Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 174 - 14. september 2004 Nr. 174 - 14. september 2004 13 MARKNAÐARRÁK Farna vika varð serliga merkt av røðu hjá Alan Greenspan, lægri enn vænt- aðum prísvakstrartølum og tíðindum um lækkandi oljugoymslur í USA. Ser- liga prísvakstrartølini ávirkaðu og førdu við sær, at lánsbrævarenturnar ikki hækkaðu í vikuni sum væntað; hinvegin lækkaðu renturnar eitt vet. Prísvakstrartølini, ið tal- an er um, eru sokallaðu framleiðsluprísirnir, ella prísurin á rávørum o.ø., ið innganga í framleiðsluna av lidnum vørum. Væntað var, at hesir prísir fóru at hækka 0,2%, men teir lækkaðu 0,1%. Greenspan segði í røðu síni, at vandin fyri hækk- andi prísvøkstri er minkaður og at høgi oljuprísurin framyvir serliga fer at hava ávirkan á búskaparvøkst- urin. Tískil flutti Greenspan eyguni nakað frá prísvøkstr- inum yvir á búskaparvøkst- urin. Prísvakstrartølini frá fríggjadegnum geva fyribils Greenspan rætt og hesi førdu við sær, at lánsbræva- renturnar lækkaðu fríggja- dagin. Hendan dagin lækk- aði oljuprísurin tó eisini um 4% og m.a. hetta førdi við sær, at renturnar hækkaðu aftur mánamorgunin. Hendan vikan verður friðarlig hvat kunngerð av búskapartølum viðvíkur. Kortini verður hósdagurin spennandi, tá enn eitt prís- vakstrartal úr USA verður kunngjørt. Hesuferð er talan um prísin á vanligum nýtsluvørum. Kaupthing metur, at hetta talið fær størst ávirkan, um tað verður hægri enn væntað. Um so verður, vilja láns- brævarenturnar hækka. Verður talið lægri enn væntað, verður prís- vakstrartalið frá farnu viku staðfest, og ávirkanin verð- ur meira avmarkað, hóast renturnar kortini vilja lækka av hesum. Partabrøvini hava staðið seg væl seinastu dagarnar og Kaupthing metur, at serliga oljuprísurin kann ávirka hesi næstu dagarnar. Orsøkin er, at Greenspan veruliga hevur sett sjóneyk- una á oljuna sum verandi týdningarmikla fyri bú- skapargongdina. OPEC hevur fund mikudagin. Um OPEC "tosar" oljuprísin niður, vilja partabrøv og lánsbrævarentur liggja á hægri stigi tá vikan er úti. Hetta metur Kaupthing verða sannlíkt, men am- erikonsku prísvakstrartølini kunnu sannlíkt fáa seinasta orðið at siga. Oljan í andglettinum aftur Vika 38, 2004 www.kaupthing.fo Hergeir Staksberg Tað ið henda grein fer at snúgva seg um, er fyri tað mesta miðflokkin og mann- in við Jesusi í reyvalumm- anum, tað alvitandi oraklið, sum eftir øllum at døma hevur munandi betri tele- patiskt tilknýti til Harran enn fólk flest, løgmaður inkl., maðurin er ongin annar enn Jenis av Rana. Eg havi mangan verið við at kvalst av manninum og hansara flokki, og tá hann so legði eftir løgmanni, tí hann talaði fyri samkynd- um, so fleyt mítt bikar yvir og tað gekk samstundis upp fyri mær, at tann ið tegir, hann samtykkir og eg eri ikki ein teirra. Tað er heilt greitt, at Jen- is og flokkur hansara stríð- ast fyri at fáa eitt teokrat- iskt samfelag (merkir guds- stýri) upp at standa og tí meti eg flokkin vera bein- leiðis vandamiklan. Seinast vit høvdu eitt slíkt samfelag var úrslitið alt annað enn gott. Tíðin tá heimurin varð stýrdur av religión verður nevnd, tann myrka miðøld- in. Sjálvurhaldi eg lýsing- ina av tíðini siga rættiliga nógv. Um hetta mundið var alt stýrt beinleiðis eftir bíbliuni og eitt faktum er, at við meira ágrýtni religitón- in verður fylgd, tess størri gerst grimdin og tess verri verður støðan hjá fólkinum. Undir tí myrku miðøldini, tá ið kristindómurin varð fylgdur nágreiniliga, fór ein umfatandi trúvillingarann- sókn fram og alskyns pínsluháttir vórðu nýttir, t.d. vórðu milliónir av kvinnum brendar á báli, alt slag av grimd bleiv framt móti øll- um fólkasløgum og varð alt hetta framt í navni faðirsins. Um vit leita aftur í tíðina, so síggja vit skjótt nógvar ræðuleikar, ið kristindóm- urin hevur havt við sær. Her eru trý dømi út av óteljandi: 1) Heksajagstranin, ið fór fram, varð øll sum hon var bygd upp á kristindóm (a.k.a. kristna siðalæru, sum eg meini at allir teir politisku flokkarnir ganga inn fyri). Her blivu ósek fólk, ið dugdu eitt nú at lesa ella dugdu okkurt lækna- kynstur, brend á báli, tí at hetta var djevulsins verk. Jenis skal prísa seg lukku- ligan, at hann ikki livdi tá, tí hann dugir bæði at lesa og so er hann eisini lækni, so hansara livitíð hevði ikki verið long. 1) Tá fólk hoyra Ku Klux Klan verða nevnt, tonkja tey flestu uppá rasistar og sjúklig fólk,men tey flestu vita ikki, at Ku Klux Klan er ein protestantiskur fel- agsskapur, sum hevði fleiri milliónir limir og tanka- gongdin hjá Ku Klux Klan verður grundgivin út frá bíbliuni (t.v.s. Ku Klux Klan byggir eisini á kristnu siðalæruna). Ku Klux Klan ognaði sær gjøgnum bíbli- una rættin at fara við svørt- um, sum teimum lysti og mangan fylgdi manndráp við. Vert at leggja afturat er, at Indiana var tað staðið, har ið K.K.K. hevði størst vald og samstundis flest ræðuleikar, og júst Indiana varð teokratiskt stýrt! 1) Fara vit so heim til okkara, so eru tað minni enn 100 ár síðani, at man fekk einvegis atgongumerki til tann grábeinta, um man spældi kort! Hevði hetta verið í dag, so hevði tað verið heitt hjá Bridgefel- agnum og vóru allir limir teirra eisini á listanum yvir einvegis atgongumerki. Tað, sum eg royni at vísa á við hesum trimum døm- um, er at bíblian hevur lyndi til at skula »uppdaterast« við tíðini, og tað, sum er fel- ags fyri dagføringarnar er, at alt, ið stendur fyri skotum, er eitthvørt ið vit ikki hava vitan um, t.d. tað at duga at lesa, vera myrkur ella tað at spæla kort. Hevur man ikki nøktandi vitan innan eitt øki, er lætt at byrja at óttast, heldur enn at savna sær vit- an og kanna málið. Vit kunnu skjótt blíva samd um, at niðurstøður og tanka- gongd, ið byggja á mangl- andi forstáilsi, elva til snæv- urskygni, mismun og ignor- ansu, ið er víðagitin upp- skrift til eitt nú rasismu. Eitt annað, ið eyðkennir dagføringarnar hjá teimum kristnu fundamentalistun- um er, at fólk skulu óttast eitt ella annað, tí tá eru menniskju so deiliga løtt at manipulera við … eitt slag av terrorismu. Samkynd standa fyri skotum Tann nýggjasta dagføringin er fram ímóti teimum sam- kyndu og veit Miðflokkurin ikki síni livandi ráð, hvussu hann skal basa hesum »trupulleika«. Eitt nú undir øðrum heimsbardaga, tá royndu nazistarnir at útrudda jødar, fólk við breki og homo- seksuell. Um hugt verður at hagtølum fyri hesa tíðina í Týsklandi, so leggur man til merkis, at talið á fólki við breki og homoseksuellum er metlágt í mun til aðrastaðni … so far so good, MEN tá næsta ættarliðið so kom til, sá mann skjótt, at hetta ættarliðið hevði eins nógv fólk við breki og homo- seksuell í miðal sum onnur lond. Hetta vilsiga, at tað er náttúrligt, at fólk eru fødd við breki ella homoseksuell, eins og tað er náttúrligt, at vera føddur heteroseksuell- ur. Tú kanst t.d. ikki biðja ein homoseksuellan lata vera við at vera homoseksu- ellan, eins og tú ikki kanst biðja ein brekaðan lata vera við at vera brekaðan! Men hví skuldi man gjørt tað? John Stuart Mill segði á sinni nøkur orð, ið eg vildi mett, at øll fólk við sunnari fornuft kunnu taka undir við: »So leingi vit ikki skaða onnur, eiga vit at kunna tonkja, tosa, virka og liva soleiðis sum vit halda vera rætt, uttan at viðkomandi verður illa viðfarin av ein- støkum, lógini ella stjórn- ini«. Sitat: John Stuart Mill. Ótti er grundarlagið fyri Miðflokinum! Hví trúgva fólk? Eg haldi, at tað er tí tey eru vaksin upp við at trúgva á ein gud frá tí tey vóru børn og hetta meini eg vera høvuðsorsøkina, saman við ynskinum um tryggleika, einari kenslu av at ein stóribeiggi ansar eftir tær. Hesar báðar orsøkir spæla ein týðandi leiklut, tá tað kemur til at ávirka trongdina hjá fólki til at trúgva upp á eina hægri makt. Hvat byggja flestar rel- igiónir á? Fyrst og fremst verða religiónir bygdar á ótta. Tað er partvíst ynski um kensluna av at ein eldri beiggi stendur við liðina, tá tú hevur trupulleikar ella ósemjur. Høvuðsorsøkina meti eg tó at vera ótta … ótti er grundarlagið fyri tí heila; óttin fyri tí ókenda, óttin fyri tapi, óttin fyri deyðanum, óttin fyri helv- iti, óttin fyri gudi … og júst ótti er faðirin at grimd og tískil er tað ei undur í, at religión og grimd hava gingið hond í hond alla hesa tíðina. Eg meini eisini at tað er júst ótti, ið ger tað møguligt hjá myndugleik- um (í hesum førinum Mið- flokkinum), at brúka menn- iskjaheiltan sum modeller- voks og byggja júst ta myndina av veruleikanum, sum teimum lystir. Um tú hyggur at gongd- ini innan hvørt eitt einasta manngóða framstig í heim- inum sum eitt nú framstig innan revsilóg, hvørt fet móti minkan av kríggi, hvørt fet mótvegis einari betri viðferð av littum fólki, hvørjum niðurskurði av trælahaldi, innan øll mor- alsk framstig, ið eru gjørd gjøgnum tíðina, so hava religiøsar samkomur mót- mælt … og nú gera tær tað enn einaferð. Sanniliga, sanniliga sigi eg tær … VIÐMERKINGAR Svenning av Lofti verður 65 ár Hvør kennir ikki Svenning av Lofti, hendan stóra, altíð smílandi og fryntliga "ung- lingan," sum við stórum fetum flytir seg runt á Havnagøtum, eftir hondini ein kend býarmynd, tí hann skal náa okkurt húsið, har onkur er, sum skal hava eitt styrkjandi orð? Hesin kendi havnarmaðurin av bygd rundar tey 65 árini hós- dagin 16. september. Hóast hann ofta hevur nógv um oyruni, hevur hann altið stundir at steðga á og práta við onkran, hann møtir á Havnargøtum. Svenning er føddur og vaksin upp norðuri á Eiði. Pápin kallaðist Jóan Petur Poulsen á Lofti og var eiðismaður. Mamman kem- ur úr Tjørnuvík, Sanna Ma- lena, vanliga rópt Sanne- lena. Hon er í dag 96 ára gomul og býr framvegis í heiminum á Lofti á Eiði. Svenning er ofta norðuri á Eiði og vitjar gomlu mammu sína, sum fram- vegis er løtt og skemtingar- som í sinni. Barnaheim hansara, á Lofti, stóð mitt í bygdini, áfast við tey navn- framu Látrahúsini, har sjálvur kongur einaferð gisti. At vaksa upp mitt í bygdini gav honum høvið at uppliva alt tað, sum fór fram ímillum manna í hesi fiskivinnubygd í fírati- og fimtiárunum. Her sá hann bygdamenninar koma og fara, og hann kundi hoyra hvat teir, undir húsahornun- um, talaðu um sínamillum. Stundum komu eisini menn aðrastaðni frá til bygdina at hava evangeliskar útifundir, sum vórðu hildnir tætt við barnaheimið hjá Svenningi; og eisini hetta festi seg í viðkvæma barnasinni hjá eiðisdronginum og varð við til at evna lívskósina hjá Svenningi av Lofti. Svenning gekk í skúla hjá Jóhan Kallsoy. Svenn- ing minnist skúlatímarnar hjá Kallsoy sum nakað ógvuliga dýrabart. Svenn- ing tekur soleiðis til um barndómslæraran hjá sær: "Jóhan gjørdi sær stóran ómak at geva okkum skúla- børnum hollan kunnleika um mangt og hvat. Hann tók okkum við bæði í haga og fjørðu. Í fjørðuni vísti hann okkum bátarnar og lærdi okkum á ein praktisk- an og livandi hátt hvussu tað ymiska á báti kallast. Eisini lærdi hann okkum um rættarskipanina og politisku skipanina í land- inum. Hann hevði alsk til alt, sum var føroyskt, ikki minst tað føroyska málið, sum hann eisini royndi at læra okkum frá grundini av. Tað, sum eg lærdi hjá Kallsoy setti djúp spor hjá mær." Tá Svenning var 16 ára gamal, fór hann sín fyrsta túr til skips til Grønlands við vestmannatrolaranum Gullsøka. Pápin og bróður- in Sigmund vóru eisini við. Hetta var í 1955. Eftir tríggjar mánaðir til fiski- skap komu teir heimaftur, men henda sama dag, sum teir tríggir koma til Eiðis, hálvdist ein tungur brota- sjógvur innyvir barna- heimið hjá Svenningi, tá ein beiggi hansara, sum hevði fylt 8 ár dagin eftir, druknaði niðri við havna- lagið. Hetta setti djúp spor í familjuna. Svenning sigur, at hetta varð hansara fyrsti og seinasti túrur til skips, og kanska var tað júst tí, at hann misti beiggja sín á sjónum, at hann ikki fór aftur til skips. Hetta sama árið, 1955, tá Svenning er 16 ára gamal, flyta foreldrini til Havnar, har pápin fekk arbeiði. Tey búðu fyrst á Húsabrúgv, men í 1958 fluttu tey út í Perskonugøta at búgva, har foreldrini bygdu hús. Svenning fór at arbeiða hjá Alfred Johannesen, og seinni arbeiddi hann eitt skifti á Bacalao. Í 1957, 18 ára gamal, hevur eiðis- drongurin tikið avgerð um, hvør lærdómurin skal verða; hann fer í prent-ara- læru hjá Marius Ziska. Har er hann tey fyrstu 3 árini av lærutíðini, og tekur tað seinasta árið niðri í Dan- mark, har hann fær prógv sum prentari. Tá hann kemur heim aftur í 1961, fer hann at arbeiða hjá Einars Prent. Í 1967 fær hann arbeiði í prentsmiðj- uni í Gamla bókhandli, og har er hann, inntil hann í 1976/77 gevst sum prentari og fer at virka sum ferðandi evangelistur í brøðrasam- komunum í Føroyum, og ein kann sanna í dag, at verk evangelistsins kom at vera lívsyrkin hjá føðing- ardagsbarninum. Í tíðar- skeiðinum 1973 - 1976/77 hevði Svenning eina sjáld- sama avtalu við leiðsluna í Gamla bókhandli, sum all- arhelst fáir arbeiðsgevarar høvdu gjørt í dag. Avtalan var, at at hann arbeiddi bert helvtina av árinum á prent- smiðjuni og so brúkti hann hin partin av árinum at ferðast sum evangelistur. Hetta gjørdi hann í eini fýra ár, men aftaná eina evan- geliska fundarrøð í Porkeri í 1976, sum bert skuldi vera eitt vikuskiftið, men sum varð longd til 19 dagar, tók Svenning endaliga avgerð at nýta alla sína tíð sum evangelistur. Hann segði upp í Gamla bókhandli, og síðani tá hevur hann trúfast vitjað frá býi til bý við gleðiboðskapinum, og eis- ini eru tað óteljandi heim í Føroyum, sum hava havt eina vitjan av honum, har hann bæði hevur vitnað og lagt eina traktat eftir seg. Svenning hevur verið ein av stigtakarunum og fyri- reikarunum til fleiri stór andalig tiltøk í Føroyum, og mangan hevur hann havt leiðsluna av hesum tiltøk- um um hendi. Í hesum sam- bandi kunnu vit nevna vikuskiftisstevnuna um- borð á gomlu Norrønu í 1987 tá hon lá við teym inni á Hulki. Louis Palau fundarøðin í 1988, og fylgi- sveinafundarøðirnar hjá Billy Graham úr Essen í Týskalandi í 1991 og frá Puerto Rico í 1995. Svenning er ikki einans evangelisturin á røðarapall- inum, hann er tað eisini við penninum. Hann hevur fingist nógv við at skriva ígjøgnum árini, og tað er heilt fitt, sum er komið undan hansara penni. Her kunnu vit nevna andakts- bókina, Dagsins orð, ið eru andaktsstykkir, sum hann upprunaliga skrivaði í oyggjatíðindum. Ein bók, sum liggur á køksborðinum ella náttborðinum í mong- um heimum í landinum, og sum fólk bæði innan brøðr- asamkomuna og í øðrum samkomum hava verið ómetaliga glað fyri. Eisini kunnu vit nevna ferða- mannatraktatina, sum hann skrivaði fyri 20 árum síð- ani. Ótroyttilga hava hann og onnur staðið úti á Mol- anum, táið hesi stásiligu ferðamannskipini hava lagt til bryggju, og tá fremm- andu ferðafólkini eru kom- in í land, hava tey fingið eina av hesum snotiligu traktatum í hondina á sín- um egna máli. Visjónin hjá Svenningi var, at traktatin skuldi prentast á fleiri mál- um, og til dags dato eru 150 túsund traktatir prentaðar á øllum teimum norður- lendsku tungumálunum og fleiri øðrum málum eisini. Eisini kunnu vit nevna út- gávurnar: Hví vera ein trúgvandi? 1962. Trúar- kappar 1 & 2 ávíkavist 1972 og 1974. Dópurin, 1982. Reis tey, ið falla, 1993. Dagsins orð, 1999 og Tað hendi umborð, 2002. Svenning hevur havt ómetaligan stuðul í konu síni. Birgit og hann komu at kennast í 1958. Vaks Svenning upp í "miðbý- num" á Eiði, so gjørdi Birgit tað so sanniliga í Havnini. Dóttur til eigaran av hotel Hafnia, Christian Restorff, vaks hon upp í einum lívligum hotelum- hvørvi í hjartanum í høv- uðsstaðnum, eitt umhvørvi, sum var ósamanberiligt við tað, sum eiðisdrongurin var vanur við. Men hóast hesar munir í uppvøkstrinum, so rann saman teirra millum. Tey giftust í 1964. Tey fingu tríggjar synir, Petur, Marner og Dan. Tað eru mong heim í Havnini, sum hava prísa Gudi fyri eina vitjan av Svenningi og Birgit, tá tað mangan hevur víst seg, at tey eru komin júst eina løtu, tá harðast leikaði á. Svenning er virkin í felagnum Javna, har hann eisini hevur verið formað- ur. Vit ynskja Svenningi tillukku við degnum og vóna, at hann fær mong góð ár afturat. Samstundis vilja vit boða frá, at í sam- bandi við dagin verður sangløta í Ebenezer í kvøld, týskvøldið 14. september kl. 19.00 Øll eru hjartaliga vælkomin. Løtan verður ikki hildin sum ein føð- ingardagsveitsla, har orðið verður frítt, men sum ein sangløta við nógvum sang- um, sum Svenning sjálvur hevur valt út. Hetta eru alt sangir, sum hava havt ser- ligan týdning í ávísum tíðarskeiðum í lívi hansara. Temaði ígjøgnum kvøldið verður Verk evangelistsins. Svenning sigur, at hann ynskir, at sangløtan má verða við til at eggja yngri fólki at gera verk evangel- istsins. Poul Jóhan Djurhuus NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 65 ár Svenning av Lofti há- tíðarheldur seksti- fimm ára dagin við almennari sangløtu og drekkamunni í Ebenezer týskvøldið 14. september, kl. 19.00 stundisliga. Umframt sangkórið og onnur úr Ebenez- er, fara Heini Lützen, Magni Christiansen og Frelsunarherurin at syngja. Øll eru vælkomin. Dagurin 14. september. Dýrd krossins. Eisini rópt krossmessa um heystið. Krossurin, sum drotningin He- lena fann, Kristi krossur, varð tikin og fluttur burtur av heidningum, men funnin aftur og førd- ur til Jerusalems. Dagurin hátíðar- hildin til minnis um hesa hending. 14. september er eisini dagurin, tá ið atkvøðugreiðsla í 1946 var í Føroyum um samband við Danmark ella loys- ing. Halda 14. september í Fuglafirði 14. SEPTEMBER Tíðindaskriv 14. septemberhald verður í mentanar- húsinum í Fuglafiðri týskvøldið kl. 19:30, har Karsten Hansen heldur røðu. Borðreitt verður við høvdasúpan, og tónleikur verður fyri bæði yngri og eldri við eitt nú Niels & Helga Midjord og yngri kreftum úr Gøtu. Felagssangur verður úr Songbók Føroya Fólks. Vinningar verða burturlutaðir Øll eru vælkomin, sigur Eysturoyar Tjóðveldisfelag, sum skipar fyri tiltakin- um. C M Y K 13 12