Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 174 - 14. september 2004 C M Y K 28 Nr. 174 - 14. september 2004 29 29 Fremad Amager tapti ímóti botnliði, og Frem megnaði ikki meiri enn málleysan javnleik ímóti einum øðrum botnliði DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Tað gekk einki serligt hjá føroysku feløgunum í næst- bestu deildini. Undantakið var Horsens, har Johan Byrial Hansen er millum spælararnar. Horsens átti heimavøll ímóti Skjold, sum hoyrir til á Eystur- brúgv í Keypmannahavn. Horsens vann 3-0, og á stigatalvuni eru teir trý stig frá oddasessinum og eitt stig frammanfyri eitt nú Skjold og Frem. Størsta vónbrotið hjá før- oyskum útisetum í næst- bestu deildini mundi tað vera hjá Fremad Amager. Teir vóru á útivølli á Ting- bjerg stadion, har heima- liðið, Brønshøj, sum ongan dystin hevði vunnið undan hesum umfarinum, vann 3- 1. Andrew av Fløtum var allar 90 minuttirnar í álop- inum hjá Fremad Amager. Hjalgrím Elttør varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein lítil løta. Jann Ingi Petersen var als ikki í ferðalagnum hjá Fremad Amager. Serliga var tað í sam- bandi við hornaspørk, at Fremad Amager hevði trupulleikar. Eftir tríggjar minuttir skoraði Brønshøj eftir horna, og teir endur- tóku sjovið, tá ið átjan minuttir vóru farnir. Undan steðginum mink- aði Fremad Amager um munin, tá ið teir fingu brotsspark. So royndu teir at trýsta fyri at javna, men tað miseydnaðist, og í stað- in var tað Brønshøj, sum fekk eitt mál afturat. Heimasíðan hjá Fremad Amager veit at siga, at Andrew av Fløtum var tann, sum hevði flestu royndirnar ímóti mótstøðu- málinum. Ein av spælarunum, sum fekk gult kort, var Vitus Kofoed hjá Brønshøj, sum fyrr í summar royndi seg í GÍ. Higartil hevur tað ikki eydnast honum at skjóta mál fyri Brønshøj. Jón Rói Jacobsen var í miðverjuni, tá ið Frem vitjaði B93 á Eysturbrúgv. Hann og hinir í Frem verjuni hildu tætt, men tað eydnaðist ikki Frem álopin- um at skjóta mál. Úrslitið var ikki so galið fyri Frem, tá ið havt verður í huga, at teir í 2. hálvleiki vóru und- irmannaðir. Púra óvæntað er HIK úr Hellerup saman við Sønd- erjyskE oddalið í næstbestu deildini í Danmark. Tað er eisini heilt óvæntað, at Vejle er á triðja plássinum. Hesa ferð vann Vejle 1-0 í Gladsaxe ímóti AB, sum flutti niður úr superliguni síðsta kappingarár. Tað var vorðið sum sigur hjá Vejle, sum hevði Ulrik Balling sum einsamallan álops- spælara. Johan Byrial Hansen var tann av útisetunum, sum hevði mest at fegnast um um vikuskiftið Men Fram legði rygg til trivaligt tap í Hafnafirði, har heimaliðið nú bara er eitt stig frá fyrsta meistaraskapinum nakrantíð ÍSLAND Jóannes Hansen Fróði Benjaminsen skoraði einasta málið hjá Fram, tá ið høvuðsstaðarfelagið var í Hafnafirði. Har var úrslitið 4-1. FH legði seg framum 2-0, áðrenn Fram svaraði aftur. Tað restaði ein hálvur tími, tá ið Fróði Benja- minsen minkaði um munin. Næstu lítlu løtuna var um reppið, at Fram kom aftur- íaftur. Teir sendu í stólpan. So fór FH í mótálop og skoraði, og í síðstu løtu skoraðu teir aftur, soleiðis at úrslitið gjørdist 4-1. Hans Fróði Hansen var allar 90 minuttirnar í mið- verjuni hjá Fram, meðan Fróði Benjaminsen varð skiftur út í 2. hálvleiki. Stóri maðurin hjá heima- liðnum var enn eina ferð Allan Borgvardt. Danski álopsmaðurin, sum ikki slapp framat í superliguni, hevur rættuliga gjørt um seg í bestu íslendsku deild- ini. Hesa ferð skoraði hann trý av teimum fýra FC mál- unum. Hann er toppskjútti í Íslandi. Í síðsta umfarinum, sum verður spælt næsta sunnu- dag, skal FH norður til Akureyrar. Um tað eydnast FH at fáa eitt stig, so fara teir at vinna fyrsta meist- araheitið nakrantíð. Fram stríðist í hinum endanum. Undan síðsta umfarinum eru tað trý feløg, sum stríðast um at sleppa undan tveimum niðurflytingar plássum. Hini eru KA og Víkingur. KA var í Reykjavík, har teir taptu 2-1 ímóti meist- araliðnum tvey tey seinastu árini, KR. Eingin hevur roknað við møguleikanum, at KR høvuðsstaðarliðið skuldi flyta niður. Men tann møguleikin hevur spøkt inntil síðsta sunnudag, tá ið KR við sigrinum á KA tryggjaði sær rættin næsta ár at spæla í bestu deildini. Víkingur hevði vitjan av ÍA. Upp undir vikuskiftið var eitt sindur av iva um, um Julian Johnsson fór at verða førur fyri at spæla við. Hann hevði fingið ein løst í landsdystinum ímóti Fraklandi. Julian var á liðnum hjá ÍA, og teir vunnu 4-1. Harvið eru vánirnar hampuliga góðar fyri bronsuplássinum og harvið rættinum aftur næsta ár at spæla við í UEFA Cup. Mótstøðan hjá ÍA verður stór í síðsta umfarinum. Einasta liðið, sum fram- vegis hevur møguleika at taka fremsta plássið frá FH, er ÍBV, og teir skulu næsta sunnudag spæla á Akranesi. ÍBV hevði í næstsíðsta um- farinum á Heymey vitjan av Fylki. Gestirnir vóru framman fyri við einum máli, tá ið dysturin var hálvrunnin. Í 2. hálvleiki hevði ÍBV vindin undan. Tá skoraðu teir trý mál. Fingrarnir vóru ikki lagdir ímillum, sum tað plagar at verða tikið til. Tólv ferðir var dómarin í lummanum eftir kortum. Eina ferð var liturin reyður. Tað hevði við sær, at gestirnir tað mesta av seinna umfarinum vóru undirmannaðir. Grindavík vitjaði grann- arnar í Keflavík. Tað eydn- aðist Grindavík at vinna 4- 3, eftir at liðini høvdu skiftst um at vera omaná. Við sigrinum tryggjaði Grindavík sær eitt ár afturat í bestu deildini. Nógv tos hevur seinastu vikuna verið í íslendsku fjølmiðlunum um, at mál- verjin hjá Grindavík hevði sagt upp. Talan er um Albert Sævarsson, sum í fjør var málverji hjá B68. Hann heldur seg vera snýttan fyri løn og boðaði í síðst viku frá, at hann vildi ikki spæla aftur, fyrrenn hann hevði fingið tað, sum hann helt seg eiga á. Felagið sigur seg ikki hava snýtt málverjan fyri nakað, og teir siga seg halda lítið um, at ein av teirra egnu, sum er uppvaksin í felag- num og sum við undantaki av árinum í Føroyum bara hevur spælt í Grindavík, hótti við at leypa frá, tá ið mest um galt. Tað gongur striltið Fróði millum málskjúttarnar Tað munaði lítið hjá Fram, at Fróði Benjaminsen hesaferð taldist millum málskjúttarnar á liðnum Føroyingar eiga ein landsliðsspælara í Ong- landi. Tað er Claus Bech Jørgensen, sum er í Coventry. Beta liðið hjá teimum er í næstbestu deildini. Í vikuskiftinum vóru teir í Leeds, har heimaliðið vann 3-0, eftir at teir í steðginum høvdu verið á odda 1-0. Higartil hevur tað ikki eydnast Claus Bech Jør- gensen at vinna sær pláss á besta liðnum, og heldur ikki hesa ferð var nakað at síggja til føroyska landsliðsspælaran. Tað eru nógvir dystir á skránni í Onglandi. Co- ventry skal spæla aftur longu í annaðkvøld, tá ið mótstøðuliðið verður Gillingham. Tá ið so nógvir dystir eru á skránni, kann tað vera so skjótt, at onkur verður skaddur ella leik- bannaður. Einki er at ivast í, at Claus Bech Jør- gensen fer at fáa møgu- leikan, og so fer at ráða um hjá honum at taka av og prógva fyri venjaran- um, at tað loysir seg at geva honum møguleikan. Eftir sjey umfør er Coventry á tíggjunda plássinum við tíggju stigum. -jh Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCM 6 4 - 0 - 2 9 8 1 12 2 Brøndby (S) 6 3 - 2 - 1 7 4 3 11 3 OB 6 3 - 1 - 2 11 8 3 10 4 Silkeborg 6 3 - 1 - 2 11 9 2 10 5 FC Nordsj. 6 3 - 1 - 2 9 8 1 10 6 Viborg 6 3 - 1 - 2 7 7 0 10 7 AGF 6 2 - 2 - 2 9 7 2 8 8 Esbjerg 5 2 - 1 - 2 14 8 6 7 9 FCK (M) 6 1 - 4 - 1 10 10 0 7 10 Herfølge 6 2 - 1 - 3 5 11 -6 7 11 AaB 6 1 - 1 - 4 8 10 -2 4 12 Randers FC 5 0 - 1 - 4 2 12 -10 1 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sønderjyske E 6 4 - 1 - 1 17 8 9 13 2 HIK 6 4 - 1 - 1 15 7 8 13 3 Vejle 6 4 - 0 - 2 17 13 4 12 4 Fredericia 6 3 - 1 - 2 15 8 7 10 5 AC Horsens 6 3 - 1 - 2 10 6 4 10 6 Køge 6 2 - 3 - 1 20 12 8 9 7 Frem 5 2 - 3 - 0 7 3 4 9 8 AB 5 3 - 0 - 2 9 8 1 9 9 Skjold 5 3 - 0 - 2 9 9 0 9 10 NFA 6 2 - 2 - 2 18 13 5 8 11 Fremad Amager 5 2 - 1 - 2 9 7 2 7 12 Brønshøj 5 1 - 1 - 3 7 14 -7 4 13 Næstved 6 1 - 1 - 4 6 13 -7 4 14 B 93 6 0 - 4 - 2 7 15 -8 4 15 Ølstykke 6 1 - 1 - 4 4 17 -13 4 16 Dalum 5 0 - 0 - 5 2 19 -17 0 Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen (Frem), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Danska 2. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brabrand 6 4 - 1 - 1 18 10 8 13 2 Glostrup 6 4 - 1 - 1 17 10 7 13 3 Kolding FC 6 4 - 0 - 2 14 11 3 12 4 Slagelse 6 3 - 2 - 1 11 7 4 11 5 Jetsmark 6 3 - 2 - 1 13 12 1 11 6 B 1913 6 3 - 1 - 2 12 9 3 10 7 B 1909 6 3 - 1 - 2 8 7 1 10 8 Kalundborg 6 2 - 1 - 3 12 13 -1 7 9 Lyngby 6 2 - 1 - 3 11 12 -1 7 10 Holbæk 6 2 - 1 - 3 9 10 -1 7 11 Hjørring 6 2 - 1 - 3 9 11 -2 7 12 Næsby 5 2 - 0 - 3 7 9 -2 6 13 Roskilde 6 2 - 0 - 4 5 12 -7 6 14 Aarhus Fremad 5 1 - 2 - 2 10 8 2 5 15 Holstebro 6 1 - 2 - 3 9 11 -2 5 16 Værløse 6 1 - 0 - 5 7 20 -13 3 Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby) Íslendska Landsbankadeildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FH 17 9 - 7 - 1 31 15 16 34 2 ÍBV 17 9 - 4 - 4 34 18 16 31 3 ÍA 17 7 - 7 - 3 26 18 8 28 4 Fylkir 17 7 - 5 - 5 23 19 4 26 5 KR 17 5 - 7 - 5 20 19 1 22 6 Keflavík 17 6 - 3 - 8 25 32 -7 21 7 Grindavík 17 5 - 6 - 6 21 28 -7 21 8 Fram 17 4 - 5 - 8 18 22 -4 17 9 Víkingur R 17 4 - 3 - 10 16 27 -11 15 10 KA 17 4 - 3 - 10 12 28 -16 15 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen (Fram) Hesa ferð megnaði meistaraliðið ikki meiri enn málleysan javnleik ímóti botn- liðnum, sum fekk fyrsta stigið í nýggja kappingarárinum SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað gongur ikki væl hjá FCK. Serliga í álopspart- inum gongst illa at fáa nak- að burturúr. Álvaro Santos er langt frá støðinum, sum hann var á fram ímóti kapp- ingarenda í fjør, staðfesti FCK venjarin, Hans Backe, eftir at FCK leygardagin ikki hevði megnað meiri enn málleysan javnleik í Randers. Hetta var fyrsta stigið hjá Randers í super- liguni. Um teir høvdu havt hepnið við sær, so kundi heimaliðið havt vunnið. Eina ferð stútaðu teir í stólparótina, og fram ímóti dystarenda, tá ið FCK trýsti nógv fyri at fáa sigursmál- ið, var tað onkra ferðina um reppið, at Randers fekk møguleikan í snarálopum. Zuma og Álvaro Santos vóru í FCK álopinum. Hvørgin teirra gjørdi nakað serligt um seg. Peter Møller kom á vøllin fyri Álvaro miðskeiðis í 2. hálvleiki, men tað segði tað sama. Todi Jónsson er framvegis skaddur. Tað gongur rætta vegin, men tað gongur spakuliga, sigur Todi. Tað er útilokað, at hann verður førur fyri at spæla lands- dystir í oktober. Í seks teimum fyrstu um- førunum hevur tað bara eydnast FCK at vinna eina ferð. Í hinum feløgunum kemur tað sjálvandi væl við, tá ið tað ikki gongst so væl hjá meistaraliðnum. Leygarkvøldið varð soleið- is staðfest, at talan hevði verið um botnuppgerð í Randers. Hóast tað ikki hevur verið sannførandi hjá FCK, og teir eru á níggjunda plássinum, so eru teir ikki enn farnir so langt afturum toppliðini, at tað bilar. Í sjeynda umfarinum fer FCK at fáa vitjan av Brønd- by. Hóast FCK hevur fingið vánaliga byrjan, so er áhug- in rættuliga stórur fyri ný- klassikaranum, og um tað tá fer at eydnast FCK at vinna, so fara teir næstan at vera undir liðini á Brøndby. Zidan heldur fram Í toppinum hevur FCM í teimum fyrstu seks umfør- unum undirstrikað, at teir skulu takast fyri fult. Hesa ferð vóru teir í Herfølge, har heimaliðið royndi at reisa seg eftir 7-2 avhølv- ingina í Esbjerg. Tað eydn- aðist leingi at halda tætt, men FCM hevur í Moham- med Zidan besta álops- spælaran í Danmark. Hann sneiddi ímillum fleiri mót- støðumenn og smekkaði bóltin upp í nettakið, og harvið hevði FCM tryggjað sær trý stig og oddasessin eftir seks tey fyrstu um- førini. Zidan er toppskjútti í superliguni, og tað er rættu- liga sannlíkt, at hann fer at verða seldur, tá ið tað eftir ársskiftið verður møguleiki fyri tí. Hóast Brøndby ikki hev- ur verið heilt sannførandi, og hóast teir hava selt tveir svenskar landsliðsspælarar til Onglands, so eru teir næstovastir. Hesa ferð vóru teir í Aalborg, har heima- liðið hevði staðið seg óvan- liga illa í fimm teimum fyrstu umførunum. 9.039 áskoðarar sóu undirhald- andi uppgerðina, sum end- aði 1-1. Brøndby legði seg framum, og AaB javnaði eftir frísparksinnlegg. Í toppfótbólti aðra staðni verður ikki tosað rundan- um. Michael Laudrup stað- festi, at málverjin átti skuldina av málinum, og at hann harvið var orsøk til, at Brøndby hevði mist tvey stig! Í Århus vóru 9.151 áskoðarar møttir upp. Tá ið tað gongst væl hjá AGF, so vísir tað seg, at áhugin fyri fótbólti í Århus er ógvuliga stórur. Ofta tapir AGF, tá ið mest ræður um. Soleiðis var eisini hesa ferð. Teir taptu 2-1 ímóti Viborg, sum var frammanfyri 2-0, áðr- enn heimaliðið svaraði aft- ur. Mest merkisvert var tað, at dómarin bríkslaði fyri óbeinleiðis frísparki, tí hann helt, at Viborg mál- verjin hevði hildið bóltin- um longri enn tey seks sekundini, sum reglurnar áseta. Hetta segðist vera fyrsta ferðin, at dómari í superliguni hevði dømt fyri hesum. Esbjerg misti týdningar- mikil stig í toppstríðnum. Esbjerg var í Farum, har FCN vann 2-1, hóast Es- bjerg miðskeiðis í 1. hálv- leiki legði seg framum. Tá ið tað restaðu fimm minutt- ir av fyrra umfarinum, varð ein Esbjerg spælari rikin av vøllinum fyri neyðbremsu. Tíðliga í 2. hálvleiki skor- aði Tommy Olsen tvey mál. Í fjør varð hann keyptur úr Køge og til FCN, tí teir restaðu ein málskjútta, og tað kann ikki sigast annað, enn at álopsspælarin livdi upp til tað, sum verður roknað við, at hann skal gera. OB var í Silkeborg, og tað eydnaðist at fáa øll stig- ini við aftur til Silkeborg. Harvið eru liðini lið um lið við tíggju stigum og tvey stig frá oddasessinum. Hetta var annar ósigurin hjá Silkeborg á rað. Tað gongur illa hjá FCK Einki sást til Claus Higartil hevur tað ikki eydnast Claus Bech Jørgensen at vinna sær pláss á besta liðnum, og heldur ikki hesa ferð var nakað at síggja til føroyska landsliðsspælaran