hósdagur 1. september 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
24
PROKLAMA
Tey, ið hava krøv
í búnum eftir
Gudmund Bjarnason
Gudmundarsson,
í Fjalstrøðni 9, 850
Hvalba, f. 15.07.1927,
d. 22.06.2015, verða
við hesum biðin um
innan 3 mánaðir frá
kunngerð av hesi
lýsing av boða frá og
skjalprógva krøv síni
fyri undirritaða.
Tikið er við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðadagin og
sendast undirritaða,
Frúutrøð 4, 100
Tórshavn, vísandi til
j.nr. 20130284 saman
við frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini
eru grundað á.
TÓRSHAVN, TANN
30. AUGUST 2016
CHRISTIAN ANDREASEN,
ADV.
Kunngjørt verður, at sorinskrivarin tann 1.9.2016 hevur givið loyvi til at
panta eftirstøðu, sum stavar frá skatti, mvg og øðrum gjøldum, ið verða
innheintað av TAKS sambært reglum um innheinting av skatti, og sum
skuldu verða goldin innan 1.9.2016, verða innheintaðar við panting.
Farið verður undir pantingina tann 12.9.2016
TAKS
www.taks.fo
Panting
Viðareiðistunnilin 2016
Í/F VIÐAREIÐISTUNNILIN
ARTICON / LNS
Vit vilja ynskja viðoyingum, norðoyingum og øllum føroyingum annars hjartaliga tillukku við Viðareiðistunnlinum. Eisini takka vit Landsverki,
LBF, Spenn, undirveitarum, Viðareiðis kommunu og Hvannasunds kommunu fyri gott samstarv. Ein serlig tøkk til viðoyingar og norðoyingar fyri
teirra jaliga hugburð og ta stóru vælvild, sum er sýnd okkum, meðan arbeitt hevur verið.
Mikudagurin 24. august var ein fagnaðardagur á Poul Hansen Heilsølu,
tí samanlagt høvdu fimm starvsfólk 195 ára starvsdag. Stóra løtan
var hátíðarhildin á høvuðsskrivstovuni, har bæði starvsfólk og familja hjá
teimum fimm komu saman til ein betri bita, ið var kryddaður við góðum
og afturlítandi røðum. Omaná hettar var sjálvsagt hugni og látur.
Vit takka fyri hesi mongu góðu árini saman við Janusi, John, Finnboga,
Jónfinni og Tove og síggja fram til nógv góð ár aftrat.
John 40 ár í stravi tann 1. august
Jónfinn 25 ár í starvi tann 7. August
Janus 40 ár í starvi tann 1. juli
Finnbogi 45 ár í starvi tann 1. august
Tove 45 ár í starvi tann 4. oktober
Uttast frá vinstru: John á Ryggi 40 ára starvsdag, Jónfinn Petersen
25 ára starvsdag, Janus Gunnarsson 40 ára starvsdag, Finnbogi
Danielsen 45 ára starvsdag og Tove Johansen 45 ára starvsdag
195 ÁRA STARVSDAGUR