týsdagur 14. september 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 14. september 2004
31
31
30
Nr. 174 - 14. september 2004
Máltindurin
Rógvi Jacobsen
HB
11
Sonni L. Petersen
EB/S
10
Súni Olsen
GÍ
10
Heine Fernandez
HB
8
Bogi Gregersen
Skála
8
Jonhard Frederiksberg
Skála
8
John Petersen
B36
7
Jacob Bymar
KÍ
7
Krzystof Popczynski
GÍ
6
Høgni Zachariassen
ÍF
6
Erling Fles
KÍ
6
Sorin Anghel
EB/S
5
Heðin á Lakjuni
HB
5
Rúni Nolsøe
HB
5
Egil á Bø
B36
4
Anderson
B68
4
Jákup á Borg
HB
4
Magni á Lakjuni
ÍF
4
Ian Højgaard
NSÍ
4
Milan Kulic
VB
4
Mindaugas
VB
4
AB snávaði enn eina-
ferð, og TB fekk stig
frá annars væl koyr-
andi LÍF maskinuni.
Samstundis er B71 nú
av álvara komið við í
oddastríðið
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað er nú púrasta, púrasta
opið, hvørji lið skulu enda
ovast í aðru deild hjá
monnum í ár.
Her hevur árið annars
mest gingið tann vegin, at
oddurin fór at verða ein
spurningur, sum AB og TB
skuldu svara, men seinastu
vikurnar hevur tað gingist
alt annað enn væl hjá AB.
Tað er heldur einki at iv-
ast í, at leikararnir hjá AB
mundu stúra eitt sindur fyri
dystinum móti B36 leygar-
dagin. Tí hóast stigatalvan
gevar púra greiðar ábend-
ingar um, hvat av liðunum
er sterkari, so hevur AB
seinastu árini havt alstórar
trupulleikar av heimdyst-
inum móti B36. Líka mik-
ið, um hetta hevur verið í
fjórðu, triðju ella aðru
deild.
Hesa fer bendi alt tó á, at
tað skuldi eydnast AB at
fáa øll trý stigini. Tíðliga í
dystinum
legði
Eyðun
Samuelsen
argjamenn
framum, og so ráddi bara
um at halda fast. Men hetta
eydnaðist so ikki. Við mál-
um frá Áka Mørk og
Tummas Hans Rubeksen
fekk B36 vent dystinum og
harvið ognað sær trý sera
kærkomin stig í stríðnum
um at sleppa úr niður-
flytingarvandanum.
Her
hevur B36 nú eitt glopp á
fimm stig niður til KÍ, og
meira enn nakað, sum
tykist lykladysturin nú at
vera útidysturin í Vági, sum
stendur á skránni næst
seinasta umfarinum.
Tann dysturin kann sam-
stundis gerast ein bjarg-
ingarlína hjá VB, sum fyri
fyrstu ferð í fekk fult, tá KÍ
var á vitjan. John Eystberg
skeyt í seinna hálvleiki ein-
asta máið í dystinum, og so
hevur VB bara fýra stig upp
til KÍ, sum tykist vera
steðgað fullkomuliga upp
síðani summarsteðgin.
Sandoyingar við
At AB snávaði gav B71
møguleika at koma sær
fram í uppflytingarstríðið,
og hesum møguleika tóku
teir gulu eisini av, tá teir
vitjaðu í Hvalba.
Karl Magni Joensen og
Tummas Pauli Olsen vóru
menninir, sum syrgdu fyri
tryggari leiðslu til gestirnar
í steðginum, og tó at Sasha
fekk minkað um munin við
brotssparki, so kom Royn
ongan tíð av álvara í aftur
dystin, og so kundu sand-
oyingar fegnast um góðu
gongdina seinastu umfør-
ini. Teir eru nú javnir við
bæði AB og TB frammi í
oddinum, og við dystum
móti
teimum
trimum
niðastu liðunum eftir, sær
støðan slettis ikki so galin
út sandoyingunum.
TB hevur tó enn ein dyst
til góðar, og uttan iva
verður tað sera avgerandi
fyri endastøðuna, hvussu
tað fer at gangast, tá FS
Vágar
skulu
vitja
á
Tvøroyri mikudagin.
Hesaferð vitjaði TB í
Leirvík, har LÍF hevur
koyrt við fullari ferð síðani
summarsteðgin, men hesa-
ferð fingu leirvíkingarnir
so bara eitt stig.
Leingi bendi eisini á, at
heimaliðið einki skuldi fáa,
tí at kalla allan dystin var
tað TB, sum hevði leiðsl-
una. Í yvirtíðini eydnaðist
tó Beini Justinussen at
javna fyri leirvíkingarnar,
og so má TB enn finna seg
í, at teir ikki eru heilt
einsamallir á odda.
Seinsti dysturin hetta
vikuskiftið var í Miðvági,
har Sumba vitjaði. Her
eydnaðist FS Vágum at fáa
ein tryggan 4-2 sigur, og
sostatt halda teir framvegis
fast í møguleikanum, sum
teir hava at flyta upp. Hetta
krevur tó ein sigur móti TB
mikudagin, og tað verður í
øllum førum ein trupul
uppgáva.
Móti Sumba vóru tað
annars gestirnir, sum komu
á odda, men eftir at fyri
John Thomsen og síðani
Tór-Ingar Akselsen høvdu
lagt vertirnar framum, kom
sigurin ongantíð veruliga í
vanda.
Næsta umfar í aðru deild
verður leikt komandi leyg-
ardag, og ikki minst verður
spenningurin tá stórur á
Tvøroyri, har AB kemur á
vitjan. Tann dysturin kann
verða tann, sum avgerð
oddastríðið í deildini, tó at
B71 helst eisini vil hava
nakað at siga í so máta.
AB-B36 1-2 (1-0)
1-0: Eyðun Samuelsen
1-1: Áki Mørk
1-2: Tummas Hans Rubek-
sen
LÍF-TB 1-1 (0-1)
0-1: Allan Poulsen
1-1: Beinur Justinussen
Royn-B71 1-3 (0-3)
0-1: Karl Magni Joensen
0-2: Karl Magni Joensen
0-3: Tummas Pauli Olsen
1-3: Aleksander Radosav-
ljevic (br.)
FS Vágar-Sumba 4-2
(3-1)
0-1: Bergur Djurhuus
1-1: John Thomsen
2-1: Tór-Ingar Akselsen
3-1: Wellington da Silva
Soares
3-2: Hallur Dam Joesen
(br.)
4-2: John Johansen
VB-KÍ 1-0 (0-0)
1-0: John Eystberg
1. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 HB
15
12 - 2 - 1
41
12
29
38
2 B36
15
8 - 3 - 4
26
16
10
27
3 Skála
15
8 - 2 - 5
29
20
9
26
4 KÍ
15
5 - 7 - 3
21
19
2
22
5 NSÍ
15
6 - 3 - 6
24
20
4
21
6 GÍ
15
6 - 3 - 6
25
27
-2
21
7 EB/Streymur
15
5 - 4 - 6
24
22
2
19
8 VB
15
5 - 4 - 6
20
19
1
19
9 ÍF
15
3 - 2 - 10
21
44
-23
11
10 B68
15
1 - 2 - 12
13
45
-32
5
2. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 TB
14
9 - 2 - 3
36
17
19
29
2 B71
15
9 - 2 - 4
39
28
11
29
3 AB
15
9 - 2 - 4
26
19
7
29
4 FSV
14
7 - 3 - 4
48
26
22
24
5 Royn
15
8 - 0 - 7
35
34
1
24
6 LÍF
15
6 - 4 - 5
25
28
-3
22
7 Sumba
15
6 - 4 - 5
23
26
-3
22
8 B36
15
4 - 2 - 9
21
42
-21
14
9 KÍ
15
2 - 3 - 10
22
33
-11
9
10 VB
15
1 - 4 - 10
14
36
-22
7
Púrasta javnt
Sunnudagurin var dagurin,
tá HB enn eina ferð ognaði
sær meistaraheitið. Tað
átjandi í røðini, og ger hetta
HB til mest vinnandi felagið
yvir høvur í føroyskari
fótbóltssøgu. Sum vera man,
so var hetta nakað, sum var
vert at fegnast um. Ikki
minst hjá hesum trúgvu
stuðlunum, sum í mong ár
hava havt sína gongd uppi í
Gundadali annað hvørt
vikuskiftið gjøgnum alt
summarhálvárið. Frá vinstru
eru tað Monrad Kjeldnes ,
Regin Jacobsen og Aage
Samuelsen
Mynd: Jan Müller
Allar-best
kann tú
koyra
ífyllu í her
Stríðið um bíligari
heiðursmerkini og
niðurflytingina fer at
standa við í hvussu so
er eina viku afturat
15. UMFAR
SAMANUM
Jóannes Hansen
Flaggdagin var fyrsta um-
farið í landskappingini á
skránni. Tá tapti HB í ill-
veðri 3-1 á Skála. Tað varð
mett sum ikki serliga hepp-
in byrjan fyri meistaraliðið
tvey tey seinastu árini.
Gongdin nógvu tey næstu
umførini vísti, at øll hini
liðini eisini høvdu trupul-
leikar at vinna ímóti væl
uppløgdu skálamonnunum.
Síðani fyrsta umfarið
hevur HB ikki tapt. Stútt og
støðugt tóku teir seg nærri
toppinum, og síðani undan
summarsteðginum hava teir
vart oddasessin.
Tað resta trý umfør av
landskappingini. Tað er
torført at sammeta við
farna tíð. Inntil 1976 var trý
umfør stórur partur av
kappingini. Tá vóru seks lið
í bestu deildini. Síðani
1988 hava tíggju lið verið í
bestu deildini.
Hvussu tað er og ikki, so
er tað ikki komið fyri áður,
at tað hevur eydnast einum
felag teoretiskt at tryggja
sær meistaraskapin, tá ið tað
hava restað trý umfør. Talan
er sostatt um eitt slag av
meti. HB hevur eisini sett
onnur met í ár. Teir hava
vunnið kappingina ímóti
íslendska meistaraliðnum,
teir hava vunnið kappingina
um Løgmanssteypið, og
meistaraheitið er tað átj-
anda, sum HB hevur vunn-
ið. Hetta er nýtt met.
Higartil hevur KÍ átt
metið fyri flest vunnin FM
heiti. Metið sum felagið, ið
hevur vunnið flest FM
heiti, hevur KÍ havt síðani
1953. Tá ið KÍ vann í 1945,
vóru teir fyrsta felagið, sum
hevði vunnið meistaraskap-
in tvær ferðir. Í 1950 var
B36 fyrsta felagið, sum
hevði vunnið FM tríggjar
ferðir. KÍ var í 1953 fyrsta
felagið, sum hevði vunnið
FM fýra ferðir, og síðani
hava klaksvíkingar runnið
undan hinum feløgunum.
Nú bæði KÍ og HB fara um
tey hundrað, legði HB seg
framum klaksvíkingarnar.
Um enn ikki eins gott,
sum lagið var í HB húsin-
um sunnudagin, so var
lagið gott á KÍ áskoðarun-
um á Skála. Teir skemtaðu
við, at teir áttu stóran lut í
FM heitinum hjá HB. Eitt
var, at teirra lið við sigrin-
um á Skála syrgdi fyri, at
HB gjørdist meistari, áðr-
enn HB kemur til Klaks-
víkar, og eitt annað var, at
tað var ein klaksvíkingur,
sum við sjálvmáli var
einsamallur málskjútti í
Gundadali.
Tað hevur ikki gingið
nakað serligt hjá KÍ í ár. Tí
er væl skiljandi, at tað
verður nýtt at skemta sær
við, sum tað ber til at
brúka. Sigurin hesa ferð var
tann triði á rað hjá klaks-
víkingum, og nú halda teir
seg hóma heiðursmerkir í
havsbrúnni. Tað skal kortini
ganga ógvuliga væl hjá
teimum í trimum teimum
seinastu umførunum, um
tað skal eydnast. Síðani
summarsteðgin
hevur
eydnast KÍ at flyta fýra
pláss upp á støðutalvuni.
HB fer sunnudagin til
Klaksvíkar. Kanska er tað
viðhvørt eitt sindur torført
at seta seg upp, tá ið alt er
avgjørt, og tú hevur vunnið.
Hjá HB kom tað væl við, at
teir tryggjaðu sær FM heitið
í stríðnum við grannarnar í
B36. Og tað kemur ikki
minni væl við, um tað fer at
eydnast at staðfesta sann-
førandi avrikið í hundranda
árinum, tá ið teir sunnud-
agin skulu spæla í Klaksvík.
Eldur í botninum
Skála hevur undanfarnu
árini víst, at tað ber til úr so
at siga ómøguligari støðu í
óførum endaspurti at vinna
tað, sum hevur verið heilt
veruleikafjart.
Toftamenn hava í fjúrtan
dystum bara fingið tvey
stig. Sunnudagin fóru teir á
Vágseiði undir bjargingar-
royndina, ið hevur sum mál
at bjarga teimum sessin í
bestu deildini, sum teir
hava átt síðani 1981. Tað
eydnaðist at vinna í Vági.
Spurningurin er so, um tað
fer at eydnast, ella um hetta
var eitt ella tvey umfør ov
seint. Sunnudagin koma
fuglfirðingar á Toftir. Um
B68 skal hava nakran
møguleika, so skulu teir
vinna ímóti ÍF, og so skulu
teir í tveimum teimum
síðstu umførunum vinna í
hvussu so er eina ferð,
meðan ÍF einki skal fáa.
Tað eru harðar treytir hjá
toftamonnum, men eftir at
hava leitað í meiri ella
minni blindum í eitt hálvt
ár, tykjast teir hava funnið
rætta endan.
Í tveimum teimum sein-
astu umførunum skal B68
spæla á heimavølli ímóti
B36 og á útivølli ímóti
B36. ÍF skal í tveimum
teimum seinastu umførun-
um spæla á heimavølli
ímóti B36 og í Klaksvík,
har teir fluttu niður fyri
fimm árum síðani.
Tað hevur verið tosað um
málmun. Vert er at leggja til
merkis, at ásetingarnar
siga, at tað verður roknað út
frá innanhýsis uppgerðum,
áðrenn málmunurin kemur
upp á tal. Hetta er galdani í
øllum deildunum.
Stríðið um krónurnar
HB er strokið avstað við
gullkrónunum og harvið
rættinum at taka lut í
Europa Cup fyri meistara-
lið. Har spiltu teir seg fyrr í
summar burtur. Nú fáa teir
nýggjan møguleika, og so
er at vóna, at teir verða eins
hepnir í lutakastinum, sum
teir vóru í summar. Tað ber
næstan ikki til at ímynda
sær. Men í HB ætla teir sær
ikki at dumma seg eina ferð
afturat.
Bæði B36 og Skála taptu
í fimtanda umfarinum. Alt
bendir kortini á, at tað
verða hesi bæði feløgini,
sum innanhýsis skulu finna
út av, hvør skal hava silvur
og hvør skal hava bronsu.
B36 eigur á pappírinum
lættaru uppgávurnar. Teir
skulu spæla á heimavølli
ímóti VB og B68 og á
útivølli ímóti ÍF. Skála skal
spæla í Gøtu, á heimavølli
ímóti NSÍ og á Eiði.
Eitt er, hvussu tað sær út
á pappírinum. Eitt annað er,
hvat feløgini fara at hava at
spæla um, tá ið tey fara at
standa andlit til andlit við
B36 og Skála.
Eftir vónbrot omaná vón-
brot vaknaði NSÍ ímóti GÍ.
Gøtumenn plaga at taka til,
at KÍ og NSÍ vísa nógv
meiri ímóti teimum, enn
tey gera ímóti øðrum feløg-
um. Gongdin og úrslitini í
heyst tala ikki ímóti hesum.
Hjá VB tykist tað torført
at halda dampinum uppi,
nú allir møguleikar fyri
heiðursmerkjum eru burt-
uri. EB/Streymur er í um-
leið somu støðu, men teir
fingu kortini strítt seg til
javnleik í Fuglafirði.
HB fyrr á veg enn nakrantíð áður
Tað er ikki komið fyri áður, at tað hevur eydnast einum felag teoretiskt at tryggja sær meistaraskapin, tá ið tað hava restað trý umfør
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
30
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
veitst tú ikki tað?