hósdagur 1. september 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
14
POLITIKKUR
At leggja kommunurnar saman í størri eindir
gevur størri útjavning enn nøkur onnur skipan
ÁRNI GREGERSEN
Tað er ógvuliga torført at tálma
útreiðsluvøkstrinum í Føroyum
við galdandi Hommunulóg.
Høga talið av kommunum ger
tað heldur ikki lættari og tí eigur
at verða hugsað um at leggja kom
munurnar saqman í størri eindir –
eindir sum eru á leið somu stødd
sum samstarsøkini í eldrarøktini.
Hetta skrivar Búskaparráðið í
heystfrágreiðingini, sum var løgd
fram fyrrapartin í dag.
Í sambanddi við útjavning
millum kommunurnar, so verð
ur sagt, at eitt yvirskipað mál í
tænastuveitingunum í komm
ununum til borgararnar er, at
munurin á tænastustøðinum ikki
fer upp ella niður eftir hvørjari
kommunu ein býr í.
Við nógvu lítlu og støddar
munarstóru kommununum í Før
oyum, metir Búskaparráðið, at
vinningurin av eini kommunalari
útjavningaskipan fyri allan komm
unubúskapin eftir útlendskum
leisti helst ikki hevði staðið mát
við innsatsin.
BúskaparráðIð heldur, at
munadyggast og mest ómakaleyst
at koma eitt sindur ávegis við
størri kommunalari útjavning í
Føroyum – eina útjavning ið fevnir
um allan kommunubúskapin - er
ivaleyst ein hóskandi saman
legging av kommunum, til dømis
ein samanlegging í samsvari við
eldrarøktar-økini.
Vøksturin er í
kommununum
Vit hava havt stóran búskap
arvøkstur seinastu árini og Bú
skaparráðið hevur staðfest, at
útreiðsluvøksturin hjá komm
ununum hevur verið munandi
størri enn vøksturin í útreiðslunum
hjá landinum.
- Hesi viðurskifti gera tað
neyðugt við nýggjari lóggávu um
kommunalu búskaparstýringina,
m.a. við tí endamáli at forða fyri
konjunkturviðgangandi fíggjar
politikki, og fyri at tryggja haldføri
hjá almenna geiranum í longdini,
skrivar Búskaparráðið.
Játtanarkarmarnir stýra lands
búskapinum. Tó finst ráðið at, at
tað mangla tørvandi reglar um
avleiðingar, tá ið farið verður út
um játtanarkarmin.
Hjá kommununum er støðan
ein heilt onnur og við at leggja
eldraøkið út til kommunurnar,
eru stórar upphæddir fluttar frá
landsins fíggjarstýring við út
reiðslulofti til kommunalu karm
arnar, sum eru uttan útreiðsluloft.
Búskaparráðið sigur, at tað
meira er reglan enn undantakið, at
konjunkturviðgangandi politikkur
verður rikin í Føroyum.
Í hesum viðfangi hevur verið
ført fram frá kommunalari síðu, at
kommunustýrislógin hevur sum
undirskilta fortreyt, at kommunur
nar hava skyldu til at nýta peningin,
ið inn kemur í kommunukassarnar,
til nýtslu og íløgur, og ikki at goyma
hendan pening.
- Hetta átti at givið lands
politikarunum høvi til at broyta
lóggávuna soleiðis, at umframt
kommunal útreiðsluloft og
hámarks og lágmarks komm
unuskattaprosent fyri hvørja
kommunu, verða ásettar reglur
Búskaparráðið:
ÁRNI GREGERSEN
Góða búskapargongdin seinastu
nógvu árini átti at givið grund
arlag fyri, at hallið í landskassa
roknskapinum var burtur.
Hetta mál verður tó væntandi
rokkið í ár, skrivar Búskaparráðið
í Heystfrágreiðingini.
Samansetingin av teimum
sum búgva í Føroyum – at vit
gerast alt fleiri gomul – er ein av
orsøkunum, men Búskaparráðið
staðfestir, at hetta er ein gongd,
sum verður uppaftur meira
avbjóðandi komandi árini.
Ein onnur avbjóðing fyri sam
felagið hevur verið mistu skatta
inntøkurnar frá føroyingum, sum
hava arbeitt uttanlands.
Ein triðja orsøk er stóri vøkst
urin í lagaliga skattaðum kapital
inntøkum í mun til skattin frá
lønarinntøkunum. Hesar eru und
ir størri skattatrýsti.
Víst verður á í nýggjastu
frágreiðingini, at hallið í lands
kassanum helst verður burtur í
ár og at tað er minkað nógv síðani
2013.
Búskaparráðið heldur tó, at
myndin er misvísandi, tí for
skattingin av pensjónum gevur
einar 300 milljónir krónur eyka í
inntøkum.
Vóru hesar inntøkur ikki tald
ar við, so var úrslitið tilsvarandi
verri.
Ogn og skuld
Almenna skuldin nærkast seks
milljardum krónum og tá eru
tænastumannapensjónirnar ikki
taldar við.
Hetta er á leið 36 prosent av
bruttotjóðarúrtøkuni. Í hesi skuld
er ein hálv milljard til danska
statin. Hon fellur burtur um olja
í rakstrarverdum nøgdum ikki
verður funnin áðrenn 1.januar
2018.
Hetta bøtir sjálvandi um netto
skuldina, sum í 2017 er mett at vera
750 milljónir krónur.
At hon ikki er størri hongur
saman við, at sosialu grunnar
nir eru væl fyri. Nettoskuldin er
munandi minkað síðani 2007, tá ið
hon var tríggjar milljardir krónur.
Og næsta ár altso á leið 750 millón
ir krónur.
Í Heystfrágreiðingini ger
Búskaparráðið meting av
vøkstrinum í búskapinum
– í mun til í ár minkar
vøksturin niður í eina
helvt næsta ár
ÁRNI GREGERSEN
Heili 8,5 prosent er vøksturin
bruttotjóðarúrtøkuni í mun til í
fjør.
Tað metir Búskaparráðið
nýggjastu frágreiðingini, sum var
almannakunngjørd fyrrapartin
hósdagin.
Risastórivøksturin er meira enn
tvey prosent størri enn í fjør, men
so metir Búskaparráðið eisini, at
næsta ár fer vøksturin at minka
Hallið minkar ov seint
hjá landskassanum
Góða gongdin í búskapinum átti at gjørt, at
landskassin hevði avlop fyri árum síðani
Góða gongd
Sverri Hansen er formaður í Búskaparráðnum
LEGGIÐ KOMMUNURN
SAMAN Í STØRRI EIND