Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 19 Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Vígdis Fjallstein sálarfrøðislesandi Vit halda kanska, at tað er nokk at hava »smiley’s«, ella »emoji’s«, sum tey nokk eita í dag. Men móttakarin velur sjálvur, hvussu hann tulkar boðini frá sendarinum. Tvær ymiskar persónligheitir Aftan fyri knappaborðið ella snild­ fonina kunnu vit skapa okkara egna persón. Tá kunnu vit verða júst tann, vit ynskja. Fleiri hava nokk upplivað at hava skrivað aftur og fram við einum persóni, har samskiftið hevur riggað sera væl. Men tá man so møtir viðkomandi, so er tað sum at møta einum heilt øðrum persóni. Tað kann kennast, sum viðkomandi hevur tvær ymiskar persónligheitir. Hvussu kann hetta bera til? Ein orsøk kann verða, at viðkomandi hevur lættari við at málbera seg skrivliga heldur enn munnligt. Tað kann eisini koma av, at persónurin er smæðin og ósikkur. Ein onnur orsøk kann verða, at móttakarin skapar sína egnu mynd av boðsendarinum við at geva viðkomandi eina vakra útsjónd, eitt jaligt tónalag og eina góða útstráling. Hetta kann koma av, at vit hava so stórt vald til sjálvi at avgera, bæði hvussu vit eru aftan fyri knappaborðið, men eisini hvussu vit tulka tað sum verður sent til okkum. Skriva tað, vit ikki tora at siga 2016 hevur kanska verið árið, har netdating veruliga hevur gjørt nógv um seg. Okkum nýtist ikki longur at fara út fyri at møta øðrum. Um man vil virka meira áhugaverdur, so kann man bara dagføra vangamyndina á facebook ella á ávíkavist »Tinder« ella »Happen« appini. Tað hevur ongantíð áður verið so lætt at koma í samband við onnur, sum tað er í dag. Tað hevur altíð verið møguligt at koma í samband við nýggj fólk. Tey sum tú gongur framvið í SMS, tá tú keypur inn, ella tá tú ert og venur í venjingarmiðstøð. Men hetta tora vit ikki. Fá av okkum fara yvir til ein fremmandan og byrja eina samrøðu. Men hvat er munurin? Hetta gera vit í heilum á ymiskum talgildum pallum. Munurin er tann, at vit kunnu krógva okkum aftan fyri knappaborðið. Vit kenna okkum ikki eins eym um at blíva frávíst, tá vit ikki verða frávíst andlit til andlit. Samstundis sum vit kenna, at frástøðan ímillum sendara og móttakara er størri, hava vit tendens til at blíva meira erlig. Vit hava lættari við at verða erlig um okkum sjálvi, jú støijfog fram við einum persskund,lig um okkum sskt, sum vit aldrin høvdu sagt vit velja at mva aftur og fram við einum persskund,ørri frástøðu vit taka frá okkum sjálvum. Hetta tekur okkum eitt sindur burtur frá veruleikanum, og vit loyva okkum at skriva ymiskt, sum vit aldrin høvdu sagt í veruleikanum. Facebook verður fylt av kær­ leiks­váttanum. Vit síggja menn og kvinnur skriva, hvussu nógv tey elska hvønn annan á vangan hjá hvør øðrum. Men fyri nógv hevði tað kenst undarligt at staðið andlit til andlit og sagt »eg elski teg«, og tí velja tey heldur at skriva tað. Fyri summi er hetta eitt forferdiligt roks og fyri onnur bjargar tað degnum, at fáa eini sms boð við eini kærleiksváttan hvønn morgun. Tó hava vit eisini tendens til betur at tora at siga tað negativa á ein ella annan skrivligan hátt. Á góðum enskum verður hetta kallað ein »shitstorm«. Tað er, tá ið ein byrjar at skriva okkurt negativt um eitthvørt, har fleiri og fleiri so hoppa við upp á vognin. Hetta er sum ein kavabóltur, sum fer á rull og veksur og veksur. Nega­tivi­tet­ ur­in veksur og spreiður seg, og vit hava lættari við at verða einig og leggja eina viðmerking inn, tá vit eru aftan fyri knappaborðið. Tað krevur bara at trýsta á »dáma«, so stuðla vit, uttan kanska at vita, hvørja ávirkan hetta hevur. Hví gera vit tað? Tá vit fáa eina masku á, blíva vit meira erlig og vit tora betur at siga okkara meining. Knappaborðið er okkara maska. Ongin sær okkum, og tí tora vit at siga tað, vit hugsa. Tað sum er hent at hava í huga er, at tá ið vit skriva, hava vit møguleika at endurlesa tað, áðrenn vit senda tað. So eitt hugskot er, at vit hugsa okkum væl um, áðrenn vit senda boðini vit skrivaðu í ilsinni til stjóran, vin­fólkið ella fyrrverandi makan. Hóast tað eru nógvir hentleikar við at kunna skriva ímillum sín, so er gott, at vit hava í huga, at persónurin vit eru innan fyri maskuna, helst skal kunna speglast aftur í tí persóninum vit eru í veruleikanum. EIN PERSÓNUR