Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99 28 Sosialurin RUSSAR FLEN Í 58 SEKUND Fyri sjey árum síðani stóð føroyska U21 landsliðið fyri einum av okkara størstu landsliðsbrøgdunum Við stútara longu aftaná 58 sekund blivu háðandi russararnir settir upp á pláss Tróndur Arge Í annaðkvøld spælir før­ oyska U21 landsliðið aftur á heima­vølli móti Russlandi. Sjey ár eru liðin síðani, at Jóan Símun Edmundsson skoraði einsamalla málið í helst størsta bragdinum hjá U21 landsliðnum, sum sá dagsins ljós í 2007. Óvæntaði sigurin bleiv grundarsteinurin undir eini undankapping, har Føroyar fingu ikki færri enn 11 stig. Tað er met. Tað var tó ikki nógv, sum bendi á, at Føroyar fór at vinna tann dystin. Vit hava verið í savninum og leitað. Flongdir av Rumenia Undankappingin til 2011 endaspælið byrjaði við dysti móti Rumenia tríggjar dagar frammanundan. Vónirnar til U21 landsliðið vóru ikki heilt lítlar, tí talan var um góðan árgang. Tað sást bara ikki aftur á ovara vølli í Gundadali, tá rumenar spældu okkara niður. Í hálvleikinum var 2-0, og tá samanumkom bleiv úrslitið 4-0. Føroyska liðið fekk illa nokk eitt bein til jørðina. Nú kom russiska bjørnin við spælarum úr stórfeløgunum. Vónirnar vóru ikki góðar undan dystinum. Flentu eftir okkara Á veg á vøllin mundu teir flestu av russisku spælarunum kenna seg vísar í at vinna. Teir vístu ikki føroyska liðnum stóra virðing. Tá vit stóðu í gongini í B36-húsinum. Til reiðar at fara á vøllin, flentu teir forhánisliga eftir okkum. Ivaleyst høvdu teir sæð dystin hjá okkum móti Rumenia, og ætlaðu sær ein lættan sigur, segði Bill M. Jacobsen við Sosialin tá. Flentu bara í 58 sekund Í dag minnist Bill M. Jacobsen enn væl dystin. Hann stóð á odda fyri U21 landsliðnum saman við Heðini Askham. Longu aftaná 58 sekund góvust russar at flenna, tí tá skoraðu føroyingar. Eg minnist at vit byrja og tað er líka við at Russland kemur á odda í fyrsta álopinum. So endar bólturin hjá Jóhan Ellingsgaard á høgra vongi. Hann sendir bóltin innfyri, har Jóan Símun Edmundsson stútar bóltin í málið. Tá segði eg við Heðin Askham, at hetta bleiv ein langur dagur, sigur Bill M. Jacobsen smílandi. Føroyska liðið hevði um nakað munin í fyrra hálvleiki, men tað stóð nógv á í seinna hálvleiki. Jóan Pauli Jakobsen í málinum hevði einar tvær bjargingar í heimsflokki. – Jóhan kom frameftir í høgru síðu og sneiddi einar tveir av, haldi eg, áðrenn hann legði bóltin innfyri. Tað var eitt perfekt innlegg, sum eg bara skuldi seta pann­una á, greiddi Jóan Símun Edmunds­ son í Sosialin­um dagin eftir. Skallaði Rógva Tað stóð so nógv á russum, at teir fóru at brúka skitin triks, sum tað onkuntíð verður nevnt, tá eitt lið roynir at vinna sær ein órættan fyrimun. Serliga framherjin Artem Dzyuba hevði torført við at góðtaka, at føroyski miðverjin Rógvi Sjúrðarson Holm var bæði sterkari og betri. Stutt fyri tíð skallaði hann føroyska miðverjan. Álvur Haraldsen, mynda­ maður á Sosialinum, var á staðnum og fangaði løtuna so væl, sum nú eina ferð til ber(Sí mynd). Rógvi S. Holm sjálvur var skelkaður av hendingini, men fegnaðist um sigurin. Tað er ikki hvønn dag, at tú spælir móti monnum, sum skalla teg og alt møguligt. Hetta var ein øgiliga harður dystir, men tað gekk, segði Rógvi S. Holm og legði afturat: At vinna móti Russlandi er heilt fantastiskt, men vit høvdu viljan til at klára tað. Áðrenn dystin grenjaðu russar um vøllin, og teir hildu langt áðrenn dystin, at teir høvdu vunnið, men vit bukaðu teir av, segði Rógvi S. Holm við Rás2 eftir dystin. Rógvi Sjúrðarson Holm er í ár undir útbúgving og spælir ikki fótbólt. Imponeraðir speidarar Millum áskoðararnar hendan dagin vóru Colin Colderwood og Dean Saunders. Báðir kendir frá bretskum fótbólti. Colin Colderwood var stutt frammanundan settur í samband við starvið sum landsliðsvenjari hjá Føroyum – áðrenn Brian Kerr bleiv settur. Skotin lat væl at føroyska liðnum. Hetta var ein fínur dystur, serliga í seinna hávleiki. Og tykkara málmaður hevði serliga í tí eina førinum eina heilt ótrúliga bjarging, segði Colin Colderwood við Sosialin eftir dystin. Hann vísti eisini virðing fyri russiska spælinum, men visti eisini at hann var vitni til ein sensatión. Tá ein tjóð, so stór sum Russland, tapir á vøllinum, óansæð hvør tað er, sum vinnur, er tað ótrúligt. Hetta er eitt stórt framstig fyri føroyskan fótbólt, so allan heiður til føroyska liðið fyri avrikið, segði Colin Colderwood millum annað eisini við Sosialin. Gott U21 landslið T a ð er ikki av tilvild, at júst hatta U21 landsliðið fekk avbera góð úrslit. Verður hugt eftir manningini, so hava flestu av hasum spælarum sett sín dám á føroyskan fótbólt. Av teimum sum spæla nógv í dag er Jóan Símun Edmundsson tann, ið er komin longst. Hann spælir við OB í Superliguni og hevur verið fastur maður á landsliðnum í fleiri ár. Pól Jóhannus Justinussen, Erling Jacobsen, Róaldur Jacobsen, Odmar Færø, Christian R. Mouritsen og Páll A. Klettskarð eru allir lyklaspælarar í sínum feløgum í Føroyum, og hava verið á landsliðnum. Nú fáa at síggja um tað ber til at endurtaka bragdið. Kennar russar søguna, so standa teir ikki og flenna í gongini undan dystinum í annaðkvøld. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Minnist tú: (U21 Føroyar-Russland 1-0)