Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 14. september 2004 21 21 20 Nr. 174 - 14. september 2004 ÍF fekk eitt stig úr dystinum móti EB/Streymi, og tó at B68 vann, so bøtti stigið munandi um støðuna hjá fuglfirð- ingum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað var einki at fara skeivur í, at fuglfirðingar høvdu sett nøsina upp eftir trimum stigum, tá teir sunnudagin fingu vitjan av EB/Streymi. Ein sigur her vildi – saman við B68 tapi – viðført, at ÍF ekkaleyst kundi fara á Svangaskarð um eina viku. Tað kunnu teir ikki heilt, tí toftamenn vunnu óvænt- að sín dyst, umframt at ÍF ikki vann, men stigið hjá ÍF kann tó vísa seg at hava stóran týdning. Í øllum førum gjørdi tað nú, at B68 skal vinna í minsta lagi tvær ferðir afturat, fyri at teir skulu bjarga sær upp um ÍF, sum annars hevur fyrrverandi B68-venjaran við stýrisvølin nú. Heimatrýst ÍF legði fyri sum eitt óløgi sunnudagin. Alt fyri eitt sást, at heimaliðið hevði nakað nógv meira bit í tacklingum og nærdystum annars, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn teir høvdu lagt seg á odda. Fríspark varð dømt nakað uttan fyri brotsteigin, og Høgni Zachariasen høgdi til móti samankomingini, uttan at Gunnar á Steig í EB/Streyma málinum hevði nakran sum helst møguleika at bjarga. Og eftir hetta tóktust teir á heimaliðnum at hava fult tamarhald á dysitnum. EB/Streymur var kanska ikki heilt vandaleyst, tá teir kontraðu, og ta einu ferðina átti Sorin helst at havt skorað, men tað var ÍF, sum átti trýstið hesi fyrstu trý korterini. Eftir steðgin komu gest- irnir tó betri við. Teir megnaðu í ávísan mun at trýsta vertirnar, sum nú kanska eisini hugsaðu meira um verjupartin, men tað skuldi eitt mál av teimum heldur kontroversi- ellu til, áðrenn útjavningin fall. Fuglfirðingar hildu í øll- um førum, at EB/Streymur skuldi geva teimum bóltin eftir innkast, men gestirnir vóru tó ikki samdir í hes- um. Innkastið varð tikið skjótt, og tá Fróði Clement- sen sendi inn um ÍF-verj- una, var Sonni L. Petersen skjótur at toga seg enn eitt fet upp eftir máltindinum, har hann nú bert er eitt mál frá Rógva Jacobsen. Gestirnir best nøgdir Gestirnir tóktust vera nøgd- ir um, at talan ikki varð um tap, og í øllum førum var tað ÍF, sum trýsti meira seinastu løtuna. Teir vóru eisini nær við einar tvær ferðirnar, men meira enn næstan gjørdist tað ikki. Sum heild eru tað helst eisini gestirnir, sum kunnu vera betri nøgdir um úr- slitið. Tað bar við sær, at EB/Streymur framvegis hevur fatur í breiða miðju- feltinum, og tó at talan helst ikki verður um heiðurs- merki, so tykist tað aftur í ár at vera framgongd í mun til seinasta kappingarár, og kunnu teir í felagnum áhaldandi halda fast um hesa framgongd, er nokk ikki so nógv at fýlast á. Hjá ÍF høvdu trý stig verið ógvuliga kærkomin. Ikki minst nú B68 eisini vann, men enn halda fugl- firðingar seg so á plássin- um, sum gevur rætt til at spæla um plássið til kom- andi kappingarár. Um tað so eisini skal eydnast teimum at halda fast um plássið, er ein onn- ur søga. Fyrsti partur av henni verður skrivaður um eina viku, tá ÍF vitjar á Svangaskarði, har B68 ikki hevur ráð at hugsa um nakað annað enn trý stig. ÍF-EB/Streymur 1-1 (1-0) 13.: 1-0 Høgni Zachariassen 63.: 1-1 Sonni L. Petersen ÍF: Kartin Joensen – Áki Petersen, Viggo Johanne- sen, Bartal Eliasen, Rúni Elttør – Hanus Eliasen, Høgni Zachariassen, Eyðolvur Petersen – Gunnar Nielsen (46.: Eyðun Ryggshamar), Sylla D. Amed (72.: Teitur Joensen) – Magni á Lakjuni. EB/Streymur: Gunnar á Steig – Gert Hansen, Fróði Clementsen, Andrzej Pacek, Esmar Eiðisgarð – Bárður Olsen, Knút Vesturtún (46.: Jákup M. Joensen), Marni Djurhuus, (75.: Hallur Jacobsen), Hans Pauli Samuelsen – Sorin Angel, Sonni L. Petersen. Gult kort: Viggo Johannesen, Sylla D. Amed – Esmar Eiðisgarð. Dómari: Birgir Sondum FAKTA UM DYSTIN ÍF-EB/Streymur: Týdningar- mikil javnleikur Tað eydnaðist ÍF at fáa eitt stig úr heimadystinum móti EB/Streymi, men einki er at ivast í, at teir høvdu ætlað sær sigurin Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 20 Bingotúrur við spenningi og fjøl- broytt um mati, ÓTRÚLIGA góðum vinningum, góðum innkeyps møgu- leikum í hugnaligum um hvørvi. J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Pakkaferð til Danland Ferðir við Norrönu Flogferðir við Atlantic Airways Vikuskifti á Hotel Føroyum Døgurðar á Hotel Føroyum Luktilsi ...og mangt annað 4 koyggjukamar v. wc/bað innv. ..... 600,- 4 koyggjukamar v. wc/bað útv. ....... 700,- 3 koyggjukamar v. wc/bað innv....... 800,- 3 koyggjukamar v. wc/bað útv. ....... 900,- 2 koyggjukamar v. wc/bað útv. .... 1.000,- Prísurin fatar um ferð fram og aftur á farleiðini Tórs havn- Hanstholm (matur og drykkju vør ur ikki íroknað). PRÍSIR Prísur fyri hvønn úr kr. 600,- Vinningar: