hósdagur 1. september 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
6
PERSÓNSSØGA
EG VIL HAVA
TIL SONIN
Alex er 17 ár og hevur asperger syndrom. Hann er ógvuliga
væl fyri og vit hava valt at fara til Danmarkar í eitt ár
fyri at vita, hvørjar møguleikar eru fyri hann har, sigur
Hallur Joensen. Countrykongurin er farin av landinum
við familjuni í vónini um at finna tryggleika til sonin
Hallur flytur til Herning
BARBARA HOLM
V
it eru ikki rýmd av
landinum. Vit hava
bara valt at kanna,
hvat Danmark hevur
at bjóða soninum. Tað er tað
fyrsta Hallur Joensen sigur, tá ið
hann skal seta orð á orsøkina til,
at familjan er farin úr Føroyum.
17 ára gamli Alex er sonur
Hallur og Anniku Joensen. Tey
bæði hava tvey børn. Alex og
Jessicu, sum er 19 ára gomul.
Næsta ár fyllur Hallur Joensen
50 ár. Fyri hann er lívið fullkomið.
– Eg plagi at siga, at eg havi
upplivað meira í mínum lívið, enn
eg hevði droymt um. So alt sum
kemur frá nú av er bara eyka, sigur
Hallur Joensen.
Tað er tó eitt sum manglar.
Eitt einstakt ting, sum Hallur og
Annika nú eru farin at taka hond
um. Tey vilja hava tryggleika til
sonin Alex.
– Tann stóra yvirskriftin í tí
heila er, at vit vilja vera vís í, at
hann klárar seg og er tryggur,
eisini tá ið vit ikki eru her longur,
sigur Hallur Joensen.
Tí hevur familjan valt at
skrykkja alt upp við rót og flyta
til Danmarkar í leitanini eftir tí,
sum skal tryggja Alex.
Nógvir møguleikar
17 ára gamli Alex hevur asperger
syndrom. Í sær sjálvum sigur tann
setningurin ikki so nógv. Tí veru
leikin er, at tað eru nógvar ymiskar
gradur av asberger syndrom.
Summi eru sera illa fyri og fungera
at kalla ikki í samfelagnum. Men
onnur eru bara eitt lítið sindur
øðrvísi. Soleiðis er Alex.
– Alex er ein ótrúliga intelligent
ur og skilagóður drongur. Hann
veit av, at hann hevur asperger og
skemtar ofta við tí, sigur Hallur
Joensen.
Men at hava asperger merkir, at
tað eru nøkur viðurskifti, sum eru
heldur øðrvísi. Til dømis eru fólk
við asperger ógvuliga bókstavilig.
– Eitt dømi er, at tá eg ringdi heim
einaferð og Alex tók telefonina. Eg
spurdi eftir Anniku og Alex segði
hon var inni á vesinum. Tá eg hevði
tosað við hann, bað eg hann siga
við Anniku, at hon skuldi ringja,
tá hon var liðug undir brúsuni.
»So kann hon ikki ringja, tí hon er
ikki undir brúsuni«, svaraði Alex.
Tað er uppá handan mátan tað
fyrigongur. Ógvuliga bókstaviligt,
greiðir Hallur Joensen frá.
Men tað er sum so ikki nøkur
forðing. Heima hjá Halli, Anniku og
Alexi eru avleiðingarnar av sjúkuni
bara ein partur av lívinum, sum tey
so at siga ikki hugsa um. Tað er tó
eitt, sum hugsað verður um, spyrt
tú Hall Joensen. Og tað er hvat
hendir, tá ið Hallur og Annika ikki
eru her longur.
– Um vit seta okkum við
døgurðaborðið og Alex ikki dámar
reyðkál. So er reyðkálið langtsíðani
tikið burtur, áðrenn hann setist við
borðið. Hvør skal taka reyðkálið
burtur, tá ið vit ikki eru her longur,
spyr Hallur Joensen.
Tí hevur familjan tikið tað
djørvu avgerð, at tey hava leigað
sær húsini í Føroyum út í eitt ár og
leigað sær eina íbúð í Herning. Har
skulu tey trý búgva í vónini um, at
eitt hvørt er, sum Alexi dámar.
Kann geva nógv til Føroyar
Hallur Joensen ger greitt, at hann
ikki er illur ella firtin inná skipan
ina í Føroyum, tí veruleikin er, at
tey als ikki hava verið í samband
við almannaskipanina í Føroyum.
Alex hevur gingið í serskúla í
Klaksvík, men útyvir tað, so hevur
lívið verið púra vanligt. Men nú er
Alex liðugur í fólkaskúlanum og
spurningurin um, hvat hann kann
gera restina av lívinum verður
settur.
– Í Føroyum hava vit sjálvandi
færri møguleikar enn í Danmark,
tí samfelagið er minni. Tað er
einki galið við tí, staðfestir Hallur
Joensen.
Alex er
ein ótrúliga
intelligentur
og skilagóður
drongur.
Hann veit av,
at hann
hevur
asperger
og skemtar
ofta við tí
Hallur Joensen