Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 SOSIALURIN 100 FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 Hann samanumtikið væl nøgd­ ur tað, ið var avgreitt tað tíðina hann sat á tingið. Serliga glaður var hann fyri at sleppa at verða ein partur av útnorðurráðnum og teimum nevndum, sum hann sat í. Serliga vinnunevndini, har hann sat sum formaður í tveimum umførum. Tó hevði hann eitt ynski um at fáa fiskivinnunýskipanina av­ greidda áðrenn hann fór. Vit komu bara ikki á mál politiskt. Tað bleiv ongantíð semja um hvat skuldi gerast. Vit royndu at gera eina breiða semju og tað er bara soleiðis, at nærri tú nærkast einum vali, verri er at fáa semju, sigur Alfred Olsen. Alfred Olsen sigur, at semjan skuldi verið komin í 2012/13, men at tað eydnaðist ongantíð at fáa nóg nógvar politikkarar við. Gleðist um nógv – keddur um sumt Tað er eyðvita, at tá tú hevur verið í politikki í so nógv ár sum Alfred Olsen, so eru tað løtur og mál, har tú fegnast og hinvegin eisini løtur og mál, ið tú ikki er glaður um. Tað vil so verða. Alfred Olsen sigur, at hann var øgiliga glaður um Skála­fjarða­tunn­ ilin og tá avtalan um hann bleiv gjørd millum allar flokkar. Sjálvur hevði Alfred tosa um tunnilin leingi, men frá byrjan av vórðu tað ikki nógv, sum sóu tað fyri sær sum ein realistisk verkætlan. Tá so avtalan bleiv undirskriva og byrjast kundi, tað var ein stór løta. Hinvegin, so var tað sambært Al­fred Olsen ein tung løta tá málið um §266b fór ígjøgnum tingið. Alfred Olsen sigur seg allatíð hava verið bangan fyri tí sokallaðu glíði­ breytini. Eftir hansara sannfør­ing er borgarlig vígsla ein beinleið­is avleiðing av §266b og tá tað bleiv viðtikið. Lívið aftaná politikk Tá eg kom inn gjørdi eg eina avtalu við familjuna, at Løgtingið fekk fremstu raðfesting. Síðan eg ikki kom inn er nógv broytt. Eg eri virk­in í ymsum felagsskapum inni á Skálafjørðinum. Alfred Olsen sigur, at tað hev­ur víst seg, at hann misti eitt starv, men bleiv íblandaður í eini tvey- trý onnur. Hann syngur m.a. í kóri, er skrivari í eldrafelag og er eis­ini nógv upptikin í missiónshúsinum. Tað mesta av tíð hansara fer tó til Gráasteinshúsini, sum eru elsta búseting í Saltnesi frá 1837. Tey vórðu næstan niðurdottin, men nú hevur hann sett tey í stand og hevur m.a. bjálva tev við føroyska ull. Eg má siga akkurát sum er, at eg eri fult upptikin og telefonin gevst ikki at ringja, sigur Alfred Olsen Spurdur um hann hevur slept øllum ætlanum um at stilla upp aftur, er Alfred Olsen skjótur at svara Nú fylli eg 70 ár næstu ferð og tá er mann eingin unglingi. Sein­ asta val var eitt signal til mín um, at mín tíð sum politikkari er farin. Tað góðtaki eg, sigur Alfred Olsen. Tað var ein tung løta tá málið um §266b fór ígjøgnum tingið Vit eiga at raðfesta samstarv og samband við Danmark og Grønland nógv hægri