Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 9 IÐ EVNIR ➘ ungu kenna seg noydd at selja seg sjálvan og rúsevnir fyri at fíggja mis­brúki. Helgi hevur einaferð verið ein av teimum. Seinastu árini hevur honum best dámt at roykja hassj heima við hús ella í bili, men í hansara yngri døgum var tað náttarlívið og tey hørðu rúsevnini, sum lokkaðu. Og har hendi nógv, sum er trupult at taka uppá tungu í dag. – Tað hendi tað til tíðir, at ung fólk seldu mær sex aftur fyri ein bana. Tað kostar kanska 6-800 krónur at fáa eitt gramm av amfetamin ella speed, og tað hava tey ungu ikki ráð til, sigur Helgi. Hvørjir eru so bakmenninir Tað er spurningurin, sum mong helst sita við. Hvussu ber tað til, at løgreglan ikki kann finna fram til teir føroyingar, sum brúka tey ungu til at selja fyri seg? – Tað eru fleiri løg av fólki. Fyrst hava vit teir stóru fiskarnir. Tað eru teir, sum taka fleiri kilo av rúsevnum við til Føroyar, typiskt við Norrønu. Teir eru púra vanligir menn við góðum størvum, konu og børnum og síggja púra vælfungerandi út, sigur Helgi. Teir bakmenninir selja sjálvir ongantíð stórar nøgdir til nakran. Teir geva tó partar av sínum rúsevnum til millummenn, sum fáa áleið 5000 krónur fyri at selja eina minni nøgd. – Hesir millummenninir hava síðani ung fólk, sum so at siga einki fáa burturúr at selja víðari. Tey eru seinasta liðið og vanligast tey ólukkudýrini, sum løgreglan fangar, sigur Helgi Bech. Hesi ungu fólkini eru niðasta liðið í narkoumhvørvinum og tey selja fyri at fíggja sítt egna misbrúk. – Tey fáa typiskt bara sítt egna rúsevni aftur fyri at selja. Og oftast ikki eingongd tað. Tí selja tey seg sjálvan fyri at fáa meira, sigur Helgi. Tað er tó ikki altíð neyðugt hjá teimum ungu at fara so langt. Tí tey nýggju sløgini av rúsevnum, sum eru á gøtuni í hópatali eru tey, sum læknarnir geva út. – Eg havi sjálvur selt fleiri sløg av nervamedisini, sum eg fekk frá læknanum. Hann gav mær sítt fartelefonnummar, so eg ongantíð skuldi mangla tað. Eg veit tó ikki, um hann visti av, at eg seldi tað víðari, greiðir Helgi Bech frá. Hann kennir eisini fleiri fólk, sum fara til lækna við tí fyri eyga at fáa staðfest ADHD, so at tey fáa hendur á heilivágnum ritalin. – Ritalin er allastaðni og nógv brúkt. Ein tablett av ritalin kostar áleið 150 krónur, og rúsurin heldur upp til 20 tímar, um tablettin verður brotin og sniffað, sigur Helgi. Eftir hansara tykki eru tey nógv, sum hava ADHD ella hava fingið staðfest sjúkuna av órøttum, og tey selja øll tablettirnar víðari í býarlívinum. – Tey hørðu rúsevnini og tað frá læknunum er ikki at spæla við. Tað er ótrúliga sterkt og í til dømis exctasy veit man í veruleikanum ikki, hvat er í, sigur Helgi Bech. Farin í viðgerð Helgi hevur livað í hesum krimi­ nella heimi í áleið 20 ár. Men fyrr í ár endaði galið. Í februar var hann í einum langum rúsi í áleið eina viku. Øll hugsandi sløg av rúsevnum endaðu í hansara kroppi og endin á rúsevnistúrinum gjørdist óhugnaligur. – Eg minnist bara eg ballaðist, og so vaknaði eg á sjúkrahúsinum. Læknarnir søgdu, at eg fekk hjartasteðg men teir kláraðu at fáa lív í meg aftur, sigur Helgi Bech. Hann sigur, at føroyska samfelagið noyðist at fara undir einari miðvísari ætlan fyri, hvussu tey ætla at raðfesta tey ungu, sum enda í hesari støðuni. Tí fleiri ferðir royndi hann og familja hansara at fáa stuðul frá almannaverkinum til at senda Helga á eitt gott rúsevnisviðgerðarheim í Danmark. – Men tað var ongantíð nakar áhugi at senda meg til viðgerðar. Nú eri eg farin, men tað er ein donsk kommuna, sum betalir. Tí tað kostar nógv meira, enn eg kann betala sjálvur, sigur Helgi Bech. Hann hevur verið rúsfríur nú í 120 dagar, og vónin er, at hann ongantíð aftur endar í hasum umhvørvinum. – Nú er tað ein farin tíð. Eg veit, at eg fari at klára at sleppa burtur­ úr tí, sigur Helgi Bech. BARBARA@SOSIALURIN.FO