Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Justinus Justinussen (Dyddi) *21.11.1932 † 07.03.2016 andaðist og varð jarðaður. Takk til Osmund fyri hjáveru og troystarrík orð við sjúkraleguna, og fyri góð orð í kirkjuni við kórsetan. Takk til Sverra Steinhólm fyri góð orð í kapellinum. Tøkk til Ova Brim, prest, kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til øll tykkum, ið á einhvønn hátt hjálptu til við ervið. Tøkk fyri blómur og kransar, heilsanir og gávur. Og ein hjartans tøkk til øll tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Judy, Torleif, Laura, Estrid, Símun Petur og Rúni Viðareiðistunnilin letur upp Fríggjadagin 2. september letur Viðareiðistunnilin upp alment. Skráin Kl. 14.15 Bussar koyra frá Hotel Norð á Viðareiði til tunnils­ munnan hvannasundsmegin. Kl. 14.45 Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Kl. 15.00 Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin. Aksel V. Johannesen, løgmaður, flytir fram røðu. Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sker snórin. Síðani fer bilafylgið ígjøgnum tunnilin, nøkur ellis­ akfør, Rynkeby súkklur, rennarar frá rennifelagnum Treysti úr Klaksvík og seinast fólk, ið ynskja at ganga ígjøgnum tunnilin. Øll eru vælkomin at renna og ganga við. Kl. 16­18 Alment hátiðarhald á Hotel Norð á Viðareiði, har borgar stjórin í Viðareiðis kommunu, Hans Jákup Kallsberg, bjóðar vælkomin. Borðreitt verður við kaffi, té, kransakøku, tunnilskøku og øðrum góðum. Danny & the Veetos spæla í teltinum uttan fyri hotellið. Aftaná almenna hátíðarhaldið ber til at keypa sær tunnilsbúff v/undirhaldi á Hotel Norð. Robert Mc. Birnie og Hilmar Jan Hansen undirhalda. Seinni verður tunnilsdansur við Signari í Homrum. Tey, ið hava áhuga í tiltakinum á Hotel Norð kunnu tekna seg til døgurðan og dansin við at ringja til Hotel Norð tel. 451 244. Tað verða Fía Sørensen og Jógvan Thomasen, millum elstu borgarar í ávikavist Hvannasundi og á Viðareiði, sum saman við Akseli V. Johannesen, løgmanni, Hendriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, og stjóranum á Landsverki, Ewaldi kjølbro, verða tey fyrstu at koyra ígjøgnum tunnilin. Lat okkum skifta oljuna og kanna bremsurnar First Stop Atlantic Hoyvíksvegur 66 | 100 Tórshavn D E K K O G B I L TÆ N A S TA FORKELA TÍN BIL RING 314975 Vitja okkum á facebook SÍÐAN 1936 GUMMIBÁTATÆNASTAN Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo VIT HAVA VOGNIN TIL EINHVØNN TØRV Tel. 320 320 · www.petri.fo Ókeypis kanning av protesum Nýtt smíl? Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum