hósdagur 1. september 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
17
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
INNBJÓÐ ING til SEPTEMBUR
VIÐ SAMKENSLU
Mín innari veganari vaknar, nú fólkini handan
facebooksíðuna »Veganararnir og verðin« bjóða fólki at
royna veganska lívstílin í ein mánaða – »Septembur við
Samkenslu – eg føli við!«
• Følir tú eisini við? Ja, so er bara at koma í gongd. Ongan
fisk, einki kjøt, ongan fugl, onga mjólk, einki egg, nei einki
anlimalskt í ein mánað. Ljóðar tað farligt og keðiligt?
Hoyr so her: Eina rúgvu av grønmeti í øllum ælaboðans
litum. Søtar fruktir, og súrar fruktir. Nøtir. Pasta.
Breyð. Linsur. Bønir. Rís. Tortillas. Nøtusmør.
Smoothies og Djús. Og so enn meira grønmeti!
Mhh… !
HVAT ER EIN VEGANARI?
Veganisma er meira ein lívsstílur ella
ein lívsáskoðan, enn tað er ein máti at eta.
Veganarar velja at liva lívið við minnst møguligari
ávirkan á djóralív. Ein veganari etur vanliga ikki mat
sum kemur frá djórum. Ein veganari gongur vanliga
ikki í klæðum sum eru frá djórum - leður, ull, silki o.s.fr.
Í øllum síðum av lívinum roynir veganarin at gera minnst
møguligan skaða á aðrar livandi verur á jørðini. Tankin er at
tað skal vera pláss fyri okkum øllum, og at vit menniskju
ikki eiga at síggja onnur djór sum okkara resursu, men
heldur at djórini eiga sítt egna lív.
Hetta er mín egna lýsing, onnur høvdu møgliga lýst
veganismu øðrvísi. Googla - so verður tú klókari
;)
VIÐ GRØNKÁLI,
DLU-SITRÓNPESTO
Septembur við Samkenslu
Eg veit ikki um tit løgdu tað til merkis, men
mín útgáva av opnari lassagnu er vegansk.
Hetta septemburmánðai er komin, og eg luttaki í Septembur
við Samkenslu. Ein hópur av føroyskum veganarum bjóðar
føroyingum til at liva vegansk í ein (septembur)mánaða
– og eg havi tikið av avbjóðingini.
Síðani eg var 17 ár havi eg flirta við vegetarismu, og síðani tá havi eg verið vegetar –
so ella so: Onkuntíð grót-vegetar, onkuntíð ynski-vegetar.
Tað gongur upp og niður, aftur og fram. – Til tíðir veganari. Til tíðir fiskaátari.
Og aðarar tíðir fer ein kjøtbiti niður um. Men oftast vegetar.
Eg veit ikki heilt hví at eg og vegetarisman hava flirta í so nógv ár, og heldur ikki veit eg, hví
tað ongantíð bleiv til eitt fast forhold - kærleikslívið kann vera trupult at skilja…
Undir øllum umstøðum havi eg í 10 ár havt ein serligan veikleika (ella styrki?) fyri
vegetarismu (Oy! Hatta man vera fyrstu ferð at eg skrivi, at eg havi havt/gjørt/sagt/hugsa
okkurt í 10 ár - árini eru við at leypa upp nú. Kanska hetta er at vera vaksin?).
Tað eru nógvar ymsar orsøkir til at eta veganskt - smakkur, umhvørvið, djór,
pengapungurin... og við tíðini vani. Eg hugsi ikki at skriva meira um hettar her, men
vónandi fái eg SO nógva orku av nýggja veganska lívistílinum, at eg hvørja viku
hendan Septemburmánaðan klári at skriva eitt stutt brot um eina av orsøkunum -
eg minnist aftur á mínar tíðir sum veganari, lívsorkan gerst onkusvegna altíð
sterkari tá - ella møguliga er tað í tíðum við meira orku, at eg havi havt
yvirskot at royna veganismu? Nú eri eg í øllum førum móð og troytt
eftir eitt langt summar, so eg eri spent at vita hvat veganski
maturin fer at gera við mínir tankar og mín kropp
hendan illfýsna septemburmánaðan.
Ja, tað hendi
meira enn so
at maturin hjá
mær verður
kaldur ímeðan
eg taki myndir.