Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 174 - 14. september 2004 Nr. 174 - 14. september 2004 33 Stjóri Søkt verður eftir stjóra til P/F Fiskamarknað Føroya. P/F Fiskamarknaður Føroya, sum hevur høvuðs- skrivstovu á Toftum, hevur eitt fjølbroytt virksemi. Umframt at selja fisk á gólvuppsølu og á telefon- uppboðssølu, rekur felagið landingarmiðstøð á Toftum og í Klaksvík. Harafturat eigur felagið í P/F Landingarmiðstøðini á Tvøroyri. Arbeitt verður við broytingum í virkseminum hjá felagnum,sum stjórin skal luttaka í,og tillaga bygn- aðin í felagnum eftir. Á virkinum starvaðust tilsamans 76 fólk í 2003. Starvsfólkatalið hongur neyvt saman við virksem- inum. Uppgávurnar hjá stjóranum eru í høvuðsheitum hesar: • at fyriskipa og hava eftirlit við virksemi felagsins • at hava eftirlit við bókhaldi, roknskapi og fíggjarstýringini • at menna og samskipa teldukervið og innan- hýsismannagongdir í fyritøkuni • at gera tíðarskeiðsroknskapir og ársroknskapir og samanhalda hesar við fíggjarætlanir Førleikakrøv Tann, ið verður settur, skal hava: • Hóskandi ástøðiliga útbúgving frá eitt nú handils- ella handilsháskúla. • Leiðsluroyndir frá almennum ella privatum virk- semi. • Lætt við at samvinna við fólk. • Evni at samskifta bæði í talu og skrift. Tann, ið verður settur í starvið, kann vænta sær eitt spennandi,mennandi og áhugavert starv,har bæði eigarar, starvsfólk og onnur fara at vísa áhuga og seta krøv. Lønarviðurskiftini verða avtalað við nevndina. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Ólav Jøkladal ella við Jógvan Amonsson. Tey, ið ætla at søkja, skulu senda skrivliga umsókn við prógvum og møguligum ummælum í seinasta lagi 1. oktober 2004 til: P/F Grannskoðaravirkið INPACT statsaut. revisorar Postrúm 191 110 Tórshavn Stílað: Jógvani Amonsson ella t-postur: inpact@inpact.fo I N PA C T I N T E R N AT I O N A L veitst tú ikki tað? C M Y K 33 32