Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 14. september 2004 17 Ætlanin um at av- greiða U-19 undan- kappingina á gras- líkisvallunum kring Skálafjørðin verður av ongum. Í staðin skulu allir seks dystirnir spælast á grasvøllunum í Havnini og á Toftum U-19 EM UNDAN- KAPPING Jóannes Hansen Tað verður einki av ætlan- ini at avgreiða U-19 EM undankappingina, sum verður í Føroyum í næsta mánað, á graslíkisvallum. Tá ið tað varð greitt, at Føroyar skuldu verða vertir fyri undankappingini, varð møguleikin nevndur, at dystirnir skuldu spæla á graslíki. Hetta var eisini væl í samsvari við ætlanir- nar, sum altjóða fótbólts- samgongan FIFA hevur um, at tað í framtíðini skal verða møguleiki fyri at spæla altjóða dystir á gras- líki. FSF hevur arbeitt við møguleikanum, at dystirnir skuldu spælast kring Skála- fjørðin. Graslíkisvallirnir á Toftum, í Runavík og á Skála eru allir nýggir, og tað hevur verið ætlanin, at teir seks dystirnir skuldu spælast har. Men nú verður hetta ikki veruleiki. Í undankappingarbólki saman við Føroyum eru Ungarn, Grikkaland og Wales. Grikska fótbólts- sambandið hevur boðað UEFA frá, at teir eru ikki sinnaðir at spæla á graslíki. Tískil hevur UEFA gjørt av, at allir seks dystirnir skulu spælast á grasvallunum á Toftum og í Havnini. Sam- stundis er greitt, at allar venjingarnar fara at vera á graslíkisvallum. – Vit hava verið eitt sind- ur skeptiskir, tí oktober er ikki besta tíðin at spæla á grasvøllunum á Svanga- skarði og á Tórsvølli. Men nú verður tað soleiðis, og so mugu vit vóna, at veðrið fer at skikka sær væl frá nú av og inntil kappingin er av, sigur Ísak Mikladal, aðal- skrivari í Fótbóltssamband- inum. Skráin U-19 landsliðini hjá Wales, Ungarn og Grikkalandi koma til Føroya 6. oktober. Umframt fólkini, sum skulu spæla fótbólt, og sum annars hava við tey trý liðini at gera, koma seks dómarar og hjálpardómarar henda vegin og UEFA eyg- leiðarar av dómarum og kappingini sum heild. Enn er ikki greitt, hvørjir hesir persónarnir vera. Tað verður roknað við, at onkra staðni millum 80 og 90 fólk fara at koma til Føroya í sambandi við hesa kappingina. Tey skulu øll halda til á Hotel Føroyum. Í hesi eru ikki roknað tíð- indafólk og so møguligir talent eygleiðarar. Tað plaga at vera nógv av so- vornum í sambandi við tí- lík-ar kappingar. Dystirnir verða spældir 8., 10. og 12. oktober. Fríggjadagin 8. oktober skulu Grikkaland og Føroy- ar spæla á Toftum og Ung- arn og Wales skulu spæla í Havnini. Sunnudagin 10. oktober skulu Grikkaland og Wales spæla á Toftum, og Føroyar skulu spæla ímóti Ungarn í Havnini. Týsdagin 12. oktober skulu Wales og Føroyar spæla á Svangaskarði, meðan Ung- arn og Grikkaland skulu spæla á Tórsvølli. Dystirnir verða spældir um somu tíð, sum a lands- liðið hjá Føroyum verður á fótbóltsferð longri suðuri í Europa. Føroyar skulu leygardagin 9. oktober spæla á Kypros, og miku- dagin 13. oktober skal landsliðið spæla í Dublin ímóti Írlandi. Føroyska ferðalagið fer at landinum mikudagin 6.oktober ella sama dag, sum tað verður roknað við, at tey trý U-19 landsliðini fara at koma til Føroya. Abraham Løkin er venj- ari hjá U-19 landsliðnum, og Pætur Clementsen er hjálparvenjari. Hetta verður fyrsta ferðin, at føroyska U- 19 landsliðið fer at royna seg á heimavølli í Em und- ankapping. Nr. 174 • týsdagur • 14. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Grikkaland segði bums nei Tað verður bara á grasi, at U-19 kappingin í fótbólti fer fram. Tað vil siga, at tað bara verður á Tórsvølli og Svangaskarði, at dystirnir skulu leikast Meistarar! Lesið um søgu- liga gullið hjá HB á síðunum 22-26 17 16 Nr. 174 - 14. september 2004 Stóra ferðavinnu- stevnan VestNorden Travel Mart, sum er fyri ferðavinnuna í londunum í Útnorði, verður hildin í Reykjavík í vikuni FERÐAVINNA Edvard Joensen VestNorden Travel Mart ferðavinnustevnan verður hildin upp á skift í Grøn- landi, Íslandi og í Føroyum. Í fjør var stevnan í Føroy- um, og í ár eiga íslendingar tørn. Stevnan er skipað soleið- is, at hon annaðhvørt ár verður hildin í Íslandi og annaðhvørt ár er hon upp á skift í Gørnlandi og Føroy- um. Stevnan er fyri ferða- vinnufólk í Útnorði og fyri tey, sum ætla sær at ferðast í Útnorði. Soleiðis hittast her bæði ferðaskrivstovur, sum selja og keypa ferðir, umframt at ferðaráðini í teimum trimum londunum, sum hýsa stevnuni, eisini eru við saman við avvarð- andi politikarum, serliga ráðharrum, sum varða av ferðavinnuni. Tað hevur verið upp á tal at leggja stevnuna – um ikki hvørja ferð so viðhvørt – í nýggju útnorður mið- støðina á Norðuratlantisku Bryggjuni í Keypmanna- havn. Men enn hevur hend- an hugsanin eftir øllum at døma ikki vunnið frama. Stevnan hevur verið eitt sindur ymsikt skipað. Ofta við prýðiligum básum til luttakararnar, soleiðis at talan beinleiðis hevur verið um eina messu. Men eisini hevur onkuntíð verið gjørt minni burturúr enn so, so- leiðis at luttakararnir hava sitið hvør við síni borð og gjøt avtalur við áhugaðar keyparar. Harðskapur í Havn Ein fráboðan var um harðskap í Tórshavn um vikuskiftið, har maður varð meldaður til løgregluna. Fleiri fráboðanir vóru um harðskap, men stríðs- málini vórðu loyst í semju. Løgreglan í Havn tók eisini tveir rúsaðar persónar inn at sova um vikuskiftið. Húsaófriður Umframt tað var ein fráboðan um húsa- ófrið. Og so var tað maður, sum spældi sær av við koyrikortið í Kaldbaksbotni, tá hann fekk bilin upp á 122 kilometrar um tíman. Hetta hendi leygarmorgunin. Í ferðsluni var annars eitt ferðsluóhapp á vegamótinum Sval- bardsvegur/Marknagil svegur í Havn, tá ein maður koyrdi við kenning og rendi á. Skerpað eftirlit í Vágunum Í Sandavági var her- verk um vikuskiftið, tá steinar vórðu kastaðir á hús. Lítil skaði stóðst av herverkinum. Í samband við 11. sep- tember boðar løgregl- an í Vágunum frá, at skerpað eftirlit var við flogferðsluni, men at onki var at hefta seg við. Bátur fekk motorsteðg Úr Runavík frætta vit, at vikuskiftið hevur verið friðarligt. Ein bátur, Borgin, fekk l e y g a r m o r g u n i n motorsteðg og var í vanda fyri at renna á Gøtunes. Borgin sendi neyðrakett upp í loft, og góðan hálvan tíma seinni var skjóttgang- andi gøtubáturin Spor- ið á staðnum. Klokkan fýra leygarmorgunin kom Borgin trygt og væl í havn. Friðarligt og dýggjvátt Í Suðuroy hevur ongin ófriður verið um viku- skiftið. Av Tvøroyri sigur vakthavandi, at vikuskiftið hevur verið friðarligt og dýggjvátt. -hkm VestNorden Travel Mart í Reykajvík Fólkaflokkurin í Tórshavn hevur tikið tað óvanliga stigið at seta lýsing í bløðini eftir kvinnum til býráðsvalið, sum nú stendur fyri durum BÝRÁÐSVAL Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Elsa í Garði, nevndarlimur í Framburðsfelagnum í Havn, greiðir frá, at enda- málið við hesari lýsingini fyrst og fremst er at fáa kvinnur upp í býráðspolit- ikk í Havn. Tað var ein ungur maður, sum eitur Heðin Poulsen, sum eisini situr í nevndini í Havnar Framburðsfelag, sum kom við hugskotinum. Nevndin vildi umhugsa hugskotið, og kom so til ta niðurstøðu, at tað var eitt gott hugskot at royna at náa kvinnuna á hendan hátt. Lýsingin er sett upp sum ein starvslýsing, men tó ikki akkurát líka. – Vit vildu seta hana upp, so hon fangar kvinnuna, sigur Elsa í Garði. Hon viðgongur, at hetta kann uppfatast sum ein fallitstaðfesting frá floksins síðu, men samstundis hel- dur hon ikki, at tað er neyð- ugt at síggja soleiðis upp á tað. – Hví ikki heldur síggja hetta sum nakað positivt og øðrvísi í einari roynd at vísa, at Fólkaflokkurin veruliga vil hava kvinnur á sín lista, spyr hon. Handan tjaldið Elsa í Garði sjálv stillar ikki upp til komandi bý- ráðsval. Hon sigur, at hon heldur fer at halda seg handan leiktjaldið og royna at hjálpa teimum, ið stilla upp. – Tey, ið eru uppstillað, hava so ofta nógv at gera og at hugsa um, tí kann tað vera gott fyri tey, at onkur er, sum kann átaka sær onkrar uppgávur fyri tey, sigur Elsa í Garði. Hon leggur dent á, at um tað koma fleiri kvinnur á listan í Havn eisini, so kann tað vera serstakliga gott, at onkur er har fyri tær, sum kennir skipanina og kann vegleiða teimum, um tær eru ósikrar í onkrum viður- skiftum. Elsa í Garði kann ikki siga so nógv um áhugan fyri lýsingini enn, tí tað er so stutt fráliðið, men hon fegnast um, at Fólkaflokk- urin var fyrstur við hesum hugskotinum. Fólkaflokkurin vil hava kvinnur Reykjavík hýsir VestNorden Travel Mart í ár Mynd: Edvard Joensen _ Vit vildu seta hasa lýsingina upp soleiðis, at hon fangar kvinnur, sigur Elsa í Garði, nevndarlimur í Havnar Framburðsfelag Havnar Framburðsfelag - valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymoy - hevði hesa lýsingina í bløðunum leygardagin, har flokkurin sóknast eftir kvinnum at stilla upp til býráðsvalið C M Y K 16