hósdagur 1. september 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
SOSIALURIN 100
Eitt ár eftir valið
– TELEFONIN
HJÁ ALFRED
RINGIR
ALLATÍÐINA
Eitt ár eftir valið:
SAMRØÐA
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SÓLVIT E. NOLSØ
Á
løgtingsvalinum 30. apríl
1998 var Alfred Olsen valdur
inn á ting fyri fyrstu ferð. Hann
bleiv valdur við 388 persónligum
atkvøðum, harav fleri enn 300
vórðu atkvøður av Toftum. Tí
kundi av røttum sigast, at Toftir
hevði valt ein tingmann inn.
Løgtingssessin slapp hann at
hava í mong ár. Ikki fyrrenn 17 og
eitt hálvt ár seinni fall hann við
eitt val. Á valinum 01. september
2015 fekk Alfred Olsen 243 at
kvøður og bleiv nummar átta á
sambandslistanum, men flokkurin
fekk bert seks tinglimir valdar og
tískil fall Alfred Olsen.
Tíðliga ábendigar
um eitt ringt val
Á valkvøldinum 01. september í
fjør, gjørdist skjótt greitt, at Sam
bandsflokkurin fór ikki at fáa
eitt gott val. Tá úrslitið so fyrilá
gjørdist greitt, at bert Bárður
Nielsen bleiv afturvaldur av ting
manning floksins. Kaj Leo Holm
Johannesen og Bjørn Kalsø vórðu
eisini valdir, men teir høvdu sitið
sum landsstýrismenn farna val
skeið.
Tá eg sá ábendingina, at eg ikki
fór at blíva afturvaldur, gjørdi eg
tað upp við mær sjálvum beina
vegin. Nú var tíðin hjá mær í
Løgtinginum yvirstaðin. Morgunin
eftir fór eg suður til Havnar og
inn í Løgtingið. Eg takkaði starvs
fólkunum fyri eitt gott samstarv,
lat lykilin frá mær og fór. Eg havi
so ikki verið í Løgtinginum síð
ani, sigur Alfred Olsen eitt sindur
sorgblítt.
Alfred Olsen hevur ikki gjørt
sær heilt greitt hví Sambandsflokk
urin fekk eitt somikið ringt val,
har næstan øll manningin bleiv
skift út. Hann metir, at ein partur
av frágreiðingini skal finnast í, at
veljarin vildi hava okkurt øðrvísið
enn tað, sum Sambandsflokkurin
tá var.
Kaj Leo plagdi at siga tað, at
mann bleiv troyttur av sita leingi
í samgongu og vit høvdu tá sitið
síðan 2004 og úti í eitt fram til 2015.
Fyri meg kann eg siga, at eg dugi
ikki at finna ørsøkina og eg tími
ikki at brúka orku uppá hví vit ikki
kláraðu tað og hvør tað var, sum
gjørdi tað. Úrslitið var har, sum
vísti at mann ikki bleiv afturvaldur
og so er bara at koma víðari, sigur
Alfred Olsen
Vinnan, kommunalt
sjálvræði og samband
Sigast kann, at Alfred er uppvaks
in í einum politiskum heim. Pápin
Jens Chr. Olsen og eldri bróðurin,
Jógvan Ingvard Olsen, høvdu báð
ir verið tingmenn. Jógvan Ingvard
velur ikki at stilla upp aftur í 1998
og tá bleiv heitt á yngra bróðurin
um at traðka í hansara stað.
Eg hevði ikki droymt um nak
að politiskt áðrenn. Eg arbeiddi
sum skrivari í Nes Kommunu og
valdi tað framum politikki, men
tá áheitanin kom um at stilla upp
so tók eg av, eftir at hava samrátt
tað við familjuna.
Fyrstu ferð Alfred stillaðu upp
var tað fyrst og fremst fyri at
arbeiða fyri vinnuligum kørmum
og fyri at varðveita kommunalt
sjálvræði. Alfred Olsen heldur, at
tað almenna hevur ov ofta góðan
hug at meta kommunu ov lágt. Í
veruleikanum klára kommunur
við nærdemokratiið at loysa nógv
ar uppgávur betur enn landið,
sigur Alfred Olsen.
Umframt tað var tað sjálvandi
eisini tað sambandska, sum eg
raðfesti høgt. Tað eri eg í veruleik
anum blivin meira sannførdur, um
at samband er tað frægast. Vit eiga
at raðfesta samstarv og samband
við Danmark og Grønland nógv
hægri.
Hevði ynskt at fiskivinnu
nýskipanin bleiv avgreidd
Spurdur um hann heldur, at hann
fekk tað burturúr sínum politiska
yrki, sum hann upprunaliga vildi
sigur Alfred Olsen, at hann fekk
tað burturúr, sum var møguligt.
Í politikki fær tú ongantíð tað,
sum tú sjálvur vil. Alt verður framt
við samstarvi, sigur Alfred Olsen.
Seinasta val var eitt
signal til mín um, at mín
tíð sum politikkari er
farin