Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 174 - 14. september 2004 Eingin ivi er um, at HB í ár var besta liðið, og líka so lítil ivi tykist vera um, at HB eisini hevur sterk- asta fótbóltsfelagið í landinum yvirhøvur HB Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skal takast samanum kapp- ingarárið, ella tey fimtan umførini, sum higartil eru leikt, so er einki at ivast í, at HB so ruddiliga hevur uppiborið átjandi meistara- heitið. Teir eru longu meistarar, hóast trý umfør eru eftir at spæla. Ellivu stig eru niður til næsta liðið, og HB er samstundis liðið, sum hev- ur skorað so nógv tey flestu málini, samstundis sum teir eisini eru liðið, har fægst mál eru farin ígjøgnum. At liðið so eisini í seinastu trettan dystunum hevur vunnið sær 37 stig av 39 møguligum ber boð um ein óhugnaligan stabilitet, sum einki av hinum liðunum hevur gjørt teimum eftir. Vendi móti VB Tað var annars ikki so nógv, sum bendi á eina so skjóta avgerð av FM-heitinum, tá tvey umfør vóru leikt av kappingini. HB hevði tá verið fyri einum skelkandi tapi á Skála og einum mál- leysum javnleiki á Mølini á Eiði, og hetta var so als ikki tað, sum kræsnu viðhalds- fólkini høvdu ímyndað sær undan kappingarbyrjan. Ein tepur – og heppin – 2-1 sigur á VB í triðja um- farinum var tó við til at venda gongdini, og síðani hevur tað mest sum gingið slag í slag. Ikki minst gjørdi tað góðan mun, at Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni skiftu um pláss, soleiðis at Rógvi brádliga gjørdist ein tann vanda- mesti boksspælarin í land- inum, samstundis sum Heðin fekk nýtt ferð sína í borðinum til at skapa neyð- ugu møguleikarnar. At Jákup á Borg so eisini kom í hópin, eftir at hans- ara leigumál í OB rann út, gjørdi á ongan hátt hópin veikari, og yvirhøvur tykist HB vera liðið, sum í nógv størstan mun hevur havt gardering ímóti skaðum á liðnum. Eisini hóast teir í árinum søgdu farvæl við leikarar sum Hans á Lag, Martin Christensen og Nico Dugaru. Serliga Martin var annars í fjør ein av avgjørdu stuð- ulsleikarunum á liðnum, men hann byrjaði árið skaddur, og tá eitt pláss á miðvøllinum nú kortini var leyst, setti Kári Nielsen seg somikið dyggiliga á hetta, at hann eisini fekk lands- liðsboð, tá Holland undan EM-kappingini hevði bjóð- að okkara av. Saman við Rúna Nolsøe var Kári her við til at manna ein av arbeiðssam- astu miðvøllunum í landin- um, og við Jákupi og Heð- ini á kantunum, hevur hetta givið HB loyvi til at spæla eitt sera skjótt umstillings- spæl, har mótstøðan ofta verður tikin av bóli, tá mót- álopini verða send avstað. Effektivitetur Saman við stabilitetinum hongur eisini ein óhugna- ligur effektivitetur, sum alla tíðina hevur borgað fyri, at mál verða skotin, hóast spælið ikki hevur verið av tí besta. Sum nevnt áður, so gjørdist álopsspælið hjá HB nakað væl vandamikl- ari, tá Rógvi varð fluttur í álopi, og so hevur liðið eis- ini havt Heine Fernandez. Hann hevur kanska ikki superligustøði longur, men hann hevur eina sjáldsama nøs fyri málinum, soleiðis at hann ferð eftir ferð megnar at standa júst har, sum leysu bóltarnir enda, soleiðis at hesir bert skulu skumpast seinastu metrarn- ar í málið. Og er tað nakað, sum hini liðini ikki hava megnað, so er tað at skjóta neyðugu málini móti HB. Tað mundi annars kennast sum dyggur smeitur, tá Bárður Johanne- sen tíðliga á árinum fekk álvarsligan skaða. Men hóast hetta, so megnaðu av- loysararnir at standa somik- ið væl, at óneyðuga dýr stig ikki vórðu tveitt burtur. Og tá Bárður so kom aft- ur í málið, varð hetta mest sum læst. Síðani summar- steðgin eru bert tvey mál skotin ímóti HB. Liðið hev- ur so eisini havt nakrar av bestu verjuleikarunum í landinum í verjupartinum. Vagnur Mohr Mortensen var eisini ein av nýggju landsliðsmonnunum í juni mánaði, men sjálvt ikki hetta kundi vissa honum sess í miðverjuni, har Sím- un Eliasen og Jan C. Dam endurtóku góða samstarvið frá í fjør. Í vinstru hevur Janus M. Joensen nú á fimta árið hildið fast um sítt pláss, meðan Hallur Danielsen og Vagnur so fyri tað nógva hava dystast um plássið á høgra bakki. Avbjóðararnir vikna Samanlagt hevur hendan eindin í ár verið so nógv tann sterkasta, og sum landið liggur í løtuni, so tykist tað meira enn iva- samt, um nakar veruliga megnar at bjóða HB av í komandi kappingarári. Verður skeitt at tradition- ellu avbjóðarunum, so tykj- ast eingir av hesum í løtuni at vera førir fyri hesum. Bæði í Klaksvík og Runa- vík forðar fíggjarstøðan fyri tilgongdini, sum kann geva seinasta sparkið móti tindunum, og í Gøtu tykist liðið í ov stóran mun dúva upp á Súna Olsen, sum annars sigst hava sett kós móti HB-húsinum til kom- andi kappingarár. Grann- arnir úr B36 hava annað árið á rað møguleika at ogna sær silvurmerkini, men tað tykist kortini, sum stendur B36 nú fyri eini enduruppbygging av liðn- um. Eftir stendur helst, at tað aftur í ár kann gerast av Skála, at størsti avbjóðari kemur. Skála megnaði leingi at halda oddasessin- um í ár, men tá skaðar og leikbann fóru at raka, hevi hópurin ikki neyðugu breiddina at standa ímóti við. Nógv at gleðast um Tað breiddina hevur HB havt í ár, og einki bendir á, at tað sama ikki skal vera galdandi komandi kapping- arár. Fíggjarstøða felagsins hevur annars ofta elvt til høvuðsbrýggj, men eftir trý meistaraheiti við tilhoyr- andi UEFA-milliónum á rað man tann spurningurin eisini vera greiddur. Og við at skeita nakað niður ígjøgnum ymsu røð- irnar, er eisini skjótt at stað- festa, at tilfeingið hjá fel- agnum til komandi árini er bæði ríkt og gott. Alt fak- torar, sum samanlagt bera við sær, at HB ikki bara fer um 100 ára dagin sum før- oyameistari, men sum nógv tað sterkasta fótbóltsfelagið í landinum. Tað sterkasta í landinum Aftanífrá. Soleiðis hava flestu feløgini sæð HB í ár, og einki røkist fyri, at tann støðan fer at broytast komandi árini Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24 Nr. 174 - 14. september 2004 25 Varð sligin Ein av týðandi leikarun- um hjá HB í ár hevur uttan iva verið Jákup á Borg, sum í vetur skifti úr júst B36, sum var mótstøðuliðið í ár. Longu í fyrstu royndini eydnaðist honum eisini at gerast meistari, og hetta í sjálvum sær var eisini eitt av málunum, sum Jákup hevði, tá hann skifti. – Hetta er jú tað, sum tú strembar eftir. Tað undirstrikar eisini, at hetta er eitt felag, sum vil vinna, og tað hóskar væl til mín, staðfesti hann eftir dystin. Jákup var nokk ikki tann populerasti mað- urin á vøllinum, tá Alex dos Santos fekk reytt kort fyri hevnisøku móti honum. Hvørja ferð hann eftirfylgjandi fekk bóltin, var eitt stórt Buuh at hoyra úr B36- skýlinum, men sjálvur helt leikarin tó ikki, at hetta nervaði nakað stórvegis. – Tað var so í øllum førum reytt kort. Hann smekkar mær ein beint frammaná, so dómarin fekk so ikki gjørt nakað annað. – At tey so rópa eftir mær, má eg bara liva við. Eg veit jú, hvat áskoðararnir í B36 halda, so tað má vera teirra rættur. Men tað var nú eitt sindur øðrvísi enn móttøkan, sum eg fekk í fyrra dystinum. -jm Jákup á Borg segði, at reyða kortið til Santos als ikki kundi diskuterast Ein ótrúlig løta Tað var heilt skjótt, at Heine Fernandez kom eftir, at fótbóltur ikki bara snúi se um mál, men í eins nógvan mun um at forða mótstøðuni í at skora HB-VENJARIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum leikari hevur Heine Fernandez roynt tað mesta av tí, sum kann roynast í donskum fótbólti. Millum annað hevur hann tvær ferðir staðið við gullkrón- unum eftir lokna kapping. Men sum venjari var hann eitt púrasta óskrivað blað, tá hann í vár kom til Føroya. Hálvt ár seinni ella so kann tó staðfestast, at tað hevur skorist væl í fyrstu royndini. Steypa- kappingin varð tryggjað á ólavsøku, og nú er meist- araheitið so eisini heima, umframt at HB sum fyrsta føroyska liðið í ár megnaði at vinna Atlantssteypið, sum er dysturin millum før- oysku og íslendsku meist- ararnar. Og sjávlur duldi Heine ikki fyri, at hann var fegin um, at venjarastarvið hevði kastað somikið væl av sær higartil. Eisini hóast talan »bara« var um føroysku kappingina. – Tað er jú heilt øðrvísi. Sum venjari stendur tú jú við ábyrgdini av øllum liðnum. Og tá nakað eydn- ast, so er tað nakað, sum vit allir hava staðið fyri í felag, og í so máta er kenslan heilt øðrvísi. Tað var tó ikki gullið, sum stóð ovast á skránni eftir tey bæði fyrstu umførini. Hugs- aði tú nakrantíð um, at hetta nokk ikki akkurát var tú? – Nei, tað gjørdi eg ikki, men sjálvandi kann mann flenna at tí nú. Tað var so ikki ein serliga hugnaligur biltúrur, sum vit høvdu heim frá Eiði. – Men tað er eisini tað, sum ger tað spennandi at vera venjari. Um tú bara vinnur, soleiðis sum vit nú hava gjørt átta ferðir á rað, so er talan jú ikki um nakra avbjóðing. Men byrjanin gav okkum avgjørt nakað at arbeiða við, og vit funnu so tíbetur aftur á beint. Byggja frá verjuni Einki er at ivast í, at ein av uppskriftunum hjá HB, til tess at finna aftur á beint, hevur verið ein óhugnaligur effektivitetur. Ein eginleiki, sum hevur havt við sær, at HB mest sum hvørja ferð hevur verið omaná, hóast spælið ikki altíð hevur verið líka sannførandi. Og venjarin dylir heludr ikki fyri, at hetta er nakað, sum teir hava arbeitt sera nógv við í ár. – Fyrst og fremst helt eg, at vit skuldu betra okkum í verjupartinum, tá vit høvdu leikt nakrar dystir í steypa- kappingini. Tað var mest sum hvørja ferð soleiðis, at tá mótstøðuliðini skoraðu, høvdu vit skyldina av tí, og tað máttu vit so inn at arbeiða við. – Sjálvandi hevði eg sum venjari – og fyrrverandi álopsspælari – eina ímynd av, at vit skuldu spæla álopsspæl. Men eg mátti so skjótt ásanna, at tú byggir eitt fóbóltslið upp frá verju- partinum. Og tað hava vit so nýtt nógv tíð uppá. Um mótstøðuliðini skora móti okkum, so skal tað vera tí, at tey duga at spæla fótbólt, og ikki tí vit loyva teimum at skora, staðfestir hann. Njóta gullið Sjálvur hevur Heine gjørt av, at hann og HB skulu halda fram við samstarv- inum í øllum førum eitt ár ár afturat, og spurdur, hvørt málið tá er enn eitt gull- merki, sigur hann, at tað fær hann ikki so væl sagt nú. – Nú skulu vit fyrst njóta hetta, áðrenn vit fara at tosa um næsta ár. Vit vita heldur ikki, hvørjar broytingar vera í hópinum. Tað er altíð onkur, sum fellur frá, og aðrir, sum koma til. Vit skulu so í øllum førum eisini spæla 18 dystir í landskappingini næsta ár, og so mugu vit síggja, hvussu tað fer at hilnast, helt altso Heine Fernandez at enda. Rúni Nolsøe hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála við HB, so sjálvur helt hann, at gullmerkið í ár verður tað næst seinasta hjá sær HB-SKIPARIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri fjórðu ferð í tíð síni í HB kann Rúni Nolsøe við kappingarlok fara eftir FM- steypinum, og sjálvur ætlar hann so ikki, at hetta skal vera tað seinasta. – Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður, men eg havi so eitt ár eftir av sáttmálinum, og skal eg spæla tað árið liðugt, so verður hetta helst tað næst- seinasta, helt hann við einum smíli. Av hinum trimum meist- araheitunum, er einki tó komið til høldar í so góðari tíð, sum hesaferð, og Rúni sigur eins og liðfelagarnir, at stabilitetur hevur verið lyklaorðið í hesum. – Hini liðini hava øll havt sínar ringu løtur, men hjá okkum hevur tað alla tíðina koyrt beint frameftir. Vit hava kanska ikki spælt so vakran fótbólt, men stríðs- viljin hevur alla tíðina verið í topp, og tað hevur í øllum førum borið okkum heilt langt. Og fer talan eisini at vera um sama stríðsvilja í sein- astu dystunum, nú tit longu hava vissað tykkum gullið? – Næstu ferð eru Heðin og eg leikbannaðir, so tað verðu nokk ikki heilt tað sama, sigur hann, áðrenn hann brestur í at flenna. – Nei. Sjálvandi fara vit eisini í komandi dystunum inn á vøllin fyri at vinna, men tað verður eitt sindur løgið at spæla. Eg ivist tó ikki í, at seinasti dysturin fer at verða heilt stuttligur, men eg ivist eitt sindur í, hvussu hinir báðir verða, sigur HB-liðskiparin at enda. Næst seinasta gullið Tað var ein mest sum eydnusamur Heine Fernandez, sum vit fingu orðið á, eftir at meistaraheitið var vissað Mynd: Álvur Haraldsen – Næstu ferð eru Heðin og eg leikbannaðir, so tað verðu nokk ikki heilt tað sama, sigur ein flennandi HB- liðskipari Mynd: Álvur Haraldsen 25