Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 15 ÁRNI GREGERSEN Longu á vári 2015 vísti Bú­ skap­arráðið á, at við teimum framskringum, sum eru gjørdar av fólkatalinum íu Føroyum, so verða vit nógv fleiri eldri enn vit eru í dag. Og lutfallsliga nógv færri fara at arbeiða fyri hvønn pensjonist, samanborið við støðuna í dag. Í nýggjastu frágreiðingini vísir ráðið á, at hesi sveiggini, sum ávirka búskapargongdina ikki eru so ógvuslig ár um ár, men at tað er skeivt ikki at taka hesi tøl í størsta álvara. Tilmælið frá Bú­skap­ar­ráð­ num hevur tískil verið, at hitt almenna beinanvegin eigur at fara í gongd við nýskipanir og vinnupolitisk tiltøk, ið stiðja upp undir eina konsolidering av tí almenna búskapinum. Tey tiltøk, sum landstýrið hevur gjørt í seinastuni, hava ikki havt stórvegis ávirkan á fíggjarliga haldførið. Til dømis hevur flyting av pensjónsútreiðslum frá landi til AMEG, Samhaldsfassta, ikki nakra ávirkan á haldførið hjá almenna geiranu. Hetta er bara ein flyting innan almenna geiran ÁRNI GREGERSEN Alivinnan hevur størsta týdning fyri føroyska útflutningin. Tilsamas er útflutningsvirði á laksi mett í 2017 at verða á leið tað sama, sum samlaði út­ flut­ningurin av uppsjóvarfiski, fiskamjøli og lýsi og botnfiski. Mett verður, at vit fara at taka 90.000 tons av alifiski í 2017 og at hetta fer at geva meira enn 3,2 milljardir krónur. Botnfiskurin fer at geva eitt sindur meira enn saml­aði útflutningurin av upp­sjóv­ar­ fiskinum. Botnfiskurin hevur gjøg­ num tíðirnar givið mest í virði fyri útflutningin. Í 2012, skriv­ar Búskaparráðið, vóru allir hesir bólkarnir: alifisk­ur, uppsjóvarfiskur og botnfiskur á leið tað sama í virði, men nú er alivinnan farin avstað og gev­ ur nógv mest fyri útflutningin. Laksaprísirnir hava vrið serliga góðir fyrra hálvár í ár. Mett verður, at eftirsum útboðið av aldum laksi er vaksandi, so fara prísirnir at fella nakað seina hálvár í ár, men mett verður at prísurin í miðal seinna hálvár í ár fer at liggja umm 55 norskar krónur fyri hvørt kilo. Vøksturin av útflut­nings­ virðinum av laksi fyrra hálvár í ár í mun til í fjør er sløk 40 pro­ sent. Búskaparráðið sigur, at hendan meting av prísunum byggir á samrøður við fólk í ali­ vinnuni. Ráðið sigur eisini, at vænt­andi verða 90.000 tons av laksi tikin bæði í ár og næsta ár. Uppsjóvarvinnan Virðið á tí, sum uppsjóvarskip­ ini landa, er vaks­ið munandi síð­ ani 2009, tá tað var 430 milljón­ir krónur. Í fjør var landingarvirðið meira enn 1,3 milljardir krónur. Mett verður, at land­ing­ar­ virðið í ár verður eitt sindur hægri enn í fjør, men nú eru Føroyar aftur aprtur av avtalu millum ES og Noreg. Botnfiskaveiðan er ikki broytt so nógv frá 2014 til 2015, ser­liga tá hugsað verður um nøgdirnar, men afturfyri hækk­ aði prísurin eini 20 prosent frá 2014 til 2015. Stórur partur av botn­ fiska­flotanum hev­ur verið í kreppu, meðan aðrar partar av botn­fiska­flotanum hava havt nøktandi úrslit. Brexit merkir lægri prísir á botnfiski og øðrum fiskasløgum til bretska marknaðinum vegna lækkandi punds virði og merkir hetta væntandi minking ella stagnering í útflutningsvirði í 2016. Samanumtikið meta vit, at tað fer at vera ein minking í útflutninginum av botnfiski og øðr­um fiskasløgum í 2016 í mun til 2015, sigur Bú­skap­arráðið. Búskaparráðið metir, at vøkst­urin í samlaða fiska­útflut­ ninginum í ár í mun til í fjør fer at vaksa eini 15 prosent. Sum støðan er nú, so er onki sum bendir á, at 2017 verður nógv øðrvísi enn 2016, so roknað verður ikki við vøkstri frá 2016 til 2017. Handilsjavnin Góða gongdin í útflutninginum er ein høvuðsor­søk til, at hand­ ilsjavnin ongantíð seinastu 20 ár­ini hevur veirð so positivur, sum í 2016. Í byrjanini av fíggjar­krepp­ uni í 2008 var handilsjavnin neg­a­tivur við 1.517 mió. kr. uttan skip. Í dag er handilsjavnin batn­ aður til 1.350 mió. kr. uttan skip. Hetta er ein betring uppá nær­um tríggjar milljardir krón­ ur.. Laksurin gevur meira og meira í útflutningsvirði Virðið á útfluttum laksi veksur alsamt og er dupulkt so stórur sum útflutningurin av uppsjóvarfiski Fólkasamansetingin broytir búskapargongdina uppá sikt Samansetingin av okkum, sum búgva í Føroyum ávirkar í stóran mun gongdina í búskapinum uppá langt sikt niður í góð fýra prosent. At so nógv byggir á metingar kemst av, at ongin veruligur tjóð­arroknskapur er gjørdur síðani2013. Meðan nýtslan hevur verið tann mest støðugi parturin av innlend­ is eftirspurninginum, hava íløgur­ nar verið tann mest sveiggjandi parturin. Almennu íløgurnar sum partur av innlendis eftirspurninginum, hava í Føroyum vanliga verið konjunktur-viðgangandi. Sama hevur verið galdandi fyri almennu nýtsluna. Hetta hevur altíð verið óheppið og kann endurtaka seg, nú íløguætlanir landsins og komm­ unanna eru sera víðfevndar fyri árini 2016 og 2017. Tørvur sýnist vera á eini sam­skipaðari endurskoðan av almennum íløguætlanum. Tørvur er eisini á eina sam­ skipan millum lands- og komm­unu­ búskapin. Hetta kundi verið gjørt við at víðka játtanarkarmarnar landsins til eisini at fevna um kommunurnar. Góður handilsjavni Handilsjavnin, sum lysir munin á innflutningi og útflutningi, hevur ongantíð verið so góður sum nú. Ein orsøk er betraða býtislut­ fall­ið í uttanlandshandlinum við øktum laksaprísum og minkandi oljuprísum. Eisini hava størru nøgdirnar av uppisjóvarfiski ávirkað úrslitið. Búskaparráðið vísir á, at øll tekin er um,a t vit í løtuni hava hákonjunktur. Lágt arbeiðsloysi, nettotilflyting og búskaparvøkstur eru tekin, sum benda á tað sama. in fer at minka nakað um kommunalar kassabindingar, og reglur fyri staðseting av árligum kommunalum rokn­skapar­av­ lopum, skrivar Búskaparráðið í nýggjastu frágreiðingini. Búskaparráðið mælir eisini til at lækka markið fyri, hvussu stóra nettoskulkd ein kommuna eigur at sleppa at hava. Markið skal gerast lægri enn ein nettoálíkning, sum nú. - Ein slík herðing hevði verið for­svarlig, tá kommunurnar vórðu eggjaðar ella noyddar til at goyma roknskaparavlop frá “góð­um tíðum” til seinni brúk, og øvugt í “ringum tíðum”, skrivar Búskaparráðið. NAR DIR