Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 23 vita av. Tá segði Jógvan: »Tað er nógv fyri, ongum havi eg unt tað so væl sum tykkum!« Hon var bóndadóttir úr Lamba, og var vist betri vand. Har mundi tey klára seg við neytatøðum. Jógvan og konan fingu eitt barn, eina dóttir, Johanna. Hon giftist við norðmanninum Lars Hansson. Tey fluttu til Noregs og eiga eina stóra ætt har. Tey fingu sjey børn, sum øll hava eftirkomarar. Nøkur teirra vitja viðhvørt í Føroyum. Dóttirin og versonurin búðu og høvdu eina tíð bakarí, har Knud Lambaa hevði handil í Dr. Jacobsensgøtu, har Tórshøll er nú. O.J. Nielsens Handel Tað kann verða nevnt, at hesin handil hevur eisini eina aðra søgu. Í seinasta parti um Jørgen Frantz Jacobsen varð spurt eftir handlinum hjá Ole Jacob Nielsen, sum er so ókendur, at sjálvt Birgar Johannessen ikki nevnir handilin í sínum »havnaleksikon«. Men nú kann greiðast eitt sindur frá hesum handli. Óla Jákup var sonur Niels Joensen, tann fyrsta sum bygdi í Heiðunum inni á Skálafjørðinum. Hann var beiggi tann kenda heimadoktaran, Heiða Jógvan. Kona hansara æt Sofie, eisini inni av Skálafjørðinum. Tey mugu hava búð í Danmark, tí teirra einasta barn, sonurin Theodor, er føddur har í 1888. Óla Jákup byrjar handilin í 1907. Tað sæst nokk so fitt um hansara handil í teimum stuttu lýsingum, sum hann hevði í bløðunum. M.a. lýsir hann við »køkkenudstyr« og »cigarer til alle mulige priser«. So hevur hann eisini nýbrent kaffi hvønn dag. Hann dugdi eisini at gera burturúr, sum í hesi lýsing: Kaffe er en guddommelig kraft baade pa høje og lave. Mest paa en god Samvittighed mindst paa en daarlig Mave. Kaffe er godt paa en ensom Dag bedre endnu i festligt Lag. Bedst! Ja, det er en given Sag – naar den er fra O.J. Nielsens Handel Óla Jákup doyði í 1912, 62 ára gamal. Tá tekur sonurin við handlinum, sum nú kallast O.J. Nielsens Eftf. Men Theodor kemur onkursvegna illa fyri,. Hann fer av landinum í 1914, og hann endar í USA. Theodor var annars sera virkin í fótbólti, HB, og eisini í Havnar Ungmannafelag. Aftur til Æðuvíkar Hanus, abbi Jovinu, og Jógvan, beiggi Jóannes Davidsen, komu skjótt at búgva hjá teimum. Teir fingu sær bát at rógva út við, og har var nóg mikið at gera fyri allar hendur. Elspa og Hanus giftust 10.11 1899, sama ár sum húsini í Æðuvík vórðu liðugt bygd. Tey fingu trý børn, Magnina f. 27.8 1900, fyrsta gentubarn føtt í Æðuvík, Óla Hans, pápi Jovinu f. 23.6 1902 og Johanna f. 11.8 1904. Triðja húsið var hjá beiggja Jóannes, Olaf, og konuni Johanne Danielle Hansine f. Johannesen, ættað av Toftum. Hon var systkinabarn ommu Jovinu. Tað fjórða niðursetuhúsið skuldi vera hjá Jógvani, beiggja Jóannes, giftur við Elisabeth úr Sumba. Hon var komin til Æðuvíkar at vitja mostrina í prestagarðinum á Nesi, tá er er runnið saman teirra millum. Jógvan hevði fingið grundøki, og viðurin til húsini var komin. Men tá fekk Jógvan pláss sum hovmeistari við tí fyrsta Smirli, sum sigldi út frá Tvøroyri kring oyggjarnar. Tá vildi tað vera ov tvørligt at búgva í Æðuvík. Tey keyptu sær hús á Tvøroyri og fluttu nakað seinni til Havnar. Ein dóttir teirra var Hjørdis Háberg, sum á ellisárum skrivaði bókina Minnisbrot. Jógvan fekk sær seinni pensjonat í Havn. Beiggin, Carl Emil, yvirtekur grundina hjá Jógvani saman við konuni Davia Olivia Thomasia Sophia, ættað av Toftum. Tey búðu inni hjá abba Jovinu, meðan tey bygdu í 1907 ella 1908. Frá hesum fýra niðursetuhjúnum eru komnar stórar ættir. Men Æðuvík er framvegis eini lítil bygd. Í 1997 vóru 22 húski við 81 fólkum. Søgan hjá Jovinu Jovina er 85 ára gomul og hevur upplivað stóran part av søguni hjá Æðuvík. Hon er fróðarfólk. Tí ber til nú at fáa lýst lívið og umstøðurnar hjá einum lítlum bygdarsamfelagi sum Æðuvík. Ein serlig nemandi frásøgn er um støðuna hjá abbanum, har konan doyði frá smáum børnum. Jovina greiðir frá: Omma doyði longu í 1905, einans 30 ára gomul. Av tí, at børnini vóru smá og abbi var sjómaður og eisini var til lands í Íslandi, mátti hann lata børnini til fosturs. Magnina fór til Rituvíkar til Martinu og Andreas á Gadd, Martina var systkinabarn ommu. Pápi, Óli Hans, fór inn á Skipanes til fastur sína Súsonnu. Magnina og pápi komu aftur til Æðuvíkar, tá tey vóru 14 ára gomul. Jóhanna, sum var yngst, var hjá pápa sínum eina tíð. Hann plagdi at hava hana í torv við sær og ballaði hana í sítt kot. Men so kom tíðin, at hann mátti til sjós aftur. Ein sunnumorgun bað hann til Gud, at onkur mátti taka sær av dóttrini. Hann setti hana í ein leyp og fór so til gongu, leiðin gekk inn á Skipanes. Tá hann kom til Søldarfjarðar, var Petur í Byrgi úti undir lækjuni eftir vatni. Hann spurdi abba, hvagar hann fór so tíðliga á morgni við einum barni í leypinum. Abbi segði sum var, at hann ætlaði at fáa onkran at taka sær av barninum, meðan hann var burtur. Petur bjóðaði abba inn til ein drekkamunn og segði konu síni, Jóhonnu, hvussu vorðið var. Hon tók barnið og skifti á tí. Tá abbi skuldi fara avstað, segði hon við hann: »Um tú lítur mær tað til, so skal eg taka mær av henni.« Abbi segði, at hetta var eitt bønarsvar. Tey bæði áttu einki barn, so hon bleiv verandi hjá teimum og kom ikki aftur til Æðuvíkar at búgva. Í 1908 flutti abbi húsini oman, har tey standa nú, tí tað var so harðført, har tey stóðu. Eg meini tað var Ólavur inni í Skúla, sum smíðaði. Hann var systkinabarn ommu. Abbi segði, at hann betalti smíðilønina í gulli. Komandi partur Í komandi parti greiðir Jovina millum um søguna hjá mammuni, sum misti drongin undir Íslandi. Hanus og Elspa, omma og abbi Jovinu Johanna hjá Tofta Jógvan við familju. Børnini eru eftir aldri Margrethe, Hans, Jane, Karsten, Hjørdis, Tora og Leif Fyrstu niðursetufólkini í Æðuvík, Sanna og Jóannes og børn teirra, Dia, Lars, Sofus, Jørgin og Elisabeth