Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 14. september 2004 19 VB skansin ikki so sterkur kortini At vágbingar í ár hava verið so óstøð- ugir á heimavølli hevur kostað teim- um møguleikan at vinna heiðursmerkir VB SKANSIN Jóannes Hansen Allir, sum fara til Vágs at spæla fótbólt, eru greiðir yvir, at tað er ógvuliga torført at fáa nakað við av Vágseiði. Har plagar VB at standa seg ógvuliga væl. Ofta hevur verið at hoyrt, at tað var tí at vøll- urin í Vági var so serliga torførur at spæla á, at teir, sum vóru gestir í Vági, einki fingu burturúr. Gongdin seinastu árini staðfestir ikki, at hetta er so, og tað er heldur einki, sum bendir á, at tað er serliga stórur munur á, hvussu tað gongst hjá VB og teimum, sum vitja har suðuri, nú VB hevur sama slag vøll sum flestu av hinum. Higartil í ár hevur VB spælt átta heimadystir. Tað er bara KÍ, sum ikki hevur verið har suðuri enn. VB hevur vunnið tríggjar ferðir, tvær ferðir hevur verið javnt, og umframt B68 hava GÍ og HB eisini fingið fult í Vági. VB hevur altso mist tíggju stig á heimavølli higartil í ár. Hevði úrtøk- an havt verið betri á heimavølli, so hevði VB verið millum kandidatar- nar til heiðurskrónurnar. Seinastu fýra árini hava vágbingar vunnið 20 av 36 heimadystum. Í fjør vann VB tríggjar heima- dystir, í 2002 vunnu teir fýra heimadystir, í 2001 vunnu teir seks ferðir á Vágseiði, og í 2000, tá ið VB vann fyrsta og higartil einasta FM heitið, vunnu vágbingar sjey ferðir á heimavølli. Trygvi trýr upp á tað B68 venjarin heldur, at um hugburðurin, sum varð vístur í Vági, verður at síggja næstu vikur- nar, so er vón fyri, at B68 skal sleppa beinleiðis undan niðurflytingini B68 VENJARIN Jóannes Hansen B68 hevði knívin á bark- anum í Vági. Tað eydnað- ist toftamonnum at sleppa undan at verða avhøvdað- ir. Trý umfør eru eftir, og aftur sunnudagin, tá ið ÍF kemur á Svangaskarð, fara teir í B68 at hava knívin á barkanum. – Seinastu tíðina hevur lagið verið ógvuliga gott undir venjing. Tá ið vit fóru til Vágs, høvdu vit eina greiða fatan av, at hetta fór at bera til. Tað gjørdi tað, og spælararnir eiga stóran heiður uppi- bornan fyri, hvussu teir bæði stríddust og spældu, sigur væl nøgdi B68 venj- arin, Trygvi Mortensen. Hetta var fyrsta ferðin, at B68 fekk fulla úrtøku í hesum kappingarárinum. Fara tit at varðveita plássið í bestu deildini? – Vit taka ein dyst í senn. Okkara setningur ímóti ÍF verður at vinna. Vit eru greiðir yvir, at niðurflytingin verður veruleiki, um vit ikki fáa fult næsta sunnudag. Um tað fer at eydnast, so mugu vit vinna meir, og tá verður lagnan hjá okkum treytað av, hvussu tað fer at gangast hjá øðrum. Men vit fokusera upp á eina uppgávu í senn. Hvussu verður ímóti ÍF? - Fuglfirðingar stríðast fyri sínum plássi, so tað verður torført. Í Vági vístu okkara framúr koll- ektivan stríðsanda, so vit hava gott mót, og sjálv- andi ber fyrsti sigurin á árinum við sær, at tað verður hugaligari at fyri- reika okkum, enn tað hevði havt verið, um vit í Vági høvdu mist plássið í bestu deildini, heldur Trygvi Mortensen. Ógvuliga uppsettir toftamenn syftu vág- bingunum, sum vóru so órógvaðir, at teir ongantíð fingu sítt spæl at hanga saman FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen B68 hevði knívinum á barkanum, tá ið teir fóru á Vágseið. Í fyrstu atløgu riðu toftamenninir stormin av. Heimaliðið vann lutakast- ið, teir valdu at spæla undan rættuliga fríska lotinum, og so skuldi verið lagt upp til trý korter við trýsti frá VB og á málið hjá Meinhardi Joensen. Men soleiðis gekk tað als ikki. Heldur var tað tvørtur ímóti. B68 spælararnir tóktust væl meiri giraðir til hesa uppgávuna, enn vágbingar- nir vóru tað. VB hevur fyri langari tíð síðani tryggjað sær plássið í bestu deildini, og gongdin seinastu vikur- nar hevur ikki bent á, at VB hevur ætlað sær at vunnið heiðursmerkir. Hóast teir høvdu vindin ímóti, so vóru tað tofta- menn, sum høvdu bóltin væl meiri enn mótstøðu- menninir, og teir megnaðu at halda bóltin á jørðini. At B68arnir vóru so uppsettir sást aftur í, at teir onga løt- una góvu mótstøðumonn- unum tíð til at skipa sítt spæl. B68 spælararnir vóru beinanvegin á mótstøðu- monnunum, teir vunnu nærdystirnar á jørðini og í luftini, teir vóru fyrstir á returbóltunum, og teir arbeiddu og fluttu seg fyri hvørjum øðrum soleiðis, sum tað ongantíð áður fyrr í ár hevur verið at sæð. Hóast teir høvdu lotið undan, so vóru vágbingar- nir alt fyrra umfarið um ein háls, og tað vóru so at siga bara málmøguleikar ímóti málinum hjá Bjarna Jo- hansen. Eyðun Jacobsen og Anders Sørensen høvdu nóg mikið at gera við at halda væl uppløgdu Ander- son og Jóhan Peturi Poul- sen, sum funnu væl hvønn annan, frá at royna ímóti málinum. Jón Pauli Olsen var hesa ferð á sentrala VB miðvøll- inum undir liðini á Milan Kuljic, men serliga í 1. hálvleiki var tað týðuligt, at ógvuliga arbeiðssami og skilagóði Bogi Petersen og Eyðstein Skipanes, sum krýndi gott avrik við fyrsta málinum, vóru omaná, og eftir steðgin varð veteran- urin avloystur av Kára í Lágabø. Tá ið eitt korter var farið, hevði B68 fyrstu vanda- miklu royndina, men eftir fríspark dygst uttanvert brotsteigin streyk bólturin framvið. Eyðstein Skipanes setti hol á, tá ið fyrra umfarið var knappliga hálvrunnið. Eftir uppspæl í vinstru, har Øssur Jacobsen var væl upplagdur síðuspælari á miðvøllinum, og har Jákup Eli Olsen, sum stóran part av tíðini spældi við bindið um høvdið, tí hann varð skaddur í andlitinum, var íblásari í vinstra verjuborði, varð lagt út um brotsteigin. Eyðstein Skipanes smekk- aði til, tað tóktist sum um, at Bjarni Johansen roknaði við, at flata skotið skuldi fara framvið stólpanum, og so var 1-0 til gestirnar, sum vóru uppsettir at økja um leiðsluna. Tað gjørdu teir, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Hesa ferð var Anderson meistari fyri málinum, eftir at Bogi Petersen hevði spælt hann leysan í brots- teiginum. Sami leistur Eftir steðgin hevði B68 vindin undan, men tað broytti ikki so nógv upp á spælbýtið. Spenningur kom kortini í aftur eina lítla løtu, tá ið VB hevði minkað um munin. Talan var um frí- sparksstøðu uttanvert brots- teigin í vinstru. Toftamenn tóktust ætla at seta rang- støðufellu, men ein av teimum var ikki við upp á tað, og so var Milan Kuljic fyrstur á. VB minkaði um munin í 67. minutti, men tíggju minuttir seinni hevði bras- iliumaðurin Anderson enn eina ferð økt um B68 leiðsluna til tvey mál. Hesa ferð átti VB verjan sín lut í málinum hjá toftamonnum. Eftir VB málspark ímóti vindinum, tók lotið bóltin, sum datt niður á VB hálv- uni. Hann stakk upp um ein verjuspælara. Bjarni Jo- hansen kom út ímóti, men áðrenn nakar vágbingur fekk møguleika at taka ella at beina bóltin av vegnum, var Anderson á staðnum, og í bleytum boga lyfti hann við høvdinum upp um VB málverjan og so niður í málið. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir ella tríggjar min- uttir eftir triðja B68 málið, svaraði VB aftur, og síðstu løtuna var tað rættuliga spennandi. Poul N. Poul- sen, sum hesa ferð var í álopinum og undir liðini á Mindaugas, átti síðsta fótin á. Hann gjørdi sær dælt av, at tað varð drálað eitt vet í B68 verjuni. VB royndi at leggja trýst á síðstu tíggju minuttirnar fyri at fáa útjavnandi málið. Men gestirnir megnaðu at varðveita konsentratiónina. Tað eydnaðist, og harvið megnaðu toftamenn fyri fyrstu ferð á árinum at fáa øll trý stigini. Hóast línan er kløn, so ber tað framveg- is til hjá B68 at liva í vónini um, at tað, sum leingi ikki hevur sæð út til at skula bera til, kortini fer at bera til. VB-B68 2-3 (0-2): B68 heldur lív í vónini Fyri fyrstu ferð í ár megnaði B68 at fáa fult, og sostatt liva teir framvegis í vónini um, at tað skal bera til at halda seg í deildini Mynd: Áki Bertholdsen VB-B68 2-3 (0-2) 0-1: Eyðstein Skipanes 21. 0-2: Anderson 32. 1-2: Milan Kuljic 67. 1-3: Anderson 77. 2-3: Poul N. Poulsen 80. Dómari: Suni Johansen VB: Bjarni Johansen — Mortan úr Hørg, Anders Sørensen, Eyðun Jacobsen, Jákup F. Olsen — Dan Djurhuus, Jón Pauli Olsen (Kári í Lágabø, 46.), Milan Kuljic (Jón K.Poulsen, 85.), Símun Samuel- sen — Poul N. Poulsen, Mindaugas Gult kort: Poul N.Poulsen, Eyðun Jacobsen B68: Meinhard Joensen — Ronni Svalbard, Oleif Joensen, Kári Sigvardsen, Jákup Eli Olsen — Bogi Petersen, Eyðstein Skipanes, Øssur Jacobsen (Alex Troleis, 85.) — Stanislav Stankov, Anderson (Fabr- icio, 89.), Jóhan Petur Poulsen (Kristian Anton Andreasen, 75.) Gult kort: Jákup Eli Olsen, Stanislav Stankov, Ronni Svalbard FAKTA UM DYSTIN 19 18 Nr. 174 - 14. september 2004 Sunnudagin vardu fýra klaksvíkingar málini hjá liðum í bestu deildini, meðan besti málverjin í Klaksvík og landsliðsmálverjin noyddist at sita á beinkinum MÁLVERJAR Í KLAKSVÌK Jóannes Hansen Tá ið Karl Iskaksen í 1964 gavst at spæla fótbólt, stóð tað illa til við málverjum í Klaksvík. Teir høvdu ongan mann at seta í plássið hjá veteraninum, sum hevði verið málverji í eini seytjan ár. Í hvussu so er tríggir útispælarar royndu seg fyrstu tíðina eftir, at Karl var givin — Michael Olsen, Karl Gudmund Henriksen og Olvheðin Jacobsen. Síðani vóru fleiri mál- verjar á KÍ liðnum. Men tað var ikki fyrrenn í 1974, tá ið 16 ára gamli Jógvan Linklett gjørdist málverji á besta liðnum, at klaksvíkingar aftur fingu ein málverja, sum var so mikið eyðsýndur, at hann varð roknaður millum teir bestu og ivaleyst eitt langt skifti var tann besti í land- in-um. Jákup Mikkelsen hevur fleiri ferðir sagt, at tað var tí, at hann sá so stórt í Jógvani Linklett, at hann fekk hug at verða málverji. Og tað kann væl hugsast, at Jógvan og Jákup eru partur av orsøkini til, at tað nú eru fleiri so mikið góðir málverjar í Klaksvík, at teir sunnudagin mannaðu fýra av tíggju málverjuplássum í bestu deildini. Mattias Samuelsen, sum framvegis er dreingjaliðsspælari, vardi KÍ málið á Skála. Tað megnaði hann rættuliga væl. Hann vísti sovorðið hegni, at eingin ivi kann vera um, at hann verður upplagdur avloysari hjá Jákupi Mikkelsen, tá ið hesin eina ferð í framtíðini fer at gevast. Um tað ganga fleiri ár, áðrenn Jákup gevst í KÍ málinum, so kann tað hugsast, at tað fara at verða boð eftir Mattiasi aðra staðni frá. Tað eru fleiri dømi um, at fyrrverandi KÍ málverjar spæla aðra staðni. Síðani summarsteðgin hava tríggir klaksvíkingar, sum hava tað til felags, at teir eru mál- verjar, ferðast um Leir- víksfjørð fyri at venja og spæla dystir við øðrum feløgum. Gunnar á Steig vardi sunnudagin málið hjá EB/Streymi, tá ið teir spældu í Fuglafirði. Fram til og við 1998 var hann málverji hjá KÍ. Tá ið tað ikki tóktist vera pláss fyri honum í KÍ málinum vóru boð eftir honum av Eiði, og síðani hevur hann vart málið hjá EB/Streymi. Karstin Joensen var málverji hjá KÍ í fjør. Tá ið tað var greitt, at Jákup Mikkelsen skuldi koma aftur til Klaksvíkar, valdi Karstin at spæla við ÍF. Har hevur hann havt úr at gera, og hann hevur staðið seg rættu-liga væl. Tað var eitt nú Gunnar á Steig eygna- vitni til sunnudagin, tá ið ÍF hevði vitjan av EB/Streymi. Meinhard Joensen vardi KÍ málið í 2002. Meinhard var so mikið plágaður av ryggskaða í fjør, at tað ikki var hugsningur um hjá honum at spæla fótbólt. Síðani mitt í summar hevur verið frægari. Seinastu vikurnar hevur Meinhard verið í B68 málin-um. Tað var hann eisini sunnudagin, tá ið tað í Vági eydnaðist B68 at vinna fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárin- um. Jákup Mikkelsen vardi ikki málið hetta vikuskiftið, men fýra aðrir klaksvíkingar royndu seg kortini sum málverjar í bestu deildini. Nevnliga Meinhard Joensen í B68, Gunnar á Steig í EB/Streymi, Karsten Joensen í ÍF og Mattias Samuelsen, sum vardi KÍ-málið hesaferð Nógvir málverjar í Klaksvík C M Y K 18 Sølufólk til farma deildina Vit søkja eftir sølufólki til farmadeildina. Farmadeildin er ein deild hjá Smyril Line, ið heldur til í pakkhúsinum við Eystaru Bryggju. Arbeiðsuppgávur: Uppgávur tínar verða, umframt at troyta verandi og alternativar farmafl utningsmøguleikar, at ráðgeva, veg leiða og røkja samskiftið við viðskiftafólk okkara. Sum seljari fært tú eisini sum uppgávu at geva tilboð og skriva kontraktir. Førleikakrøv · At tú ert ein seljari við stórum S · Dugir at arbeiða sjálvstøðugt · Dugir at veita viðskiftafólki okkara holla vegleiðing · Tænastuhugað/ur og góð samstarvsevni · Tað er ein fyrimunur at hava royndir og útbúgving innan sølu Vit bjóða eitt starv við stórum avbjóðingum. Menn- andi arbeiðsumhvørvi og góðar starvsfelagar. Løn sambært avtalu. Umsókn við møguligum prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. septem- ber og skulu stílast til: Smyril Line Postsmoga 370 FO-110 Tórshavn Att.: Heðin Joensen ella við telduposti til: hedinj@smyril-line.fo Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heðin Joensen, leiðara á farmadeildini, á tlf. 34 59 62. Eystara Bryggja · Postsboks 370 FO-110 Tórshavn · Tlf: 34 59 60 Fax: 34 59 52 · cargo@smyril-line.fo Skrivari til farmadeildina Søkt verður eftir skrivara til farmadeildina. Starvið umfatar millum annað vanligt skrivstovu- arbeiði og samskifti av ymiskum slag. Arbeiðsuppgávur Tú kemur at taka tær av ymiskum skrivaraarbeiði, sum at samskifta við viðskiftafólk, samskipa fundir, arkivera og gera sjálvstøðugar skrivligar uppgávur, sum brævasamskifti, fundarfrásagnir, samandráttir o.a. Førleikakrøv: · Dugir at arbeiða sjálvstøðugt · Skal duga føroyskt og enskt í skrift og talu · Góðan teldukunnleika · Tænastuhugað/ur og góð samstarvsevni Løn sambært avtalu. Umsókn við møguligum prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. septem- ber og skulu stílast til: Smyril Line Postsmoga 370 FO-110 Tórshavn Att.: Heðin Joensen ella við telduposti til: hedinj@smyril-line.fo Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heðin Joensen, leiðara á farmadeildini, á tlf. 34 59 62. Eystara Bryggja · Postsboks 370 FO-110 Tórshavn · Tlf: 34 59 60 Fax: 34 59 52 · cargo@smyril-line.fo