týsdagur 30. august 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
BJØRNIN ER AFTU
Sjey ár eftir, at føroyska U21
landsliðið púra óvæntað skjeyt
russisku bjørnina, ið tiltikna
1-0 sigrinum í Gundadali, er
Russland aftur á vitjan. Vónin er at
endurtaka bragdið, men tað verður
møguliga uttan Jóannes Bjartalíð
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Føroyska U21 landsliðið fer
nú undir tveir av trimum
teimum seinastu dystunum
í hesi EM undankappingini.
Higartil er talan um slakastu
úrtøkuna hjá einum U21
landsliðið
á
stigatalvuni,
men tekin eru í sól og mánað
um, at tað ber til at fáa stig.
Hóskvøldið er tað Russ
land á Svangaskarði og 6.
septembur er tað Aserbadjan
á útivølli. Hesi hava fingið
ávikavist fýra og sjey stig í
hesi undankappingini.
Bjartalíð ivasamur
Liðið hevði fyrstu venjingina
á
Tórsvølli
mánadagin.
Jóannes Bjartalíð og Jákup
B. Andreassen, sum báðir
spældu allar 120 minuttirnar
í steypafinaluni og skoraðu í
brotssparkskappingini, sótu
yvir.
Jóannes Bjartalíð hevur
trupulleikar við einum rivja
beini, ið ger KÍ málslúkin iva
saman til landsdystin móti
Russlandi. Hann fór eisini
tíðliga úr venjingin fyrra
partin týsdagin.
Liðfelagin Jákup B. And
reassen er nakað moyrur
eftir finaluna, og hevur eitt
sindur av yvirbelastningi.
Hann sat yvir mánadagin og
merkti til tað týsdagin. Tó
røkist fyri, at hann er tøkur
hóskvøldið.
Til venjingina týsdagin
fór ein fingur hjá Elias Ras
mussen úr lið, so hann mátti
gevast.
Málverjin
vónar,
at hann uttan trupulleikar
kann spæla móti Russlandi.
Hákun Edmundsson var
ikki til venjingina, tí hann
mánakvøldið
spældi
við
Vendsyssel, sum tapti 4-0
fyri Hobro í næstbestu deild
ini í Danmark.
Ein broyting á liðnum
Ein broyting er á U21 lands
liðnum. Poul Nolsøe Mikk
elsen hevur givið avboð. Í
hansara stað er komin Jákup
F. Hansen úr HB.
Av øðrum kann nevnast,
at Sonni Ragnar Nattestad,
sum er útleigaður frá FH
til Fylkir, og Brandur Hend
riksson Olsen, ið spælir
við Randers, báðir eru við
A-landsliðnum. Tað verður
ikki mett ráðiligt, at teir
spæla við U21 landsliðnum
hósdagin, og so aftur við
A-landsliðnum týsdagin.
Liðið næstan sett
Bill M. Jacobsen og Eli
Hentze, sum standa á odda
fyri U21 landsliðnum, eru
komnir væl áleiðis við at seta
liðið til dystin móti Russ
landi.
- Vit hava tað mesta klárt,
men enn er okkurt ivamál,
sigur Eli Hentze, ið ikki vil út
við nøvnum.
- Men tit eru vælkomin at
fylgja venjingunum, leggur
sandoyingurin heldur bros
andi afturat.
Hóast fleiri spælarar ikki
vóru á vøllinum, so gav venj
ingin nakra ábendingar um
hvussu liðið kemur á síggja
út. Serliga verjuparturin tyk
ist settur, meðan ivamál gera
seg galdandi longur frammi
á vøllinum.
Verjan líkist
sær sjálvari
Líkt er til, at verjan kemur
at seta seg sjálva. Miðverju
parið hjá B36, Andrias H.
Eriksen og Hørður Askham,
verða
óiva
í
miðvejuni,
meðan Ári Mohr Jónsson
er sjálvskrivaður á vinstra
bakki.
Nógv bendir eisini á, at
tað er Gestur B. Dam, sum
skal røkja høgra bakk pláss
ið. Sostatt spæla tríggir B36’
arar undir liðini á hvørjum
øðrum í verjuni.
- Nú havi eg skjótt spælt á
øllum plássunum á vøllinum.
Tað er bara stuttligt og eg
royni at læra so nógv sum
eg kann, sigur Gestur B.
Dam, sum spældi í álopinum
saman við Magnusi Egilsson í
útidystinum móti Russlandi.
Í málinum verður Elias
Rasmussen, um hann væl at
merkja ikki fær óvæntaðar
trupulleikar við fingrunum,
sum spældu honum eitt puss
til venjingina í gjár.
Fleiri møguleikar
á miðvøllinum
Enn er ikki heilt greitt
hvussu liðið kemur at spæla
á miðvøllinum. Nógv bendir
á, at Hákun Edmundsson
og Jonas G. Hansen verða
sentralir
á
miðvøllinum.
Spurningurin er so um Jóan
nes Bjartalíð verður klárur.
Um hann er tøkur, so
spælir hann á vinstra mið
vøllinum. Verður hann ikki
tøkur, so er ein møguleiki, at
tað verður Magnus Egilsson,
sum spælir á sama plássið
hjá HB. Sostatt verður sam
ansetingin við Ára Mohr
Jónsson og Magnusi Egils
son á vinstru síðu, ein sam
anseting har spælararnir
kenna hvønn annan.
Ein ella tveir
framherjar?
Spurningurin er eisini um
spælt verður við trimum á
miðvøllinum, ella um Teit
Mikudagur 31. august 2016 · Nr. 99
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTDBÓLTUR