hósdagur 1. september 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
7
TRYGGLEIKA
➘
Tað er so í dag, at Alex ikki kann
ímynda sær, hvat hann skal fara
at takast við nú. Alex og Hallur
vóru fyrr í ár til eina ráðstevnu
í Danmark við heitinum aspIT.
Tað er ein ráðstevna fyri fólki við
asperger syndrom, har tey fáa lær
dóm innan KT, tí tað er mangan
teirra serøki. Men tað var ikki júst
tað, sum Alexi dámdi.
– Tí fara vit í næstum at tosa við
okkara kontaktpersón í Herning og
finna útav, hvat Alex kann royna
av ymiskum tingum, tí eg veit, at
hann er ótrúliga intelligentur og
kann uttan iva geva nógv til tað
samfelagið hann býr í. Vit skulu
bara finna útav, hvat hann tímir
at gera, sigur Hallur Joensen.
Og tað er ikki nakað, sum Alex
kann svara uppá uttan so, at hann
hevur roynt tað.
– Spurningurin er so, hvat hend
ir um eitt ár. Hava vit enn onkrar
óroyndar møguleikar niðri, so
finna vit uppá okkurt, so onkur
okkara kann blíva verandi. Annars
eri eg føroyingur við stóra F og tað
er Alex eisini, so vit gleða okkum
at koma heim aftur við nýggjum,
spennandi royndum og vitan, sigur
Hallur Joensen.
Tónleikurin
enn í hásæti
Hvat
hendir
so
við
countrykonginum
og
hansara tónleiki, hugsar
tann gløggi lesari ivaleyst.
Fyrr í summar keypti
Hallur Joensen sær sjey
ferðaseðlar til Føroyar í ár, tí so
ofta skal hann heim at spæla.
– Tónleikurin fyllir enn ótrúliga
nógv. Eg elski at spæla og eg havi
eina rúgvu av fyrispurningum og
konsertum fyri framman, sigur
Hallur Joensen.
Herfyri var hann í Hetlandi,
har fleiri konsertir vóru á skránni.
Seinastu sjey árini hevur Hallur
vitjað í Hetlandi og spælt konsertir
og longu nú er greitt, at hann skal
aftur næsta ár. Somuleiðis hevur
hann júst verið í Íslandi, Týsklandi
og í hann skal spæla fleiri konsertir
í Danmark og í Føroyum komandi
mánaðirnar.
– Eg kann ikki klaga. Eg havi
ovmikið at gera, staðfestir ein
lívsglaður Hallur Joensen, sum
júst nú er í Føroyum og vitjar. Um
nakrar dagar gongur leiðin aftur til
Herning, har familjan Joensen nú
fer undir eina spennandi ferð við
sonum Alex.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
MYND: ÁLVUR HARALDSEN