Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 16 Matgerð TJÓÐHILD PATURSSON H ar fór summarið. Tað fleyg fram við. Heilt fram til enda­spurtin kláraði eg at halda lívi í súr­deigginum og plant­un­um. Súr­deigginum og plantunum sum altíð virka sum mínir allar bestu lívs­mátarar – liva tey, so livi eg, trívast tey, so trívist eg. Men í enda­spurt­inu­m av summarin­um, nú beint undan heyst­in­um, gloymdi eg súr­deiggið, gloymdi eg planturnar og gloymdi eg meg sjálva. Súrdeiggið doyði, mítt vakra 3 ára gamla sitrón­træ stendur bara møguliga til at bjarga, og eg… ja, tað verður eitt upp­tak. Men tað er nokk ikki annað at gera enn at byrja úr einum enda – geva sitróntrænum vatn og kær­ leika, byrja eitt nýtt súr­deiggj og annars njóta heystfriðin ið nú er fyri framman. Eg fari at lesa nógvar kóki­bøkur í heyst, einki ger meg so róliga og samstundis inspireraða sum kóki­bøkur. Nakrar kann eg lesa umaftur og umaftur. Hin besta kókibókin eg kenni, ein eg lesi aftur og aftur er »Tio lektioner i matlagning« eftir Lottu Lundgren. Ein kókibók uttan eina tí einastu mynd – ímynda tær! Van­liga eru tað myndirnar heldur enn orðini, ið eftir míni meting gera eina góða kókibók, men í hesu mynda­leysu kóki­bókini sleppa orðini at standa sjálvi, og sleppa at fylla alt tað teimum tørvar. Fantastisk orð. Tey gera mær altíð so væl. Eru frí­gerandi onkus­vegna. Maturin er lættur og spælandi, gerandis­ligur og sam­stundis ele­ gant­ur og so­fisti­kerað­ur – alt sovorði sum eg onkusvegna altíð so klossut royni at vera. Hugskotið um opnar lassagnur havi eg fingið frá Lottu Lund­ gren, sum so nógv annað – ja, eg eri absolutt fan! Opnar lassagnur gera lívið lættari, stuttlig­ari og elegant­ari. At gera og eta vanliga lassagnu er lekkurt, men tungt - ja, tungt bæði at gera og at eta. Opnar lassagnur harafturímóti, eru fantastiska lættar at gera, og so eru tær eisini nógv ‘lættari’ at eta. Opin lassagna Opin lassagna er meira eitt hugskot enn ein uppskrift. Tað ber til at skriva tað so stutt sum hetta: Kóka eina lassagnuplátu, legg okkurt leggur í hana. Et. … Men, tað hevði ikki fylt eina heila grein í Sosialinum, so her fáa tit mína »go to« – útgávu í løtuni. Opin lassagna við grønkáli, soppum og mandlupesto Uppskriftin er til tvey fólk, tí man veit ongantíð um onkur kemur at vitja – ella um eg eri svangari enn eg upprunaliga helt. Tú skal brúka 2 lassagnuplátur 6 stórar champignon 2 grønkálsbløð 2 hvítleyksfet 1 leyk 100 gram av mandlum 1 sitrón olivenolju Salt Pipar (Lotta Lundgren sigur at pipar gevur mat meira elegansu og ger hann meira vaksin. Eg vil fegin vera vaksin og elegant – tí brúki eg pipar) Tað eru trý ymisk ting tú skal gera. • Gera pesto • Gera fyllu • Kóka lassagnuplátur Ger alt í senn, ella eitt í senn. Pesto Morta mandlur í einum mortara (ella við einum stavmiksara – mortarin er tó betur, gevur pestonum júst røttu munnkenslu), saman við olivenolju, einum hvítleiksfeti, skalinum av eini sitrón, umframt saftini av eini hálvari - ella kvartari, alt eftir støddini á sitrónini. Smakka til við salti. Fylla Hita olju á eini pannu. Hakka eitt hvítleyksfet og leykin fínt. Steik á pannuni til leykurin fær eitt sindur av liti. Sker sopparnar sundur í munn­bitar og hita eisini teir á pannuni. At enda skræðir tú grønkálið av stelkinum, deilir sundur í munnbitar og leggur á pannuna. Steik í 2-3 min. Smakka til við salti. Savnan av lassagnu Kóka lassagnupláturnar í ríkiligt av lætt­saltaðum vatni. Tak tær upp úr vatninum, legg tær á ein tallerk, koyr fylluna á aðru síðuna, og boygg so hina síðuna oman­yvir. Koyr eina spísikskeið av pesto oman á lassagnuna. OPIN LASSAGNA V SOPPUM OG MAND – Opnar lassagnur gera lívið lættari, stuttligari og elegantari Eitt sindur av pesto leypur allar helst av – heldig í teg! Jeps, eg át báðar lassagnurnar sjálv. Veganskur matur hevur oftast ikki eins nógva orku og matur við kjøti, ti mást tú eta meira enn vanligt.