Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 21 vítu húsini ERIK LØKSAGARÐ ABSALONSEN – STJÓRNMÁLAFRØÐINGUR Hví dáma fólk Donald Trump? Ein avgerandi faktorur handan undirtøkuni hjá Trump er, at hann er óheftur politiska maskinarínum í Washington. Ein stórur partur av amerikanarum eru vorðin troytt av politisku gongdini, sum hon hevur verið seinastu nógvu árini, og eru tískil sinnaði at lata ein uttanveltaðan framat. Harafturat, so dáma fólk, at Trump, eftir teirra tykki, sigur tingini bart út. Hann er politiskt ókorrektur. Tað, at mong meta hann sum stinnan handilsmann, ger eisini, at tey halda hann vera rætta mannin at venda gongdini í landinum við stagnerandi lønum og vaksandi stættamuni. Hví dama fólk Hillary Clinton? Tað, at Hillary hevur møguleikan at gerast fyrsti kvinnuligi forsetin í søgu landsins tykist at tiltala mong, ið stuðla henni. Fyrst og fremst hava tey møguleika at skriva søgu. Harafturat hevur hon eitt ótal av politiskum roynd­um, sum for­setafrúa, senatorur og uttan­ ríkis­ráðharri. Hennara stuðlar vilja vera við, at hon hevur víst í verki, at hon er sinnað at verja rættindi og áhugamálini hjá amerikanskum minnilutum so sum afro-amerikanarum og latinos. Hvør verður næsti forsetin í USA? Hillary. Líka síðan landsfundin hjá demo­kratunum, har hon alment varð tilnevnd, hava mest sum allar veljarakanningar peikað á, at hon hevur væl betri undirtøku enn Trump. Serliga í lyklastatum, sokallaðum sving statum, ið eru altavgerandi fyri útfallið, hava veljarakanningar víst, at hon hevur ein greiðan fyrimun. Kann Donald Trump vinna? Tað tykist sera ósannlíkt í løtuni. Tey vóru fá, ið yvirhøvur góvu honum møguleika at verða tilnevndur, so man skal ikki avskriva hann, men har skal øgiliga nógv koppa hansara veg. Um Trump skal vinna, so hevur tað alt at siga, at stóri bólkurin av veljarum, ið enn ikki hava tikið avgerð um hvønn tey fara at velja, í stóran mun koppa yvir á hansara síðu. Tað krevur nokk eisini eina lægri valluttøku enn vanligt, ið sum oftast er til fyrimun fyri republikanarar. TÓRI HØJGAARD – LØGFRØÐ INGUR. Hví dáma fólk Donald Trump? Tað eru fleiri orsøkir til at Trump er so væl umtóktur hjá vanliga amerikumanninum. Ein orsøk er, uttan iva, at Trump hevur ein einfaldan boð­ skap, og eitt einfalt svar til – stórt sæð – allar spurningar. Trupul­ leiki við ólógligum tilflytarum úr Meksiko? Bygg ein múr. Trupulleiki við islamskum yvirgangi? Nokta muslimum innfararloyvi og skrásett tey. Stuðlar tú løgreglufólkinum, set so deyðarevsing í gildi fyri tey ið drepa løgreglufólk. Trupulleikar av ISIS í Miðeystur? teppibumba teir í sand og øsku. Samstundis sum at boðskapurin er sera einfaldur, so verður hann borin fram av einum Donald Trump, ið ikki virkar til at ivast tað allar minsta í tí hann sigur, og hevur fult álit á, at hansara loysn er tann einasta rætta. Ein annar avgerandi faktorur er, at fólkið er troytt av politikarum. Amerikanska kongressin hevur ongantíð verið so illa umtókt millum manna, og álitið, ið vanligi borgarin hevur á politisku skipanina, er søguliga lágt. Trump ger sær stóran ómak at vísa at hann ikki er ein vanligur politikkari. At hann ikki er partur av einari politiskari elitu, ið bert arbeiðir fyri seg sjálvan, og hevur gloymt fólkið ið hevur valt seg. Hví dama fólk Hillary Clinton? Hillary er sera væl umtókt í sjálvum demokratiska flokkinum, og hon hevur – eins og Trump – ein trúgvan skara av stuðlum. Uttanfyri hendan skaran er hon – eisini eins og Trump - ótrúliga illa dámd. Bill Clinton er, sum heild, væl dámdur í demokratiska baklandinum, og tað smittar sjálvandi eisini av á hana. Harumframt er hon ein royndur politikari, og lovar at halda áfram við politikkinum hjá Obama. Tað ger sjálvandi, at nógv, ið dáma Obama, eisini dáma hana. Hvør verður næsti forsetin í USA? Mítt boð er enn at Hillary fer at vinna. Kann Donald Trump vinna? Ja. Wikileaks hava fleiri ferðir boða frá at teir hava nógv skjøl um Hillary, ið man ikki hevur almannakunngjørt enn. Um hesi skjøl t.d. vísa at Hillary hevur tikið móti mutri, ella at svik er fari fram í Clinton grunninum, so er ikki óhugsandi, at tað far sera álvarsamar avleiðingar fyri valstríðið hjá Hillary. MYND: KVF.FO