týsdagur 30. august 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99
Sosialurin
ARKNAGILI 40 ÁR
40 ÁR
at tekna eitt skitsuuppskot,
ið skuldi savna Skúlaheimið
og tekniska skúla við verk
støðum á eitt felags øki.
Samráðingar vóru eisini
við
danskar
skúlamynd
ugleikar, sum skuldu veita
statslán til byggingina, og
eftir at tilsøgn var komin
úr Danmark, varð farið til
verka.
Í áheitanini til J.P. Greg
oriussen stendur m.a.: Som
De måske ved, har byrådet
i skrivelse af 12. september
givet tilsagn om 25.000 m²
af matrikkel nr. 1173 ved
Marknagilsveg
og
senere
erklæret sig villig til at tage
spørgsmålet op til fornyet
behandling, når der foreligg
er et skitseprojekt.
Byggeriet skal fremmes i
denne orden:
1. Skolehjemmet
2. Værkstedbygningerne
3. Teknisk skole
Ætlanin var at byggja
Skúlaheimið fyrst og síðani
beinanvegin fara vestureftir
við verkstøðunum og skúla
stovum.
Skúlaheimið
verður bygt
Árið eftir, í 1970, varð enda
liga samtykt, at bygging av
Skúlaheiminum skuldi setast
í verk. J. P. Gregoriussen bleiv
biðin um at detailprojektera
Skúlaheimið. Í 1971 varð
tað góðkent, og 30. septem
ber 1971 góðkendi undirvís
ingarmálaráðið
endaligu
verkætlanina og 1. byggistig,
Skúlaheimið, kundi bjóðast
út. Kostnaðarmetingin at
byggja
Skúlaheimið
var
góðar 7 mill. krónur.
Í mai 1972 varð sáttmáli
undirskrivaður við høvuðs
arbeiðstakaran, Byggifelagið
Lamhauge & Waagstein, um
at fara undir at byggja Skúla
heimið í Marknagili.
Av ymsum orsøkum tók
arbeiðið longri tíð enn vænt
að. Millum annað gjørdist
verkætlanin
dýrari
enn
væntað. Tó stóð eitt snotu
ligt skúlaheim liðugt at taka
í nýtslu tann 30.08.1976, ið
skuldi gerast fyrsta byggistig
av eini størri verkætlan.
Søgan sigur tó, at hini byggi
stigini blivu ikki framd, og
tí endaði Skúlaheimið sum
tað einasta, ið varð gjørt tá.
Tekniski skúlin, ið skuldi
verða vestan fyri Skúlaheim
ið endaði við eini fyribils
loysn í Smiðjugerði.
Fyristøðufólkini á gamla
Skúlaheiminum í Kongagøtu
hildu fram, og búðu Frida og
Helgi saman við børnum sín
um í íbúðini á 1. hædd. Frida
og Helgi Øster hildu fram
sum fyristøðufólk til 1992.
Eftir at Frida og Helgi
løgdu frá sær, hava fleiri
leiðarar verið, sum ikki hava
búð á Skúlaheiminum.
Standmyndin
Teir framsóknu menn, sum
vóru í stýrinum fyri Tekn
iska Skúlan, eftir at Skúla
heimið varð tikið í nýtslu,
hildu, at uttan fyri Skúla
heimið átti at útvegast eitt
listaverk. Saman við góðum
stuðlum og Statens Kunst
fond varð peningur savnaður
til at heita á Trónd Patursson
at gera eina standmynd,
sum skuldi standa við Skúla
heimið. Í 1981 varð tann 7,6
metur høga standmyndin, úr
rustfríum stáli, avdúkað.
Skúlaheimið í dag
Skúlaheimið er so at siga
óbroytt hesi seinastu 40 árini.
Ein umfatandi renovering,
har takkonstruktiónin og
vindeyguni vórðu skift, fór
fram í 1996/97, men síðani
eru bert smávegis broytingar
gjørdar og bert vanligt við
líkahald gjørt.
Skúlaheimið varð inn
rættað við tilsamans 50
kømrum við tveimum sovi
plássum í hvørjum kamari. Í
dag verða 47 kømur nýtt til
næmingar at búgva í. Tó eru
tað ikki longur tveir/tvey, ið
eru um eitt kamar, men øll
kømur eru nú einakømur.
Skúlaheimið hevur gjøg
num árini hýst eina rúgvu
av ymiskum tiltøkum, nógv
fremmandafólk hava gist á
Skúlaheiminum um summ
arið, og ein rúgva av veitsl
um hava eisini verið í matar
høllini.
Skúlaheimið er, so at
siga, fullsett alt árið, og í dag
búgva næmingar, sum ganga
á øllum miðnámsskúlunum
í Havn, umframt á Vinnu
háskúlanum, á Skúlaheim
inum. Í 2017 verður Skúla
heimið partur av Glasi, tá
hesin skúlin verður tikin í
nýtslu.
Frida og Helgi Øster vórðu fyristøðupar í nógv ár
Húsini hjá Thorstein Petersen,
sum skúlin keypti í 1964