týsdagur 30. august 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sólvit Nolsøe
T
að munnu vera fá, ið
ikki kenna húsið. Stóra
næmingaheimið, ið stendur
við síðuna av Handilsskúla
num og nýggja, stóra skúla
deplinum Glasi.
Rættiliga nógvir útbúnir
handverkarar, seinastu 40
árini, hava í longri ella styttri
tíðarskeið búð á Skúlaheim
inum, í øllum førum teir, ið
ikki eru úr Havn.
Uppaftur
fleiri
hava
eina- ella fleiri ferðir vitjað
matstovuna, ið er á niðastu
hædd. Um ikki fyri at fáa
sær ein góðan bita, so til
eina móttøku, veitslu ella tá
prógv eru handað.
Stutt sagt, so hava rætti
liga nógv eitt tilknýti til
Skúlaheimið í Marknagili, ið
nú fyllir 40 ár.
Flutti nakrar ferðir
fyrstu árini
Uppskot til lærlingalóg fyri
Føroyar kom longu fyrstu
ferð í 1943, men hon kom ikki
í gildi fyrr enn í 1954.
Millum
annað
kravdi
nýggja lógin, at handverks
lærlingar fingu eina tekniska
skúlagongd, ið var góðkend
av myndugleikunum. Ein
trupulleiki, ið tá stakk seg
upp, var, at lærlingar, av
bygd, høvdu skerdar møgu
leikar at útvega sær tekn
isku skúlagongdina, tí skúlin
var skipaður sum kvøldskúli.
Tí bleiv ein fimm mánaða
dagskúli settur á stovn í
Havn í november 1956, so
lærlingarnir av bygd eisini
fingu møguleika at lúka
krøvini og luttaka í sveina
roynd eftir lokna læru.
Av tí at dagskúli nú var
byrjaður, mátti innivist út
vegast til teirra, ið komu
til Havnar at ganga í skúla.
Byrjað varð við at leiga tvey
kømur í húsunum hjá J.S.
Jacobsen í Dr. Jacobsens
gøtu. Til at gjalda uppihald
ið fekk skúlin eina tilsøgn
frá Niels Winther Poulsen,
landsstýrismanni,
um
at
veita stuðul úr lærlinga
grunninum.
Skjótt gjørdist hesi høli tó
ov tronglig, og tí varð leitað
eftir øðrum møguleikum.
Millum annað varð hugt at
gamla sjómansskúlanum við
J.C. Svabosgøtu, men hildið
var, at hann var í ov ringum
standi.
So fekk Tekniski Skúlin
bjóðað gomlu húsini hjá
postmeistaranum, D. Daniel
sen
við
Landavegin,
til
skúlaheim. Kassameistarin
á posthúsinum í Havn, P. R.
Knudsen, átti tá húsini. Skúl
in tók av, og eftir eina um
væling kundu fyrstu lærling
arnir flyta inn í september
1962.
Tekniski Skúli hevði tó
leingi havt eitt ynski um
at fáa eitt skúlaheim nærri
við skúlan. Skúlin var tá í
Tórsgøtu, har Føroya Banki
hevði hildið til. Skúlin var
blivin ein sjálvsognarstovnur
í 1956 og keypti sama ár ogn
ina hjá Føroya Banka í Tórs
gøtu (har Tilhaldið er nú) at
brúka sum skúla.
Tað bragdaði til endans, tá
einkjan eftir Thorstein Pet
ersen, Anna, vildi selja húsini
í Kongagøtu. Starvsnevnd
skúlans var og hugdi at
húsunum, og endin varð,
at tey tóku av tilboðnum
frá Onnu Petersen og vildu
keypu ognina til skúlaheim.
Prísurin var kr. 250.000, av
teimum vórðu kr. 215.000
fingnar til vega ígjøgnum
eitt statslán, og restin var
stuðul frá landsstýrinum.
Skúlin yvirtók húsini hjá
Thorstein og Onnu Peter
sen í oktober 1964, og 9.
november sama ár kundu
24 næmingar flyta inn í
nýggja skúleheimið. Helgi
og Frida Øster vórðu sett
sum fyristøðuhjún, og búðu
tey eisini á Skúlaheiminum.
Skjótt gjørdist
ov trongt
Næmingatalið á Tekniska
Skúla vaks sera skjótt og av
tí sama á Skúlaheiminum. Til
dømis var neyðugt at leiga
fleiri ognir í býnum at hýsa
skúlagongdini.
Hetta var tó hildið at vera
ov óskipað, at húsast í fleiri
gomlum bygningum í býnum,
og í 1968 skjýtur Hans M.
Reinert, smiðjumeistari, upp
á fundi, at heldur skuldi ogn
uttanfyri býin fáast til vega,
ið kundi hýsa øllum saman.
Komið var fram til eitt øki
við Marknagilsvegin í Havn,
ið var mest nýtiligt. Árið
eftir, í 1969, bleiv so heitt á J.
P. Gregoriussen, arkitekt, um
40 ÁR
SKÚLAHEIMIÐ Í MA
Nýggja skúlaheimið við
Marknagilsvegin verður reist