týsdagur 30. august 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VIT UMBOÐA
SINDAL AUTOOPHUG
IÐ HEVUR 50 ÁRA ROYNDIR Í FAKINUM
Bilvask
Vit vaska bilin
innan og uttan
Verkstaður
Dekk, oljuskift og
aðrar umvælingar
Leigubilar
Persón- og vøruvognar.
Góðir og bíligir bilar
GÓÐIR BRÚKTIR BILAR
OPEL ASTRA SPORT
SW 1,6I/115 HK
Árg: 2011
Km: 37.000
KR: 139.000,-
Klima, fartpilot, hita í setrunum, el
rútar. Í sera góðum standi.
CITROEN BERLINGO
VAN 2,0 HDI
Árg: 2005
Km: 58.000
KR: 49.000 v. mvg
A/C, hita í setrunum, vørubilur.
MERCEDES SPRINTER
6 PERS VIÐ LYFT
Árg: 2005
Km: 113.000
KR: 69.000,- v. mvg
Aut gear. Bilurin er góður at koyra.
SAAB 9-5 2,0 TURBO
/ 150 HK
Árg: 1998
Km: 249.000
NÚ: 49.000,-
Aut gear, leðursetur, fartpilot,
klima, 2 sett av hjólum, ein eigari.
MERCEDES S-320
CDI 3,2 / 235 HK
Árg: 2009
KR: 489.000,-
Aut gear, navigatión, leður, sóltak,
luftfjarðar, dubult klima,19”alu,
xenon, el-setur.
FIAT DUCATO 2,8 HDI
16 PERS
Árg: 2005
Km: 239.000
NÚ: 49.000,-
Nýsýnaður, oljufýr, góð heilársdekk,
góðkendur til 15 ferðandi.
BMW 318D 2,0/
TWINTURBO
Árg: 2014
Km: 25.000
KR: 335.000,-
Klima, alu, lyklafrítt startlás,
motorur og undirvognur kann
instillast. Avtakiligan krók.
IVECO C50
FLUTNINGSBILUR
Árg: 2008
Km: 218.000
NÚ 160.000 + mvg
Nýsýnaður, aut gear, nýggjur
luftkompressari til fjarðar aftan,
nýtt spæl. Í góðum standi.
FYRR
79.000,-
FYRR
59.000,-
FYRR
359.000,-
MAN TGL N14
LASTBILUR
Árg: 2006
Km: 118.000
KR: 300.000 + mvg
T:10.000 L:3.025
SÍ EISINI NÓGVAR GÓÐAR BRÚKTBILAR Á BILROKT.FO
Bilasøla
Vit selja góðar
brúktar bilar
TU
FÓTBÓLTUR
Edmundsson er aftur á vøllinum
Hóskvøldið verður ein annar Edmundsson eisini á vøllinum. Tað
er yngri beiggin Hákun, sum spælir við Vendsyssel. Toftamaðurin
minnist væl dystin og málið. Jóan Símun Edmundsson bleiv
landskendur handan dagin á ovara vølli í Gundadali.
– Málið minnist eg sjálvandi øgiliga væl. Í fyrra hálvleiki
høvdu vit eisini kjansir til at økja um leiðsluna. Í seinna hálvleiki
vóru vit við undirlutan og Jóan Pauli Jakobsen hevði serliga eina
bjarging í heimsflokki. Annars haldi eg at vit spældu væl,
samstundis sum at vit arbeiddu sum svakir, sigur Jóan
Símun Edmundsson í dag, og leggur afturat:
– Haldi næstan, at tú kann siga at vit sjokkeraðu okkum
sjálvar handa dagin. Eg haldi at teir flestu av okkum vóru
innstillaðir upp á, at hetta fór at blíva ein sera trupul
uppgáva. Serliga tí at vit fingu bank av Rumenia fáar dagar
frammanundan, minnist Jóan Símun Edmundsson afturá.
Málið
gjørdi,
at
ljóshærdi
toftamaðurin
bleiv
landskendur og stutt seinni úttikin til A-landsliðið.
– Ja tað gjørdi tað nokk, men eg haldi eisini at eg spældi
ein góðan dyst og hevði havt eitt gott hálvár við B68, sum
gjørdi at eg bleiv úttikin til A landsliðið ein mánað seinni,
greiðir Jóan Símun Edmundsson frá.
Eldri beiggin hevur ikki givið Hákuni nøkur góð ráð. Hann
hevur víst á vøllinum hvussu tað skal gerast.
Nei, hann hevur sæð bæði dystin móti Russlandi og
grikkaland, so hann veit hvussu tað skal gerast, sigur Jóan
Símum Edmundsson brosandi og eitt sindur argandi, men
leggur meiri álvarslit afturat:
– Eg haldi, at hann skal bara gera sum ímóti Finnlandi, og so
mugu teir royna fyri at halda tætt í hinum endanum. Burdi ikki
verið heilt ómøguligt at teir klára at gera ein vørr, sigur Jóan
Símun Edmundsson, og vísir til útjavnandi málið hjá Hákuni
móti Finnlandi, sum tó endaði við at vinna heili 6-1.
Fakta: 9. juni 2009
Føroyar-Russland 1-0 (1-0)
EM-undankapping, Gundadalur, týsdagin 9. juni kl. 19.00 1-0: Jóan
Símun Edmundsson, 1.
Dómari: Alan Black (Norðurírland)
Hjálpardómarar: Andrew Neeson & John McDowell (Norðurírland)
4. dómari: Raymond Crangle (Norðurírland)
Føroyar: Jóan Pauli Jakobsen – Pætur T. Jørgensen, Rógvi S. Holm,
Pól Jóhannus Justinussen, Erling Jacobsen – Róaldur Jacobsen,
Kristoffur Jakobsen (Odmar Færø, 82. – Jóhan Ellingsgaard (Jann
Martin Mortensen, 74.), Christian R. Mouritsen, Jóan Símun
Edmundsson – Páll A. Klettskarð (Øssur M. Dalbúð, 93.)
Á bonkinum: Teitur M. Gestsson, Rói Danielsen, Rasmus F. Nielsen,
Frank H. Poulsen
Gult kort: Pól Jóhannus Justinussen, Kristoffur Jakobsen Venjarar:
Bill McLeod Jacobsen & Heðin Askham
Russland: Sergey Pesyakov – Anton Koslov, Evgeny Makeev, Gia
Gigalava, Georgy Shchennikov – Alexander Kokorin, Vladislav
Ryshkov (Anton Sosnin, 46.), Alan Dzagoev (Igor Gorbatenko, 69.),
Alexey Ionov – Alexander Prudnikov (Dmitry Ryzhov, 59.), Artem
Dzyuba
Á bonkinum: Valery Polyakov, Roman Amirkhanov, Mikhail
Mishchenko, Semen Fomin
Gult kort: Alexander Kokorin, Gia Gigalava
Venjari: Igor Kolyvanov
UEFA-eygleiðari:
Wolfgang
Thierrichter
(Eysturríki)
Dómaraeygleiðari: Einar Halle (Norra)
Áskoðarar: 361