Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 14. september 2004 23 Símun Eliasen var sjálvandi ovurfegin eftir enn eitt gull- merki. Hesaferð stóð verjuleikarin enntá sum match-vinnari FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á pappírinum varð sigurs- málið hjá HB sunnudagin skrásett sum sjálvmál, men hóast hetta, so mundi Sím- un Eliasen kenna seg eiga ein part av hesum. Sjálvur greiddi verjuleikarin so- leiðis frá, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin. – Skal eg vera erligur, so var málið kanska eitt sindur tilvildarligt. Kári fekk bólt- in eftir hornaspark, men fekk ikki rættiliga skot á. Eg royndi meg so við høgru skoytu, og so var eg heppin, tá Allan snittar bóltin upp um egnan málverja. Soleiðis greiddi Símun Eliasen eftir dystin sunnu- dagin frá málinum, sum endaliga vissaði HB meist- araheitið triðja árið á rað. Og tað er einki at ivast í, at talan hesaferð er um eitt tað tryggasta meistaraheit- ið, sum yvir høvur er vunnið í føroyskum mans- fótbólti. Ellivu stig eru niður til næsta liðið, nú trý umfør eru eftir at spæla, og tað bendir í øllum førum á stóran styrkismun. Men hevur HB eisini verið somikið nógv betri enn hini liðini í ár? – Vit hava í øllum førum havt tann breiðasta hópin, og tað hevur havt nógv at siga. Hartil haldi eg, at vit í ár hava spælt sera effektivt. Vit ansa eftir, at vit ikki missa nakrar býttar bóltar í uppspælinum, sum hini kunnu revsa, og so hava vit sjálvandi eisini havt nakrar leikarar, sum eru førir fyri at skjóta málini, staðfesti Símun Eliasen at enda. Hava verið effektivir Hildur fekk sjálvandi eitt ordans klemm, nú babba var maðurin, sum tryggjaði HB meistaraheitið Mynd: Álvur Haraldsen Hesir tríggir hava mangan tikið tøk á vøllinum, ta tíð tað var. Nú er tað tó uttan fyri vøllin, at teir gera um seg, og trúgvir hava teir verið. Heri Nolsøe, Martin á Mýruni og Eirikur Rasmussen munnu allir tríggir vera ímyndin av sonnum HB’arum Mynd: Jan Müller Gamlar kempur 23 22 Nr. 174 - 14. september 2004 Triða árið í slag kann HB rópa seg føroya- meistara. Hetta varð staðfest í Gundadali sunnudagin, tá HB vann grannaupp- gerðina, samstundis sum Skála snávaði á heimavølli móti KÍ FØROYAMEISTARAR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað ljóðaði kanska eitt sindur omaná, men lýsingin frá HB í Útvarpinum kundi neyvan misskiljast. Nú støðan enn einaferð hevði lagað tað soleiðis, at HB er føroyameistari í mansfót- bólti, sá felagið seg aftur í ár noytt at skipa fyri FM- dansi í felagshúsunum. So var støðið líka sum lagt, og fyri B36 viðhalds- fólk mundi støðið helst eisini vera lagt longu tið- liga sunnumorgunin. Veð- urgudarnir hava annars ofta lagað tað soleiðis, at veðrið hevur verið av tí allarbesta, ta´grannauppgerðir hava staðið á skránni, men allan sunnudagin oysti heystar- regnið omanyvir høvuðs- staðin. Og tað var kanska eitt slag av einum metafori, tá Týr og teirra tungi rokk- tónleikur so eisini varð sett sum upphiting til granna- slagið. Tí tungt var tað í øllum førum hjá B36 sunnudagin. HB stóð fyri triðja árið á rað sum meistarar, tá Lass- in Isaksen hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Nervin var við Undan hesum høvdu tey mongu viðhaldsfólkini hjá havnarfeløgunum verið vitni til ein dyst av teimum heilt spennandi. Kanska var talan ikki um best leiktu uppgerðina á árinum, men nervin og intensiteturin var alla tíðina til staðar. B36 gav alt fyri eitt til kennar, at stóð tað upp til teir, so skuldi tað so í øllum førum ikki vera í dag, at HB skuldi standa sum meistarar. Frá fyrsta bríksli var talan um harðan dyst um hvønn einasta bólt, og hvørgin parturin megnaði at vinna seg fram til nakra veruliga yvirvág. Vindurin darvaði kanska spælinum nakað, og tað var HB, sum átti hendan í ryggin fyrra umfarið. Talan gjørdist tó ikki um nakað massivt trýst oman móti B36-málinum, og heldur var tað kanska B36, sum við eini røð av hornaspørk- um tóktist meira nærgang- andi fyrstu longu løtuna. Hinvegin tóktist tað meira vandamikið,tá HB setti ferð á móti málinum. Við Heðini á Lakjuni og Jákupi á Borg í hvør sínum borði, var ferðin alla tíðina nógv, og fleiri ferðir varð roynt at stinga inn um B36- verjuna, sum tó fyri tað mesta megnaði at standa á røttum stað. Tungt hjá B36 Dygst undan steðginum eydnaðist tó HB at leggja seg á odda. Eftir horna- spark ferðaðist bólturin nakað í brotsteiginum, áðr- enn Símun Eliasen royndi seg. Skotið var ikki so hart, og uttan iva hevði Magnus Poulsen tamarhald á støð- uni. Allan Mørkøre – sum annars mnudi vera besti B36-leikarin fyri steðgin – royndi tó at stúta bóltin burtur, men hann fekk ikki meira enn broytt kósina á honum, og so var HB á odda. Hetta noyddi B36 í enn størri mun at leggja dent á álopspartin eftir steðgin, men tað var tó skjótt, at uppgávan varð gjørd enn truplari. Á miðjum vølli hevndi Alex dos Santos seg móti Jákupi á Borg, og so fekk Lassin Isaksen illa gjørt annað enn at geva brasiliumanninum reyða kortið. B36 fall tó ongantíð í fátt. Støðugt royndu teir at skapa eitt trýst oman móti HB-málinum, og tó at ein mest sum ósjónligur John Petersen varð tikin skaddur av vøllinum, so tóktust teir alla tíðina hava vónina um, at setningurin ikki var heilt ógjørligur. Men tað eydnaðist so ikki, kortini. Fyrst og fremst tí HB verjan hevði tamarhald á tí allar mesta av tí, sum fór fram, og hó- ast B36 hevði bóltin nógv, so gjørdist talan ongantíð um veruligar málmøgu- leikar. So var HB nakað nógv nærri við at økja til 2-0, men tá teir vóru ikki nóg neyvir, tá teir fingu kontra- møguleikarnar. Magnus stórbjargaði, tá Heine Fern- andez slapp leysur, og tá bæði Jákup og Rógvi raktu træverkið, mundu tey í HB skýlinum halda ondini. Men tað nýtist teimum so ikki longur. Leiðslan hjá HB helt, og tá KÍ so sam- stundis órógvaði Skála, kundu HB-viðhaldsfólkini aftur í ár tysja inn á vøllin. Triðja árið á rað hevur felagið vunnið FM-heitið í føroyskum mansfótbólti, og ikki nóg mikið við tí. Á 100 ára degnum er felagið nú eisini tað mest vinnandi yvirhøvur í føroyskum fót- bólti. Ein heiður, sum KÍ annars hevur átt leingi. Same procedure as last year: Same procedure as every year HB-B36 1-0 (1-0) 1-0: sjálvmál, 43 HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Jákup á Borg, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, Heðin á Lakjuni – Heine Fernandez, Rógvi Jacobsen Gult kort: Heðin á Lakjuni, 14., Rúni Nolsøe, 45., Rógvi Jacobsen, 81. B36: Magnus E. Poulsen – Allan Mørkøre, Jóhann- is Joensen, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen – Bárður Mortansson (Arnbjørn Danielsen, 65.), Klæmint Matras, Ronnie Samuelsen, Alex dos Santos – Bergur Midjord (Levi Hanssen, 65.), John Petersen (Egil á Bø, 52.) Gult kort: Jóhannis Joensen, 22., Allan Mørkøre, 73., Ronnie Samuelsen, 80. Reytt kort: Alex dos Santos 49 Dómari: Lassin Isaksen. Var kanska nakað seinur við fyrsta gula kortinum, tí alt fyri eitt komu bæði vakrar og minni vakrar tacklingar sendandi gjøgn- um luftina. Megnaði tó skjótt at finna eina linju at koyra dystin eftir, og tó at floytaríið onkra tíð kundi tykjast í meira lagi, so tóktist hetta vera tilvitað valt, til tess at halda takinum í dystinum. FAKTA UM DYSTIN C M Y K 22 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo