týsdagur 14. september 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 174 - 14. september 2004
NSÍ-GÍ 2-1 (2-0)
NSÍ tendraði
Runavíkingar fingu
loksins nakað at fegn-
ast um, tá teir fingu
fult móti GÍ, men í
Gøtu spyrja tey,
hvussu tað bar til, at
Jens Martin slapp
snikkaleysur frá
brotssparksdómi
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Gøtumenn mundu missa ta
allar seinastu vónina um
heiðursmerki í ár, eftir at
teir máttu stigaleysir aftur
um Gøtueiði sunnudagin.
Runavíkingar hava ann-
ars ikki havt eitt ár, sum
hoyrir heima millum tey
minnisríkastu hjá felagn-
um, men serliga í fyrra
hálvleiki glógvaði í teimum
sunnudagin.,
Vertirnir løgdu fyri sum
óløgi, og GÍ fekk snøgt sagt
ikki beint til jørðina hesa
fyrstu longu løtuna. Tað
eydnaðist eisini heimaliðn-
um við stuttum millumbili
at leggja seg á odda við
tveimum málum, og í báð-
um førum var Ian Højgaard
høvuðsmaður. Fyrst fann
rituvíkingurin Ike við ein-
um frísparksinnleggi, og
bara tveir minuttir seinni
kom Ian sjálvur á talvuna
eftir uppspæl í høgru síðu.
Einki kort
Og í roynd og veru kundu
runavíkingarnir
kanska
fingið okkurt málið afturat
fyri steðgin, men GÍ megn-
aði tó at halda tørn, fyri
síðani at leggja harðliga
fyri eftir steðgin. Kanskia
fullu runavíkingarnir nú
eisini nakað aftur á vøllin,
soleiðis at GÍ-trýstið kundi
gerast enn størri, men
leingi var tó líkt til, at hetta
ikki skuldi geva nakað
úrslit.
GÍ fekk tó minkað um
munin, tá Krzystof Popc-
zynski vann sær eitt brots-
spark, sum runavíkingarnir
als ikki vóru nøgdir um,
men tað var helst ikki tað,
sum fekk størstu umrøðuna
eftir dystin. Heldur var tað
staðfestingin av, at hóast
dómarin
bríkslaði
fyri
brotssparki, tí hann metti
Jens Martin hava tikið
beinini undan pólverjanum,
so valdi hann als ikki at
geva kort fyri hendingina.
Jens Martin hevði annars
longu eitt gult kort á kont-
ini, og tí hildu gøtumenn í
øllum førum, at landsliðs-
málverjin skuldi fingið
march-ordra.
Hvussu var og ikki, so
varð Súni Olsen settur at
taka sær av brotsspark-
inum, og hetta gjørdi hann
uttan stórvegis hóvasták.
Bólturin
varð
umvegis
tvørtræið hamraður í málið,
og so fekk Jens Martin ikki
gjørt stórvegis.
Seinastu løtuna royndi GÍ
at trýsta fyri útjavningini,
men tað eydnaðist teimum
ikki at finna vegin fram við
Jens Martini, og nú tykist
tað standa minni væl til við
heiðursmerkjadreymunum
hjá GÍ. Ein sigur her hevði
annars havt við sær, at
frástøðan upp til Skála bert
vildi verið tvey stig.
Europa dregur
Enn eru sjálvandi níggju
stig eftir at stríðast um,
men tað skal fella væl í lag
hjá GÍ, um teir nú skulu
vinna seg upp á heiðurs-
merkjapláss. Ikki minst, tá
ein av eftirverandi dystun-
um eisini er í Gundadali
móti HB.
Runavíkingar hava somu-
leiðis 21 stig, men eins og í
GÍ mugu teir helst eisini
ásanna, at talan so ikki
verður um metall í lands-
kappingini í ár. Hinvegin,
so hava runavíkingarnir
longu vissa sær sæti í
Europa til komandi kapp-
ingarár. Oddasessurin hjá
HB hevur nevnliga við sær,
at tapta steypafinalan gevur
atgongd til UEFA-Cup, og
einki er at ivast í, at NSÍ í
so máta hevur rokkið eitt av
málunum, sum vórðu sett
undan kappingini.
NSÍ-GÍ 2-0 (2-1)
1-0: Ikechuckwu Onyema, 21
2-0: Ian Højgaard, 23
2-1: Súni Olsen (br.), 76
NSÍ: Jens Martin Knudsen – Gert Langgaard, Óli
Hansen, Áki L. Hansen, Sjúrður Jacobsen – Andy
Olsen, Kári Hansen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen
(Jústinus R. Hansen, 74.) – Helgi L. Petersen (Einar
Hansen, 89.), Ikechuckwu Onyema
Gult kort: Jens Martin Knudsen, 13., Ikechuckwu
Onyema 90.
GÍ: Hallur Hansen – Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð,
Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Áslakur R. Peter-
sen, Símun Louis Jacobsen (Poul Henning Jacobsen
80.), Adam Pauwelszek (Poul Andrias Jacobsen,
89.), Hans Pauli Petersen – Krzystof Popczynski,
Súni Olsen
Gult kort: Poul Ennigarð, 85., Hans Pauli Petersen
13.
Dómari: Petur Skarðenni
FAKTA UM DYSTIN
Tað er ikki bara sjálvt
HB, sum hevur rund-
an dag í ár. Stuðlarnir
fylla eisini 25 ár
STUÐLARNIR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í hesum sambandi hevði
Eyðun Dahl-Christiansen
gjørt eina tekning av ver-
andi nevndini í HB-stuðl-
um, og eftir dystin kundi
hann so handa tekningina
til formannin í HB-stuðl-
um, Sólbjørn Thomsen.
Hetta er triðja árið, at
Sólbjørn er formaður í HB-
stuðlum, og við trimum
gullmerkjum hesi árini er
einki at siga til, at tað var
ein nøgdur formaður, sum
eftir dystin ynskti leikarun-
um tillukku.
– Eg haldi so ikki, at
okkara partur hevur ligið
eftir, men tað eru sjálvandi
fyrst og fremst leikararnir,
sum eiga æruna av gullin-
um, helt Sólbjørn.
Og við trimum gull-
merkjum innan trý ár fær
staðfestingin illa vera ein
onnur, enn at Sólbjørn hev-
ur verið ein góður for-
maður, men sjálvur vil
hann einki siga, um hann
eisini
heldur
fram
í
sessinum.
– Tað fáa vit at síggja.
Vit hava okkara aðalfund
um ikki so langa tíð, og tá
stendur mín sessur so fyri
vali. So fáa vit at síggja,
hvat limirnir halda, stað-
festi hann at enda.
Umframt
formannin,
telir nevndin í HB-stuðlum
seks aðrar limir. Tey eru
Marianna Eysturoy, Ingi
Gunnarson, Jógvan Páll
Lassen, Regin Berg, Aage
Samuelsen
og
Miriam
Hinz.
Stuðlarnir fylla eisini
Sólbjørn Thomsen við tekningini, sum varð handað HB-stuðlunum eftir dystin
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
26
Nr. 174 - 14. september 2004
27
27
Skála, sum saknaði
fýra av stuðulsspælar-
unum, javnaði í síðsta
minutti, men í stuttu
tíðini, sum dómarin
hevði lagt afturat
báðum umførunum,
fingu klaksvíkingar
sigursmálið
SKÁLA-KÍ
Jóannes Hansen
Avrikið á Skála sunnudagin
fer ikki í søgubøkurnar sum
eitt av teimum frægu.
Hvørki hjá Skála ella KÍ.
Skála royndi í 2. hálvleiki,
tá ið teir tóktust eiga meiri
orku enn gestirnir, at flyta
bóltin skjótt runt. Men tað
var trupult, tí saknurin í
fleiri av føstu monnunum
var so meinur.
Klaksvíkingar vóru av-
gjørt ikki komnir á Skála at
undirhalda við poleraðum
leikligum avriki. Teir vóru
komnir fyri at sparka og
stríða seg til trý stig, og tað
eydnaðist. Tað vóru teir
fegnir um. Hetta var triðja
ferðin á rað, at teir fingu
fult, og hesa ferð vunnu
teir, eftir at teir tað mesta av
2. hálvleiki leikliga høvdu
ligið undir.
So kann altíð vigast fyri
og ímóti, um tað var tí, at
fleiri á KÍ liðnum ikki eru í
nóg góðari venjingarstøðu,
ella um tað var tí, at
konseptið var so primitivt,
at størsti parturin av liðnum
skuldi liggja aftarlaga á
vøllinum — vongverjarnir
tóktust hava fingið boð um
ikki at fara fram um
miðstrikuna - og sparka
langt fram til Ova Nysted
og Erling Fles, sum ar-
beiddu nógv, men sum í 2.
hálvleiki høvdu lítið sam-
band við aftaru keturnar.
Jan
Andreasen,
sum
seinastu ferðirnar hevur
verið í miðverjuni, var leik-
bannaður. Fyri at styrkja
um miðverjuna var Atli
Danielsen, sum heilt klárt
var besti maður á vøllinum,
fluttur aftur av álopskenda
miðvallarplássinum og í
miðverjuna.
Tað
hevði
sjálvandi við sær, at upp-
spælið hjá KÍ ikki gjødist
so sannførandi, sum tað
kundi havt verið. Men mið-
verjan kundi ikki havt
fingið betri styrk.
Jákup Mikkelsen var á
beinkinum, meðan U-19
málmaðurin, Mattias Sam-
uelsen, fyri fyrstu ferð
vardi KÍ málið í lands-
kappingardysti. Tað slapp
hann heilt væl frá. Hóast
ungur og harvið óroyndur,
so smæddist hann ikki fyri
at stýra garvaðu monnun-
um frammanfyri seg, hann
var ósmæðin, tá ið hann
tveitti seg í nærdyst við
Pujo, og hann var tryggur,
tá ið hann fór út í brots-
teigin eftir innleggum.
Hjá Skála sást einki til
Jónhard
Frederiksberg,
Nenad Stankovic, Dusan
Jaic og Paula G. Hansen.
Tað hevði við sær, at Johan
Nielsen var noyddur at
brúka
fleiri
av
minni
royndu spælarunum. Eitt
nú var sentrali miðvøllurin
mannaður púra av nýggj-
um. Sjálvandi kendist tað,
at fleiri nýggir vóru við,
men hóast teir manglaðu
fleiri av føstu monnunun-
um, so høvdu skálamennin-
ir lættari við at finna hvønn
annan, enn klaksvíkingar-
nir høvdu tað.
Seinna partin av 2.
hálvleiki legði Skála nógv
fyri í royndini at javna. Tá
vóru teir leikliga omaná, og
tað kendist sum um, at um
teir høvdu havt fingið eitt
mál, so kundu teir so skjótt
havt fingið fleiri. Iulian
Florescu, sum í útgangs-
støðuni var vongverji í
vinstru, var síðsta korterið,
tá ið Jóhannus Mikkelsen
var komin á vongverjan, á
miðvøllinum,
og
hóast
hann tóktist hava hug at
skúma ímóti einstøkum
mótstøðumonnum, so darv-
aði hetta honum ikki í at
vera sera vandamikil. Ser-
liga var tað í deyðbóltun-
um, at hann var vandamikil,
og ikki færri enn tríggjar
ferðir nýtti hann avbera
førleikan at sparka úr stór-
ari fjarstøðu soleiðis, at
bólturin tók í ovaru síðuna
á tvørtrænum.
Sum oftast royndu skála-
menninir at fáa spælið trýst
ígjøgnum í høgra borði.
Har var torført at sleppa
framat, men tvær ferðir
komu teir til fløt innlegg,
sum kundu havt verið
vandamikil. Alexandur Jo-
hansen lá og bíðaði í
vinstru. Hann var ofta ar-
beiðsleysur, men í síðsta
minuttinum í vanligu leik-
tíðini fekk hann møguleik-
an, hann títtaði og dyrgdi
eftir brotssparkinum. Tað
eydnaðist, og tá ið Iulian
Florescu hevði umsett úr
ellivu metrum, tóktist tað
sum um, at Skála hevði
bjargað sær eitt stig. Men
soleiðis tørnaði tað ikki út.
KÍ og yvirtíðin
KÍ skoraði tvey mál í tíðini,
sum dómarin hevði lagt
afturat. Í 1. hálvleiki var tað
Ovi Nysted, sum við fínum
stútara smekkaði bóltin upp
í málhornið. Jan Joensen,
sum aftur hesa ferð var
rættuliga drúgvur, vann á
miðstrikuni bóltin av skála-
monnum, Arnhold Joensen
fór við ferð fram í høgru,
innleggið til handara stólp-
an var neyvt, og Ovi Ny-
sted smekkaði krúllin undir
bóltin.
Erling Fles og Ovi Ny-
sted fingu eftir fløt innlegg
úr høgru onkrar stórar
møguleikar, uttan at nakað
spurdist burturúr. Tá ið
Skála hevði javnað til 1-1,
og vanliga leiktíðin var far-
in, sást tað væl, at klaks-
víkingar kendu tað sum
um, at teir høvdu mist tvey
stig. Men í síðsta álopinum
eydnaðist aftur hjá KÍ.
Eyðun Klakstein, sum aftur
hesa ferð var millum teir
mest eyðsýndu, tiltuskaði
sær fríspark í vinstru, Arn-
hold Joensen legði í brots-
teigin, og meðan fleiri
skálamenn hingu uppi í
Ova Nysted, stýrdi púra
leysi Erling Fles mitt fyri
málinum og einar tríggjar
metrar frá strikuni við
høvdinum
bóltinum
í
málið. Og so var lagið gott
á klaksvíkingum, meðan
tað kendist á skálamonn-
um, at nú vóru tað teir, sum
høvdu mist eitt stig.
Skála
vinnur
ikki á
KÍ
Í seks landskapp-
ingardystum hevur
tað ikki eydnast
Skála at fingið fult,
tá ið teir hava spælt
ímóti klaksvíking-
um
SKÁLA KOMPLEKS
Jóannes Hansen
Skála hevur staðið seg
munandi betri í ár, enn
teir gjørdu tey bæði
fyrstu árini, sum liðið
hjá teimum var í bestu
deildini. Tá stríddust
teir fyri lívinum í bestu
deildini. Nú stríðast teir
fyri at vinna fyrsta settið
av heiðurskrónum.
KÍ fór sunnudagin av
Skála við øllum stigun-
um. Tað hava teir gjørt
tvær av trimum møgu-
ligum ferðum. Í fjør
vunnu teir 2-0 og í
fyrraárið endaði tað 2-2.
Tað vil altso siga, at
higartil hava skálamenn
ikki fingið fult, tá ið
klaksvíkingar
hava
vitjað.
Fyrr í summar endaði
tað 1-1, tá ið Skála vitj-
aði í Klaksvík. Í fjør og
í fyrraárið vann KÍ
heimadystirnar
ímóti
Skála. Í fjør vunnu teir í
15. umfarinum — ella
sama umfarinum sum
teir sunnudagin vóru á
Skála — 7-0, og í fyrra-
árið var úrslitið 4-0.
Skála-KÍ 1-2 (0-1):
KÍ helt seg til yvirtíðina
Skála-KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Ovi Nysted 45.
1-1: Iulian Florescu br 89.
1-2: Erling Fles 90.
Dómari: Dagfinn Olsen
Skála: Igor Bjarni Kostic — Rói Jacobsen, Rúni
Rasmussen, Arnhold Berg, Iulian Florescu —
Hanus Thorleifsson, Bárður Danielsen, Sveinur
Justinussen, Alexandur Johansen — Bogi Greger-
sen (Jóhannus Mikkelsen, 78.), Eugen Marian
Stanciu
Gult kort: Eugen Marian Stanciu
KÍ: Mattias Samuelsen — Leon Bjartalíð, Atli
Danielsen, Niclas Niclassen, Símun Joensen —
Arnhold Joensen, Jan Joensen, Jacob Bymar, Eyð-
un Klakstein — Erling Fles, Ovi Nysted
Gult kort: Símun Joensen, Ovi Nysted
FAKTA UM DYSTIN
Skálamenn stríddust til fánýtis sunnudagin. KÍ tók øll stigini, og gav harvið javnaldranum úr Havn seinasta skumpið móti FM-
heitinum