meira persónligt enn løgtingsval, við tí grund- geving, at býráðsarbeiði er ikki so politiskt sum løg- tingsarbeiði. Tað er óiva rætt, at tað hevur verið so, og er tað enn í teimum smærri kommununum, men hetta er ikki í sama mun galdandi í Tórshavnar kommunu. Kommunurnar í Føroyum eru, í stóran mun, á veg til at fáa sama leiklut sum í hinum Norð- anlondunum, har tað í størri mun eru kommunurnar og ikki landið, sum røkja tær uppgávur sum beinleiðis viðvíkja borgaranum. Landsmyndugleikarnir stinga tær stóru linjurnar út í kortið, og seta kommun- unum lógarkarmar at virka eftir, men innan hesar karmar er tað í stóran mun upp til kommunurnar sjálv- ar, at gera av hvussu tær loysa uppgávurnar. Og tað er fyri ein stóran part hesar avgerðir, hesin politikkur, sum borgarin merkir í ger- andisdegnum. Leikluturin hjá tí almenna Eins og í landspolitikkin- um, eru tað í kommunal- politikki ymiskar áskoðanir um hvønn leiklut tað al- menna skal hava. Summi meina, at tað almenna skal hava so lítlan leiklut sum møguligt, og heldur lata tað upp til borgararnar og tann privata marknaðin at loysa uppgávurnar. Onnur halda, at tað almenna skal verða virki og tryggja øllum borgarum tænastur á sam- haldsføstum grundarlagi. Soleiðis eru vit øll við til at fíggja t.d. barnaansing- arøkið yvir skattin, uttan mun til um hin einstaki hevur børn ella ikki, á sama hátt sum vit øll gjalda fyri almenn parkeringspláss, svimjuhylar og burturbein- ing av vespum. Hetta nýtist sjálvandi ikki at vera so. Tað hevði eisini borið til at goldið brúkaragjald fyri nógvar almennar tænastur og kommunan kann eisini velja um hon skal reka tænastuna sjálv ella leggja hana út til privat vinnurek- andi at reka, tó fíggjað við skattakrónum. Hetta eru, fyri stóran part hugsjón- arlig val, og so hvørt sum øki verða løgd út til komm- unurnar, fer hugsjónar- politikkurin at gerast alt meira sjónligur, eisini kring landið. Men longu í dag hevur hugsjónarpolitikkurin, flokkspolitikkurin, nógv at siga. Um tú heldur tað hava týdning at hava eina vælút- bygda almenna ferðslu, so mást tú velja flokkar og politikkarar sum leggja dent á almenna ferðslu. Á sama hátt er tað ein politisk og hugsjónarlig av- gerð, um býráðið skal seta krøv til bygging fyri at tryggja ávíst støði, ella um hvør byggiharri skal sleppa at gera sum hann vil, eins og tað mangan tykist í dag. Tað eru eisini politiskar avgerðir, sum gera av, um vit hava eina nóg væl mannaða umsiting, um vit leggja í at arbeiða virki við umhvørvispolitikki, bú- staðarpolitikki, sosialpoli- tikki o.s.fr. Tórshavnar kommuna hevur eina fíggjarætlan sum javnvigar við knappa hálva milliard. Her eru hundraðtals milliónir krón- ur sum verða raðfestar í kommununum eftir polit- iskum hugsjónum. Og hví ikki. Eg haldi tað er løgið at hugsa sær, at flokkar sum brenna fyri einum hvørjum øki í landspolitikki, skuldi slept endanum tá sama øki verður viðgjørt í kommun- unum. Kommunalur vinnupolitikkur Fyrr vóru kommunurnar ógvuliga virknar í vinnu- politikki, alt ov virknar. Tær áttu í flakavirkjum og skipum, og royndu á tann hátt at skapa livilíkindi í kommununum. Tað ber ikki til longur. Kommunurnar leiklutur í dag er heldur, at skapa karmar fyri einum góðum vinnulívi. Eisini á hesum øki eru flokkar og politikkarir ójavnir á máli um, hvønn leiklut komm- unan skal hava, og hvørja vinnuliga menning birtast skal uppundir. Tjóðveldis- flokkurin meinar, at ein tann besta vinnuliga menn- ingini fæst í býum har fólkið trívist. Tað vil siga at býurin skal skipast menninskjaliga, hugnin skal ikki víkja fyri virkjum, og fótgangarir og súklandi skulu ikki kroystast burtur av tungari ferðslu. Men ein livandi býur er eisini ein virkin býur. Sjálvandi skal vinnan hava góðar karmar, men vit skulu tora at seta vinnuni krøv, og vit skulu hava dirvi altíð at leggja stórsta dentin á trivnaðin. Tað er tí í øllum býráðs- politikki ein spurningur um hvønn leiklut tað almenna skal hava. Borgarligu flokkarnir halda fyri, at tað er vinnulívið sum heldur øllum samfelagnum uppi, og at vit øll liva av teimum sum taka aktivan lut í vinnuni. Eg haldi ikki tað er heilt so einfalt. Heldur er tað so, at vit øll liva og mennast saman og hava øll gagn av hvørjum øðrum. Tað er ikki av tilvild, at Norðurlendsku vælferðar- samfeløgini eru tey sum hava besta búskapin, og fremstu vinnuligu menn- ingina. Tí hava vit eisini sæð, at vinnulívið setur krøv til kommunurnar um t.d. at fáa dagstovnapláss, so foreldrini kunna sleppa til arbeiðis. Og vinnan leggur seg har, sum trivn- aðurin yvirhøvur er bestur. Har sum arbeiðsfólk fáa møguleikar at búgva sum tey ynskja, har sum barna- ansingarøki er væl skipað, við tørvinum hjá barninum í sentrum, har sum skúlar- nir eru góðir og vælútgjørd- ir, har sum mentunarlívið hevur góðar karmar at mennast, har sum góðir karmar eru fyri frítíðar- virksemi fyri bæði børn og ung, og har sum børn, vaksin og gomul kunnu ferðast trygg. Alt umstøður sum krevja politiska støðu- takan. Starvsfólkið á Dag- stovninum í Hoyvík Eftir at hava hoyrt bý- ráðsformannin, Jan Christiansen, úttala seg í Útvarpi Føroya um, at bíðilistin er burtur, vilja vit gjarna gera nakrar viðmerkingar. Vit fegnast um, at býráðið hevur raðfest at fáa fleiri stovnar, og at man hevur sett sær sum mál at fáa bíðilistan burtur. Vit eru tó sera hørm um mátan, býráðið hevur valt at røkka hesum málum. Tað undrar okkum, at ongin setur spurnartekin við, hvussu Tórshavnar Býráð hevur fingið bíði- listan burtur. Hóast fleiri stovnar eru bygdir, hevur býráð- ið óbeinleiðis trýst nakr- ar stovnsleiðarar at taka fleiri børn inn, enn nor- meringin og trygdin loyvir. Víkir man frá van- ligum mannagongdum og ásettum normum, bert fyri at røkka sínum vallyftum? Eitt nú eru stovnar ið hava havt eina áseting í 20 ár, sum nú brádliga verður broytt. Hvussu ber tað til, at tað í ár rúmast fleiri børn inni á stovnunum enn undan- farin ár? Ella hvussu kann ein nýggjur stovn- ur hava eina áseting í fjør, og eina aðra í ár? Hvussu kann man, sum starvsfólk vita, hvørjar treytir, man er settur undir? Eisini hevur býráðið broytt vøggustovuald- urin til 2 1/2 ár - ístaðin fyri 3 1/3 ár! Hetta førir við sær, at býráðið sparir nógvar pengar. Spurn- ingurin er bara, hvat hetta hevur at siga fyri børnini. Tað undrar okkum, at býráðið velur at gera so stórar broytingar uttan at tryggja sær at tørvurin hjá børnunum verður settur í hásæti. Eftir okk- ara tykki er tað stórur munur á at vera 2 1/2 ár og 3 1/2 ár. Nógv børn sum eru millum 2 1/2 og 3 1/2 ár brúka blæu og hava tørv á at sova um dagin. Tey hava trupult við at lata seg úr og í klæðir sjálvi, og hava tørv á tættari vaksnum sambandi enn børn, sum eru eldri. Ikki øll børn í hesum aldri hava eitt nóg gott mál til at kunnu siga, hvat teimum tørva og hvørji ynski tey hava. Tey hava ikki bindindi at sita og lurta, ella fata tá felags boð verða givin. Ferðin er ein onnur í barna- garðinum og kappingin er ógvuliga hørð um tey fáu vaksnu, sum eru í barnagarðinum. Eitt nú er tað uml. 1 vaksin til 3,3 barn í vøggustovum, ímeðan tað í barna-gørð- um er uml. 1 vaksin til 6,8 barn. Tí meta vit hesa broyt- ing vera pedagogiskt óforsvarliga, um hugsað verður um ta sunnu menningina og trivnaðin hjá barninum. Vit vita, at Tórshavnar Býráð hevur ein trivnað- arleiðara, men vit kundu hugsað okkum at vita, hvørja uppgávu hesin leiðarin hevur. Eftir okk- ara tykki verður als ikki tikið støði í trivnaðinum - hvørki hjá børnum ella vaksnum, ið hava sín gerandisdag á hesum stovnum! Vit pedagogar og hjálparfólk, sum eru um hesi børnini í gerandis- degnum, vilja við hesum gera vart við, at tað ikki er nøktandi at byggja fleiri stovnar, um man ikki vil raðfesta at gjalda fyri tað, sum tað kostar at skapa trygd og trivnað á hesum stovnum. Bìðilistin burtur og hvat so? Gunnleyg Durhuus trivnaðarstjóri Av tí at fleiri viðurskifti í lesarabrævinum hjá starvs- fólkunum á Dagstovninum í Hoyvík ikki eru í tráð við veruleikan, vil eg gera nakrar fáar viðmerkingar. Tað er ikki rætt, tá ført verður fram, at Tórshavnar býráð hevur koyrt eyka børn inn á verandi stovnar fyri at nøkta barnaans- ingartørvin. Tørvurin er loystur við at bygdir eru fleiri nýggir dagstovnar, bæði í Tórshavn, í Kolla- firði og í Kalbak. Av skrivinum fær ein ta fatan, at teir flestu stovnarir hava tikið fleiri børn inn enn teir rúma og er tað beinleiðis skeivt. Tórshavnar kommuna hevur 33 dagstovnar í dag, og teir flestu av stovnunum hava sama tal av børnum í ár, sum teir høvdu síðsta ár. At nakrir stovnar hava tikið fleiri børn inn í ár enn síðsta ár, og aðrir stovnar hava færri børn í ár er or- saka av broyttum aldursbýti á stovnunum. Tá teir nýggju stovnarnir vórðu tiknir í nýtslu, varð eisini talið av dagrøktarum minkað, so kommunan hevur ongantíð havt ætlan um ella tørv á at koyra fleiri børn inn í verandi stovnar, og enn minni at trýsta nakran stovnsleiðara. Eru viðurskifti á einum stovni íkki í lagi, er tað stovnsleiðarin, ið hevur ábyrgdina av at skipa við- urskiftini soleiðis, at tey eru nøktandi. Kann hetta ikki lata seg gera, eigur leiðarin at venda sær til kommununa um nevndina fyri stovnin, so trupulleikin verður loystur. Sagt verður, at aldurin á vøggustovubørnum er farin frá 3 1/2 ár til 2 1/2 ár. Hetta er ikki rætt, tí aldurin er lækkaður við 3 mánað- um og ikki 1 ári. Orsøkin er, at børn, ið fylla 3 ár millum 1. januar og 31. desember nú verða mett sum barnagarðsbørn, bæði hvat gjaldi og normering viðvíkur, meðan markið fyrr varð 1. oktober. Sambært skrivinum verð- ur ásetingin, sum stovnurin hevur havt í 20 ár, broytt, og sagt verður at ov fá starvsfólk eru til børnini. Broytingin í barnatalinum á stovninum er innan fyri upprunaligu normering, av tí at tað nú eru fleiri barna- garðsbørn í mun til vøggu- stovubørn. Starvsfólka- normeringin á stovninum er hækkað munandi hesi 20 árini, so viðurskiftini eru væl betur nú, enn tey vóru fyri 20 árum síðani. Annars hevur Dagstovnurin í Hoy- vík somu normering sum hinir stovnarnir í kommun- uni. Nevnast kann, at um- støðurnar á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu eru betur enn í fleiri av okkara grannalondum, bæði við- víkjandi bygningum og starvsfólkanormeringum, so tað er ikki rætt, tá sagt verður, at kommunan ikki vil rinda tað, sum tað kostar at byggja og reka ein góðan stovn. Tórshavnar býráð vil framhaldandi tryggja børn- um, foreldrum og starvs- fólkum eina vælvirkandi barnansingarskipan, sum skapar trivnað og menning. Barnaansingartørvurin er loystur við nýggjum stovnum Viðmerking til lesarabræv frá starvsfólkunum á Dagstovninum í Hoyvík 11. september Býráðsarbeiði er eisini politikkur C M Y K 11 10