týsdagur 14. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 14. september 2004
15
Fleiri enn túsund fólk vitjaðu Føroya Tele
Fríggjadagin var stór-
fingin móttøka í
nýggja bygninginum
hjá Føroya Tele.
Áhugin fyri at síggja
snotuliga bygningin
var ovurhonds stórur,
tí fleiri enn 1000 vóru
á gólvinum
NÝGGJUR
BYGNINGUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Leingi hevur verið bíðað í
spenningi eftir, at nýggja
høvuðssætið hjá Føroya
Tele í Hoyvík alment skuldi
takast í nýtslu. Fríggjadag-
in var so stóra løtan komin,
tá ið bygningurin varð víst-
ur fram fyri almenning-
inum, og áhugin var stóru.
Errin starvsfólk
Stjórin á Føroya Tele, Andr-
as Róin, sigur, at eftir hans-
ara tykki gekk móttøkan
sera væl. Hvussu nógv fólk
stukku inn á gólvið, dugir
Andras Ròin ikki at siga
heilt nágreiniliga, men
hann metir, at talan hevur
verið um eitt stað millum
1000 og 2000 vitjandi, og
tað eru vit ógvuliga fegin
um, sigur hann. – Gott og
væl 700 fólk hava skrivað í
gestabókina hjá okkum,
men tað vóru langt frá øll,
sum komu framat gesta-
bókini, og tí eri eg sann-
førdur um, at talið av
vitjandi hevur verið eitt
gott petti oman fyri tey
1000, sigur Andras Róin.
Spurdur hvussu hann og
starvsfólkini eru nøgd við
nýggja bygningin, svarar
Andras Róin: – Eg haldi, at
vit øll eru stak væl nøgd.
Eg legði til merkis fríggja-
dagin,
at
starvsfólkini
høvdu hug til at vísa
bygningin fram fyri fólki,
og tað tulki eg bert sum eitt
tekin um, at tey eru errin av
nýggju hølunum, sigur
stjórin á Føroya Tele.
Stór avbjóðing
Í føroyskum høpi er byggi-
og innrættingarstílurin í
nýggja høvuðssætinum hjá
Føroya Tele rættuliga slóð-
brótandi. Serliga hevur
nógv verið tosað um, at
bygningurin er innrættaður
soleiðis, at øll starvsfólkini
sita í sama rúmi. Ongar
smærri ella størri skriv-
stovur eru, og tað eru fleiri,
ið hava verið rættuliga
ivandi hesum viðvíkjandi.
Andras Róin sigur tó, at tað
tykist sum um, at fólk eru
positivt
yvirraskaði
av
hesum.
– Eg haldi, at fólk eru
glað um opna landslagið,
sum
innrættingarstílurin
verður róptur, og eg ivist
ikki í, at hetta fer at styrkja
mentanina í fyritøkuni.
Samstundis merkir hetta, at
vitan og kunning kemur
nógv skjótari runt millum
starvsfólkini, og tað kann
bara verða ein styrkur,
sigur Andras Róin.
Stjórin á Føroya Tele
vísir á, at við at innrætta á
ein slíkan hátt, verður gólv-
plássið nógv størri, men
samstundis er talan um eina
stóra avbjóðing, tí at starvs-
fólkini skulu venja seg við,
at tey ikki longur sita einsa-
møll á einari skrivstovu.
Gott fyri samanhaldið
Áðrenn flutt varð í nýggju
hølini hava starvsfólkini
hjá Føroya Tele verið
spjadd í fleiri ymiskum
bygngingum. Nú eru øll
savnað undir somu lon, og
tað fegnast Andras Róin
um: – Vit hava verið spjadd
í einar seks ymiskar bygn-
ingar, men nú eru vit øll her
á nyggja høvuðssætinum.
Hetta er uttan iva ein styrk-
ur fyri samanhaldið í fyri-
tøkuni, og vónandi fer tað
at speglast aftur á trivn-
aðinum, sigur Andras Róin.
Eini 170 starvsfólk hava
sína dagligu gongd í nýggja
høvuðssætinum.
Okkurt
um 120 av hesum eru fólk,
sum burturav sita á skriv-
stovuni, meðan restin er eitt
nú montørar, sum eru nógv
úti hjá kundum.
Stjórin á Føroya Tele, Andras
Róin, er ógvuliga væl nøgdur
við nýggja bygningin hjá
fyritøkuni, og hann ivast ikki
í, at hølini fara at styrkja
samanhaldið í fyritøkuni.
mynd: Jens Kr. Vang
Jákup Veyhe undirhelt fyri
teimum mongu gestunum á
móttøkuni.
mynd: Jens Kr. Vang
Føroyski songfuglurin í Danmark, Petsy Tvørfoss, bergtók teir mongu gestirnar við sínari vøkru
rødd.
Mynd: Jens Kr. Vang
Serligar Føroya Tele køkur vóru eisini gjørdar til hátiðarløtuna fríggjadagin
Mynd: Jens Kr. Vang
15
14
Nr. 174 - 14. september 2004
Í nýggja bygninginum
hjá Føroya Tele er
einki tilvildarligt,
hvat ið innrættingini
viðvíkur. Innbúgvið
er frá Idé-møblum, og
Idé hevur eisini fingið
samband við ein
innanduraarkitekt,
sum hevur verið við í
innrættingararbeið-
num á Føroya Tele
INNRÆTTING
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Nemery
Pascale
hevur
seinasta árið havt samband
við Birgir Andreasen hjá
Idé møblum. Hon er innan-
duraarkitektur, og hevur
sína egnu teknistovu í
Keypmannahavn, har hon
arbeiðir
sum
freelance
arkitektur.
Ein dagin ringdi Birgir
Andreasen frá Idé-møblum
til hennara. Tað bleiv byrj-
anin til eitt langt og sera
gott samstarv teirra mill-
um.
– Birgir hevði bjóðað seg
fram sum møblaleverandør
til Føroya Tele. Merkið, ið
kontórmøblarnir
skuldu
vera av, eitur Montana.
Birgir setti seg í samband
við Montana møblar, og
bað teir um at ávísa ein inn-
anduraarkitekt. Teir vístu á
meg. Og soleiðis kom sam-
starvið í lag, greiðir Neme-
ry Pascal frá.
Stórrúmskontór
Pascale var alt fyri eitt sera
áhugað í samstarvinum.
Upprunaliga var ætlanin,
at hon bert skuldi koma við
einum uppleggið til, hvussu
innbúgvið skuldi setast,
men samstarvið menti seg
skjótt til at gerast mundandi
meiri umfatandi enn so.
– Hatta er jú ein fantast-
iskur bygningur, sum nú
verður únyttaður á bestan
hátt. Vit hava tað, ið verður
nevnt stórrúmskontór. Tað
vil siga, at tað er eitt stórt
rúm, har øll hava sítt skrivi-
borð. Man er farin frá at
hava smá privatkontór, nú
savnar man øll í einum
felagshøli, greiðir Nemery
Pascale frá.
Hon sigur, at henda skip-
anin skuldi gjørt arbeiðs-
umhvørvið og arbeiðs-
semið betri.
– Tað verður nógv lættari
at nýta know-how hjá
hvørjum øðrum, um tað
ikki eru fysiskar forðingar
ímillum arbeiðsfólkið. Tað
vísir seg nevniliga, at um
fólk skulu ígjøgnum eina
afturlatna hurð, fyri at
spyrja um ráð ella hjálp, so
setast tey ofta aftur. Hurðar
virka sum forðingar fyri
samstarvi, sigur Nemery
Pascale.
Hon leggur tó dent á, at
um stórrúmskontór skulu
vera effektiv, er neyðugt við
neyvari
tilrættislegging.
T.d. ber jú ikki til, at tele-
fonfólk, sum larma relativt
illa, skulu sita saman við
fólki, sum mugu hava ar-
beiðsfrið.
– Vit hava arbeitt nógv
saman við starvsfólkinum á
Føroya Tele. Tey hava verið
røsk at komið við konstruk-
tivum kritikki, og saman
haldi eg, at vit hava funnið
fram til bestu loysnina,
staðfestir Nemery Pascale.
Hon sigur, at eitt, sum
onkuntíð gerst ein vansi við
stórrúmskontórum, er, at
leiðslan velur at seta alt
starvsfólki saman, meðan
stjórarnir framvegis vilja
hava
síni
privatkontór.
Hetta skapar ofta fjarstøðu
ímillum
starvsfólk
og
stjórn, men hetta var eingin
trupulleiki á Føroya Tele.
– Tá leiðslan í einum
virki setur seg saman við
starvsfólkinum í eitt stór-
rúmskontór, sendir hon
nøkur ógvuliga góð signal
út. Starvsfólkið kann ikki
annað enn hugsa, at um
leiðslan kann, so kann eg
eisini. Tað er eitt gott fyri-
dømi, sum leiðslan á Før-
oya Tele so dyggiliga vísti,
staðfestir Pascale.
Himmalin og havið
Men tá ið alt kontórinn-
búgvið var funnið og ein
ætlan var gjørd um hvussu
alt skuldi setast upp, fekk
Nemery Pascale tillutað
nýggjar uppgávur.
– Samstarvið gekk so
fyrimyndarliga væl. Øll
vóru opin fyri nýggjum
hugskotum, og tey tyktust
vera glað fyri ráðini og
vegleiðingarnar, ið eg gav
teimum. Í Danmark kanst
tú ikki læra nakran nakað,
tí øll vita best sjálvi, og tí er
tað so fantastiskt at arbeiða
í Føroyum, tí her fyrigong-
ur alt í einum sera positiv-
um anda.
Pascale endaði við at
ráðgeva um bæði litir, snið,
innrætting av kontór-møbl-
um og innrætting av smá-
lutum, sum t.d. ringbind-
um, ja snøgt sagt um nær-
um alt, ið hevði við inn-
rættingina at gera.
Hon sigur, at loysunar-
orðið í arbeiðnum allatíð-
ina hevur verið flexibili-
tetur.
Øll starvsfólkini hava eitt
skrivaraborð, sum kann
hækka og lækka í hædd, og
eina reol, við øllum við-
komandi pappírum.
– Hetta er eitt umhvørvið
við nógvum samarbeiði og
nógvum
fundarvirksemi
ímillum hesar ymsu deild-
irnar. Vit avgjørdu tí at seta
hjól undir alla skrivstov-
útgerðina, soleiðis, at tað
er gjørligt at taka sína reol
við, t.d. upp á næstu hædd,
har samarbeiði skal vera í
nakrar dagar. So hava tey
alt sítt hjá sær, og tá sam-
arbeiðið er liðugt, trilla tey
bara alt upp á páss aftur,
greiðir Pascale frá.
Hon sigur, at við at geva
øllum lutunum hjól, verður
rúmið eisini nógv lættari.
Tað fær eina sveimandi
effekt.
– Tað, sum er so heilt
ófatiligt við hesum bygn-
inginum, er útsýnið. So tað
havi eg valt, skal vera tað
berandi í innrættingini. Tað
skulu vera liturin á himm-
alinum og á haganum utt-
anum bygningin, ið skulu
vera dominerandi. Og tað
haldi eg, hevur eydnast sera
væl.
Eisini privatar kundar
Men hóast Føroya Tele
bygningurin nú væl og
virðiliga er fingin frá
hondum, endar samstarvið
ímillum Idé-møblar á Hálsi
og Nemery Pascale ikki
her.
– Vit hava bygt eitt ótrú-
liga gott samstarv upp, og
tað vildi verið synd um tað
alt fór fyri bakka nú. So
hetta er avgjørt nakað, ið
vit fara at byggja víðari
uppá, staðfestir Pascale.
Hon sigur, at tey longu
nú hava nøkur rættiliga
fastløgd framtíðar projekt í
huganum, men at tey ikki
verða almannakunngjørd
enn. Talan hevur tó eisini
verið um, at privatfólk
skulu kunna gera sær dælt
av stóru vitan Pascales um
innrætting.
– Tað er ikki óhugsandi,
at eisini privatfólk fara at
kunna seta seg í samband
við Birgir Andreasen, um
tey ynskja at fáa meg at
hjálpa til við at inrætta
húsini. Tað er ikki so van-
ligt í Føroyum at nýta
innanduraarkitektar, men
eg merki væl, at áhugin er
sera stórur. Meðan eg havi
arbeitt við Føroya Tele,
hava nógv privatfólk spurt
meg um ráð, og sýnt
arbeiðnum stóran áhuga.
So tað verður møguliga eitt
tilboð í framtíðini, sigur
hon.
Hon sigur, at tað er so
lætt at ferðast landanna
millum og at halda sam-
bandið um telefonina, at
tað ikki fer at krevja, at hon
búsetur seg her.
– Eg fari at ferðast aftur
og fram ímillum londini, og
framvegis hava mína tekni-
stovu í Keypmannahavn.
Hvussu nógv eg fari at vera
her, veldst alt um, hvussu
stórur
eftirspurningurin
verður,
sigur
Nemery
Pascale, innanduraarkitekt-
ur, at enda.
Innanduraarkitektur
knýttur at Idé-møblum
Innanduraarkitekturin Nemery Pascale uttan fyri bygningin hjá Føroya Tele, sum hon hevur innrættað. Tað er í samstarvi við
Birgir Andreasen í Idémøblum, at hon er komin higar. Í framtíðini er ætlanin, at samstarvið skal halda fram, og vanligi
føroyingurin skal eisini kunna gera sær dælt av vitan hennara
Mynd: Jens Kr. Vang
Her er Nemery Pascale í einum av fundahølunum hjá Føroya Tele. Pascale gleðist um, at
samstarvið gjørdist meiri umfatandi enn upprunaliga ætlað. – Arbeiðið hevur gingið so
ótrúliga væl, og øll hava verið yvirraskandi positiv allan vegin, sigur hon.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
14