hósdagur 1. september 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
8
BØRN OG KRIMINALITETUR
EG HAVI FING
SEX FYRI RÚS
Í Havn, í Klaksvík og í Vágunum eru ræðuliga nógv rúsevni.
Eg havi fleiri ferðir upplivað, at ung fólk bjóða sex aftur fyri
hørð rúsevni, sigur 32 ára gamli Helgi Bech, sum fram til í
fjør seldi alt frá hassj til ritalin í býarlívinum í Føroyum
Helgi Bech, fyrrverandi rúsevnisseljari
BARBARA HOLM
R
úsevnisumhvørvið er
ræðuliga stórt og um
fatandi í Havn, Klaks
vík og í Vágunum,
sigur Helgi Bech, sum Vikuskiftis
Sosialurin hevur hitt til eitt prát
um rúsevnisheimin í Føroyum.
Tað var sum blaðungur, at Helgi
fekk hug til at royna rúsevni.
Hansara barndómsvinmaður hevði
ein beiggja, sum seldi hassj og
longu sum 12 ára gamal visti Helgi,
at hann fór at royna tað. Tað var
ein spennandi heimur, sum hann
eygleiddi heilt frá 10 ára aldrinum,
tá ið hann og vinmaðurin sluppu
inn í kamarið hjá eldra beiggjanum
hjá vinmanninum at síggja, meðan
teir royktu hassj.
Sum 14 ár royndi Helgi tað
fyrstu ferð og beinan vegin bleiv
hann seljari av tí.
– Eg føldi tað spennandi og vildi
tí altíð hava okkurt at selja. Eg fekk
viðurkenning um eg hevði okkurt
uppiá mær, og føldi meg sum part
av onkrum, sigur Helgi Bech.
Hann nýtti hassj at doyva
nervarnar, tá ið lærarar ella for
eldrini skeldaðu hann fyri eitt
hvørt. Hann gjørdist tí skjótt
bundin at hassjinum og kláraði ikki
at sleppa tí aftur. Men brádliga var
hassjið ikki nóg mikið og Helgi fór
eisini at innflyta harðari rúsevni.
Speed, exctasy, kokain,
MDMA og mangt
annað flutti hann
til Føroya umvegis
Altantic Airways og
Norrønu. Seinastu
árini var tað einans
Norrøna, sum varð
nýtt sum smuglingar
amboð, tí umborð var
altíð gjørligt at finna
fólk, sum vóru áhugað
í at fáa rúsevnini til
Føroya aftur fyri eina sam
sýning.
– Eg fór til Danmarkar
og keypti rúsevnini, gav einum
persóni umborð á Norrønu, og
hann gav tað so víðari til ein, sum
tók ímóti á kaiini, greiðir Helgi frá.
Helgi innflutti onkuntíð
sjálvur, men vanligt var eisini, at
hann seldi víðari tað, sum onnur
innflutti somu vegir.
Tvey sløg av
rúsevnismisbrúkarum
Tá Helgi skal lýsa heimin, sum
hann var ein partur av í áleið
20 ár, so vil hann býta hann í
tveir partar. Øðrumegin hava
vit tey, sum roykja hassj av
og á. Summi dagliga, onnur
nakrar ferðir um vikuna. Tann
parturin av rúsevnisheiminum
gongur mest fyri seg í bilum.
– Tað er øgiliga vanligt, at fólk
fara biltúr og roykja saman ymiska
staðni. Tað
gongur sjáldan
fyri seg heima við hús, tí tað er
tryggari at roykja í bili og flyta seg
runt, sigur Helgi.
Tey fólkini eru kanska ikki tey
mest vandamiklu. Hinumegin
hava vit tey, sum taka tey hørðu
rúsevnini. Meðan hassj ger ein
avslappaðan, hava tey harðaru
rúsevnini júst øvugtu ávirkanina.
– Tey, sum taka exctasy, speed,
ritalin, MDMA, kokain og so víðari,
eru tey, sum tíma væl at ballast og
eru úti í býarlívinum. Hini sita bara
heima ella í smærri selskapum,
sigur Helgi Bech.
Tað er, tá ið tey harðaru rús
evnini koma uppí leikin, at tey
Tað hendi tað
til tíðir, at ung
fólk seldu mær
sex afturfyri
ein bana. Tað
kostar kanska
6-800 krónur
at fáa eitt
gramm av
amfetamin
ella speed,
og tað hava
tey ungu ikki
ráð til
Helgi Bech
Seinastu
tvær vikurnar hevur
Vikuskiftis Sosialurin varpað
ljós á tann óhugnaliga skuggaheimin,
sum børn og ung í Føroyum ferðast í.
Fyrst høvdu vit eina samrøðu við Angelu
Hentze, sum er mamma at einum dreingi,
sum selur og tekur rúsevnir. Síðani søgdu
Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum og
Tonja Ziskason, leiðari í Barnarverndartænastuni í
Klaksvík frá tí sama veruleikanum. At børn og ung
selja og taka rúsevni og at tey samstundis verða
misnýtt av bakmonnunum til at selja bæði rúsevni
og seg sjálvan fyri at fíggja sítt egna misbrúk.
Nú hevur Vikuskiftis Sosialurin fingið samband
við 32 ára gamla Helga Bech, sum hevur selt og
tikið rúsevni frá tí hann var 14 ára gamal og
fram til fyrr í ár, tá ið hann fekk yvirdosis og
hjartasteðg orsaka av rúsevnunum. Hann
varð bjargaður av sjúkrabilsførarunum
í evstu løtu og hevur nú valt
at fara undir viðgerð.