hósdagur 1. september 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
20
HALLUR AV RANA
8. november fara amerikanarar í valhølini at velja ein persón til ovasta politiska sessin í
tjóðini og møguliga máttmiklasta politiska sess í heiminum.
Stórur áhugi er fyri valinum um allan heim, ið hesaferð er millum Donald Trump,
ríkmannin úr New York, ið tók øll á bóli og gjørdist forsetavalevni hjá Republikanarunum, og
Hillary Clinton, fyrrverandi senatorur, uttanríkisráðharri, forsetafrúa og nú forsetavalevni
hjá Demokratunum.
Talan er tó um eitt val, ið flestu amerikanarar høvdu vilja verið fyriuttan. Veljarakanningar
vísa, at talan er um tey minst umtóktu valevnini í nýggjari tíð.
Sum støðan er í løtuni, so tykist, at tað verður Hillary Clinton, ið vinnur valið. Nate Silver,
av mongum mettu at vera fremsti serfrøðingur innan veljarakanningar í USA, metir at
sannlíkindini fyri, at Hillary Clinton vinnur valið er 78,8 prosent, meðan tað er 21,2 prosent
kjansur fyri at Donald Trump vinnur.
Harumframt hevur Hillary Clinton, á yvirlitinum hjá Real Clear Politics yvir seinastu
veljarakanningarnar, eina leiðslu á 6,1 prosent, tá veljarar verða biðin um at velja millum
demokratiska og republikanska valevnini. Hillary Clinton fær tilsamans 48,4 prosent, meðan
Donald Trump fær 42,3 prosent.
Leiðslan er tó eitt vet minni, tá veljarar sleppa at velja millum øll valevnir. Tá fær Hillary
Clinton 42,5 prosent og Donald Trump fær 38,1 prosent, ið er ein leiðsla á 4,4 prosent til
Hillary Clinton.
Veljarakanningar skulu tó takast við einum ávísum fyrivarni, so hóast Hillary Clinton
liggur á odda, so kann enn alt henda. Vikuskiftis-Sosialurin hevur spurt tríggjar føroyingar
við áhuga í amerikanskan politikk um teirra meting.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Tíggju vikur undan amerikanska forsetavalinum
spyrja vit tríggjar føroyingar, ið fylgja við
valinum, um hvussu tey meta úrslitið verður
Stríðið um Hv
MYNDIR: JACOB
DINESEN
INGIBJØRG BERG – STJÓRNMÁLAFRØÐINGUR
Hví dáma fólk Donald Trump?
Fólk eru troytt av politikarum, sum spinndoktarar og samskiftisfyritøkur við
professionellum amboðum forma, sum streymurin rekur. Fólk eru troytt av
professionelt stýrdum valstríðum, lyftum, ið ikki halda, og máli eingin skilur –
tað er óektað og forútsigiligt.
Donald Trump er eitt sindur tað øvugta, og tað tykist virka. Hann tosar eitt
mál, ið fólk skilir. Boðskapurin ljóðar greiður og er kontantur, hann nertur við
kenslur sum ótta, hatur og fordómar, og so er hann líkatil og lítið uppgjørdur.
Hann brúkar orð tilvitað at skapa ekstremar veruleikar, og sum polarisera
valstríðið, so hansara meiningar standa sterkari.
Donald Trump er kendur frá øðrum enn politikki. Tí fær hann fatur á
málbólkum, sum onnur ikki røkka – og teimum, sum vilja royna okkurt annað
enn tað, sum tey meina ikki virkar. Hann hevur, til dømis í realitysendingum, altíð
dugað at marknaðarføra seg, sum hann, ið røkkur sínum málum – »amerikanski
dreymurin«.
Hví dama fólk Hillary Clinton?
Hillary Clinton umboðar tað varna, tað kenda og tað forútsigiliga – og so er hon
einasta alternativið til Donald Trump.
Eg haldi ikki tað er rætt at siga, at fólki dámar hana – heldur at hon er eitt
trygt val. Hon er ein keðiligur, etableraður karrierupolitikari, sum sigur tað, sum
ein meðal hampa amerikanari umboðar.
Hon er kontrollerað og vísir ikki kenslur – kanska tí hon er kvinna og lættliga
kann verða útspilt sum kensluborin ella hysterisk, um hon vísur kenslur, men
tí kann hon tykjast óengagerað og grá.
Søguliga hevur hon onkur keðilig politisk mál við sær, har hon er
lopin framav, t.d. tá hon sum partur av Bill Clinton stjórnini stóð fyri eini
heilsunýskipanartilgongd, sum ikki eydnaðist serliga væl. Eisini tí er hon
viðhvørt eyka varin.
Hvør verður næsti forsetin í USA?
Hillary Clinton, vænti eg.
Eg trúgvi at Donald Trump, tá samanum kemur, er ov víðgongdur til at fólk
kunnu ímynda sær hann sum forseta. Men tað er ilt at siga fyri vist – hygg bara
eftir ES valinum í Bretlandi ella undirtøkuna, sum Alternative für Deutschland
fær!
Kann Donald Trump vinna?
Tað kann væl hugsast. T.d. um okkurt hendir stutt áðrenn, sum
skakar fólk, eitt nú eitt størri
yvirgangsálop ella rembingar
á fíggjarmarknaðunum.
Spurningurin er eisini,
hvussu væl tey klára at
mobilisera upp til valið. Her
hevur Hillary Clinton eitt
nógv størri, professionelt
maskinarí og pengar aftanfyri
seg, meðan Donald Trump er
minni skipaður og má líta meira
á viðhaldsfólk.
20
Talan er tó um
eitt val, ið flestu
amerikanarar høvdu
vilja verið fyriuttan.
Veljarakanningar
vísa, at talan er um
tey minst umtóktu
valevnini í nýggjari
tíð.
USA