hósdagur 1. september 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
18
Tíðargrein
Fleiri skrivligar samtalur
heldur enn munnligar
Tú fert út at at eta saman við
vinfólkum ella familjulimum,
men hvat?
Tú hevur gloymt telefonina
eftir heima. Krisa! Hví? Skuldi
tú ikki út at hugna tær saman
við fólkunum rundan um teg?
Jú, men í dag er tað ofta ikki
nokk. Hóast vit eru umringaði
av fólki, so kenna nógv seg tóm
og einsamøll uttan sína telefon.
Vit vilja ikki bara vera tøk
har vit eru, vit vilja eisini vera
tøk á sosialu miðlunum, tí hvat
um onkur ringir ella skrivar tær
eini boð? Tú fært ikki tikið nakra
mynd og hvat skalt tú gera, um
samtalan steðgar upp? Ja, flestu
av okkum kenna nokk til hesar
tankarnar, tí telefonin er hent at
hava í nógvum støðum.
Men telefonin hevur ikki bara
sínar fyrimunir, hon hevur eisini
sínar vansar. Ein av teimum er,
at fólk í dag hava tendens til at
verða meira sosial online enn
offline. Hetta førir við sær, at
vit kanska hava fleiri skrivligar
heldur enn munnligar samtalur.
Hvar fer hetta at leiða okkum í
framtíðini?
Við tøknini í dag, hava vit
alt samdøgrið møguleika fyri,
sálarliga og digitalt, at verða
aðra staðni enn har vit eru. Vit
sum eru vaksin upp áðrenn
internetið og sosialu miðlarnir
tóku yvir, minnast hvussu
tað var áðrenn, men hvat við
børnunum sum vaksa upp í dag.
Tey flestu kenna ikki til annað.
Hetta er tað sum er vanligt fyri
tey. Fyri tey er tað kanska meira
vanligt at hava eina samrøðu á
»messenger«, enn at hava eina
samrøðu andlit til andlit. Er
hetta sunt? Er hetta mennandi?
Skulu vit góðtaka gongdina og
bara fylgja við?
Skaðar hetta framtíðar
samskifti?
Fyri nøkur er tað fantastiskt at
kunna samskifta á internetinum.
Og ja, tað eru ótrúliga nógvir
fyrimunir við tí. Hetta ger tað
ógvuliga lætt at samskifta, og
boðini kunnu koma út til ein ella
fleiri hundrað uppá fá sekund.
Ikki sum fyrr, tá man brendi
bál ímillum bygdir, fyri at boða
frá, at nú var grind. Í dag er man
limur í einum bólki á facebook,
og nærum so skjótt sum grindin
er sædd, eru boðini komin
á Facebook. Føðingardagar,
veitslur og tiltøk verða vit boðin
til umvegis facebook. Ja hví ikki?
Øll eru har atlíkavæl, so hví
stríða seg upp, at ringja til ein og
ein. Hjá ungum í dag, kemur tað
næstan ikki fyri at man far eina
uppringing hvar man verður
boðin í føðingardag ella veitslu.
Tað kann henda, at tað eldra
ættarliðið ringir sína millum, tí
tey ikki øll sum eru hoppaði uppí
facebook vognin. Í dag kemur
tað enntá fyri at man verður
boðin í brúdleyp á facebook.
Ein uppliving sum er so serlig,
har nógv vilja fylgja ymisku
siðvenjunum, sum eru fleiri
hundrað ára gamlar.
Serligt ella ikki, so velja vit
ofta tað sum er lætt og skjótt.
Vit hava jú so nógv annað
vit skulu náa, sum er meira
týdningarmikið.
Vit halda tað verða deiligt at
kunna skriva eini boð, í staðin
fyri at ringja, tá ið vit t.d. hava
ein ringan dag, ella ikki megna
at tosa við viðkomandi. Tað
broytist við støðugari gongd, og
vit fáa fleiri og fleiri møguleikar
at umganga at samskifta við
menniskju.
Í sølumiðstøðum, millum
annað í Danmark, kunnu vit nú
velja at avgreiða vøruna sjálvi.
Um vit ikki orka at standa
framman fyri kassadamuni og
siga ger so væl og takk fyri, so
kunnu vit velja hina loysnina.
Vit kunnu fara í handilin, velja
okkara vøru , skanna vøruna inn
og gjalda, uttan at hava nakað
samband við nakran.
Tað sum eyðkennir manna
ættina er, at vit eru sera sosial.
Tað sum ger menniskjað
øðrvísi enn djórini, er at okkara
eginleikar til at samskifta
við hvønn annan eru nógvar
ferðir betur enn samskifti
millum djórini. Vit hava mál at
samskifta við. Vit hava sam
vitsku, langtíðarminni og eru
tilvitaði. Vit eru sosial av natúr
og hava brúk fyri dagligari sam
virkan.
Men tá samskiftið gongur fyri
seg á skrift, fylgir ein frástøða
við. Soleiðis taka vit samstundis
frástøðu frá menniskjum,
sum vit samskifta við. Okkara
eginleikar til at lesa málburð
og at skilja kroppsmál minkar
spakuliga við, at skrivliga
samskiftið veksur.
Misskiljingar
Tá vit skriva til hvønn annan, er
tað ikki sikkurt at móttakarin
lesur boðini eins og sendarin
lesur tey.
Tað er nemliga stórur munur
á skrivligum samskifti og at
samskifta andlit til andlit. Vit
lesa setningar ymiskt. Tað er
millum annað ymiskt, hvussu
vit lesa og uppfata, tá ið vit eru
móð, óð ella ørkymlaði, heldur
enn tá vit júst hava vunnið eina
millión ella annað.
Okkara huglag, persónligheit
og ásjón hevur stóran týdning
fyri, hvussu vit lesa, uppliva og
móttaka boð frá øðrum. Tí er
tað umráðandi, at vit eru eyka
umhugsin, tá vit senda eini
skrivlig boð fyri at umganga
misskiljingar. Tað er torført
at nýta sarkasmu og skemt á
skrift. Flestu av okkum kenna
onkran, sum er ein brandur til
at fortelja krønikur. Hugsið hvat
tað er, sum ger at viðkomandi
megnar hetta so væl. Ofta er tað
tónalagið og kroppsmálið sum
ger munin. Hvørki av hesum
báðum kunnu vit lesa okkum til.
Tí er tað ikki altíð líka lætt at fáa
rætta boðskapin fram á skrift.
TVEIR HEIMAR –
Tað sum eyðkennir
mannaættina er,
at vit eru
sera sosial