týsdagur 30. august 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Eg ynski at halda áfram
Bjørghild Djurhuus
Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin
Enn eitt býráðsval, og vit nærkast stóru
avgerðini.
Eg var sera stolt og rørd, tá eg til
seinasta býráðsval fekk so nógvar
persónligar atkvøður. Hetta gav mær
orku og dirvi til at royna meg sum
býráðspolittikara á fyrsta sinnið.
Eitt
spennandi
og
avbjóðandi
tíðarskeið í mínum lívið, sum hevur
lært meg nógv um politisku skipanina
eins og um viðurskifti sum hava
týdning fyri meg og allar aðrar borgarar
í Tórshavnar Kommunu.
Eg havi alt mítt arbeiðslív starvast
millum borgarar í Tórshavnar Kom
munu. Tey fyrstu mongu árini sum
heimasjúkrarøktarfrøðingur og síðani
sum heilsufrøðingur.
Mín størsta áhuga og har eg meti
meg hava størstu vitan, er innan
familjuna, frá nýfødda barninum til
ellisár.
Eg havi seinastu 4 árini verið for
kvinna í Trivnaðarnevndini. Ein nevnd
sum umsitir øll míni hjartamál, og sum
eg við heilum hjarta og eftir bestu
sannføring havi tikið avgerðir í. Eg havi
havt ávirkan og hevði sett mær nøkur
mál, sum eg vildi náa. Tað er sanniliga
við stoltleika, at eg sum býráðslimur í
dag kann líta aftur um bak, og ásanna,
at komi er á mál innan nógv økir, eins
og eg kann staðfesta at nógv væntar
enn.
Eg ynski at halda fram, og viðvirka
til, at vit kunnu náa enn fleiri málum
saman. Tað eru fleiri spennandi verk
ætlanir fyri framman, sum eg meti meg
verða skikkaðan til at bera fram á mál,
okkum øllum at frama.
Mær dámar væl býráðsarbeiði og
trívist væl í leiklutinum sum býráðs
politikkari. Eg meti meg kunna gera
mun og ávirka, og bjóði meg tí fram
sum valevni fyri javnaðarflokkin til
býráðsvalið 8. November 2016.
Reyði Krossur Føroya
Reyði Krossur er altíð til staðar
Landsinnsavning leygardagin
17. september 2016
Vit hjálpa úti og heima
Hjálpið okkum at hjálpa
Les meira á www.reydikrossur.fo