Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 22 ÆÐUVÍK Í 100 ÁR Æðuvík varð bygd í 1897. Vit hava hitt Jovinu Højgaard, sum greiðir frá um ættina og hvussu tað var at liva í eini slíkari bygd 1. partur H esa ferð hava vit fingið ein framúr møguleika millum annað at lýsa søguna hjá Æðuvík, sum varð bygd fyri skjótt 120 árum síðan, í 1897. Vit hava hitt Jovinu Højgaard, sum er ættað úr Æðuvík, men sum nú er búsitandi á Eiði. Jovina er fødd í 1931. Foreldrini hjá teimum vóru Sunneva f. Joensen, ættað úr Hvannasundi, og Óla Hans Hansen, sum er sonur tey næstu niðursetufólkini í Æðuvík, Elspu og Hans Hansen. Anna Evensen var birtarin Um Æðuvík sum bygd finst eisini skrivligt tilfar, sum er gott ískoyti til frásøgnina hjá Jovinu. Fyrst skal greiðast eitt sindur frá upprunanum hjá Æðuvík, sum var ein partur av jørðini hjá prestagarðinum á Nesi. Tey fyrstu niðursetufólkini vóru Súsanna og Jóannes Davidsen. Jóannes var sonur tann kenda úrmælingin Jørgen Davidsen, Jørgen á Nesi, og Cathrinu Sofíu Danielsdatter av Syðradali á Kalsoynni. Tað er ein kend søga, at tá ið hon legði ástir saman við Jørgen, var hetta illa dámt av foreldrunum hjá henni. Tey áttu jørð, men tað átti hann ikki! Men Jørgin gjørdi ikki vandari enn, at hann róði norður til Viðareiðis, har Cathrina Sofía tænti, tók gentuna við sær og tey giftust. Hetta var sjálvsagt ikki væl dámt av teimum gomlu. Tey komu heldur ikki í brúdleypið stutt eftir. Men tá ið børnini komu, javnaði hetta seg kortini. Kistan, sum Anna Sofía hevði við sær, er framvegis til. Hana átti ommudótturin Hjørdis Háberg, sum doyði seinasta ár. Tann beinleiðis heiðurin av búsetingini í Æðuvík, eigur táverandi prósturin á Nesi, Jens Christian Evensen, sum var giftur við Onnu Evensen, dóttir tann fyrsta Lützen Føroyum. Tey hava verið umrødd í hesi røð. Tann sera áhugaverda søgan hjá Onnu er eisini komin út í bók. Her greiðir hon eisini frá tíðini á Nesi. Jóannes var trúlovaður við Sannu, sum var ættað úr Porkeri. Hon var hálvmostir Elisabeth, konu Jógvan, beiggja Jóannes. Sanna tænti á prestagarðinum. Søgan um Æðuvík er tann, at ein dagin tey eru savnað í prestagarðinum, sigur Anna við mannin: »Tú Jens Christian, nú man vera tíð hjá Jóannesi og Sonnu at fáa eina trøð, tí eg hoyri, at tey ætla sær at giftast.« Anna hevði ta umsorgan fyri arbeiðsgentuni, at hon vildi hjálpa henni at seta búgv. Tá var tað, at Jóannes av próstinum fekk í boði at fáa trøð í Æðuvík. Hetta var langt burtur frá nakrari aðrari bygd. Men umstøðurnar vóru góðar bæði á landi og til at røkja sjógvin. Tað vísti seg eisini skjótt, at fleiri brøður hjá Jóannes eisini kundu hugsað sær at bygt í Æðuvík. Fyrstu húsini Jóannes fór sum tann fyrsti at byggja hús. Tey vóru klár at fara í, tá ið tey bæði vórðu vígd tann 11. oktober 1897 í Nes kirkju av Evensen prósti. At skapa møguleikarnar fyri byggingina av Æðuvík var kanska hansara seinasta stóra avrik. Í 1900 flutti hann niður til Danmarkar at virka sum próstur, men hann doyði longu í 1904. Niðursetufólkini høvdu sum vera mann ikki nógvan mat við sær, tá ið tey komu til Æðuvíkar. Tað fyrsta tey gjørdu var at kynda eld. Jóannes fór tá oman í fjøruna við eini tráðu. Hann fekk ein reyðfisk á, og hetta gjørdist fyrsti døgurðin í bygdini. Tey næstu húsini vóru tey hjá ommu og abba Jovinu, Hans Hansen, Hanus, ættaður úr Túni á Toftum, og Elsebeth Kristina Magnussen, ættað úr Forna á Nesi. Tey í Túni og Tofta Jógvan Her skal verða greitt eitt sindur frá ættini í Túni. Tey vóru 9 systkin. Ein beiggi var Justines, sum var pápi Andreas í Túni, kendan skipara, og abbi Júst, ikki minni kendan skipara. Ein beiggi Hanus, Jógvan, bleiv ein væl kendur maður í Havn. 90 ára gamal gjørdist hann í 1939 elsti maður í býnum. Í Havn varð hann kendur sum Tofta Jógvan. Um Jógvan varð millum annað sagt: Tíðliga lærdi hann at taka eina hond í arbeiðið, og ikki var hann meira enn 16 ár, tá ið hann fór norður til Húsar at tæna. Tey átta árini hann var har norðuri var hann mangan fyri royndum, sum kravdu mansdirvi og snara hugsan. Søgn gekk til dømis um, at inni í Deildargjógv hevur gjøgnum allar tíðir verið kavi og ísur. Ein morgun, tá ið Jógvan var komin til hesar leiðir, fór hann til stuttleikar at royna at sleppa heilt inn í hesa stóru gjónna. Mangur maður undraðist, tá hann kom út aftur við einum stórum stykki av gomlum ísi í kotalummanum. Tann hending sum stóð klárast fyri Jógvani, var nakað hann var úti fyri, meðan hann tænti á Húsum. Ein dagin hann var burtur í haga, leyp skalvur á hann, og hann varð tikin 200 favnar oman móti bakkanum. Hóast hann bóltaði næstan allan vegin, misti hann ikki vitið, men einhvør kann hugsa sær, at hann gjørdist skakkur, tá hann sjálvur brádliga steðgaði og sá hvønn kavamola fara fyri bakkan, bert 10 favnar longri niðri og líka á havið. 24 ára gamal kom hann aftur til Toftir og arbeiddi, hvat ið fyri kundi falla. Tey búðu í Túni, har Jógvan hevði bygt afturat barnaheiminum Eitt heystið hevði hann soleiðis 9 kúfóður at sláa, sum nøkur lógu á Toftum, nøkur á Nesi og eitt enntá í Rituvík. Jógvan giftist í 1878 við Gretu Clementsen (1843-1895) úr Syðradali, men ikki meira enn 15 ár livdu tey saman. Hon var ring av sukursjúku, sum einki kundi gerast við tá í tíðini. Í 1899 kom Jógvan til Havnar. hann bygdi hús har, sum Køkubúðin seinni kom. Á ellisárum fór hann á Ellisheimið, hann doyði í 1940. Tofta Jógvan var m.a. urtagarðsmaður, men hann hevði eisini eitt arbeiði, sum kundi geva honum eina ávísa makt. Hann var nevniliga bukkumaður, tømdi bukkurnar hjá fólk. Ein søga er, at eina ferð Jógvan var í dansi, kom fútin at støðga dansinum, tí komið var inn í sunnunátt. Tá skuldi Jógvan kvøða: »Hvis fuden ikke lader dansen gå, så lader Jógvan fudens bukke stå!« Ein onnur søga er, at hann viðhvørt vildi gera Tofta Óla, sum eisini búði í Havn, ein beina við at tøma bukkurnar í køstin hjá honum. Men hesum vildi kona Óla ikki Jovina Upprunaliga bygdin Æðuvík. Málað hevur Ólavur Højgaard SIÐSØGA Jovina Højgaard: Siðsøga Óli Jacobsen