Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 10 EITT ÁR SÍÐ Hvørji evnir vórðu uppi at venda í valstríðnum? Hvat stillaðu valevnir til val uppá? Valstríð verður framt á nógvum ymiskum platformum. Facebook, filmar og greinar eru bert nakrir, ið vónríkir kandidatar brúka, í síni roynd at sleppa inn á ting. Um greinar á in.fo eru eitt gott mið er ringt at siga, men tey evnir, ið flestu greinar blivu skrivaðar um vórðu (stillaði eftir oftast brúkt): 1. Skattur 2. Vælferðartænastur 3. Børn og ung 4. Fiskivinnupolitikkur 5. Bústaðarviðurskiftir/Fólkaskúlin Evnir, ið vórðu nógv frammi MINNIST TÚ? Sonja J. Jógvandóttir var vald við 1021 persónligum atkvøðum. Hon var vald fyri Javnaðarflokkin, men valdi skjótt at gerast uttanflokka. Eitt evnið, ið hon fór til val uppá var hjúnarbandslógin. Evnið fylti nógv í kjaki og ofta gekk kjakið heitt fyri seg. Tá Javnaðarflokkurin og Sonja gjørdu eitt megnarval var væntandi, at húnarbandslógin fór at verða broytt og tað ætlaði Sonja at avgreiða beinavegin. Yvirskriftin í Sosialinum 03. september: Sonja J. Jógvansdóttir – Hjúnabandslógin er ein avgreiðsluspurningur Tað vísti seg ikki heilt at verða so einfalt. Minnist tú hvør flokkur lovaði hvat til seinasta løgtingsval? Tað er kanska ikki so løgið um tú ikki ger tað, tí tað var ofta ringt at skilja ímillum vallyftini hjá flokkunum. Vit kunnu taka fátækravágan sum dømi: Fólkaflokkurin: Vit vilja fremja lóg um stuðul til familjur í fátækravága Sambandsflokkurin: Vil veit innan sosial- og almannamál eina fátækrahjálp og ráðgeving Javnaðarflokkurin: Ongin – hvørki barnafamiljur, einsamallir uppihaldarar ella pensjónistar liva í fátækraváða eftir komandi valskeið Tjóðveldi: Eitt miðvíst arbeiði skal gerast fyri at fáa fólk úr fátækraváða. Evni var nógv frammi um hetta mundið og tí er tað kanska upplagt, at flokkarnir taka tað til sín, men hvussu skilir tú ímillum flokkarnar tá sjálvt orðingarnar á politikkinum eru næstan líka? FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 10 VALIÐ