hósdagur 1. september 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
25
Søkt verður eftir skrivstovufólki til
Mentanargrunn Landsins. Talan er um
¾-tíðarstarv (30 tímar um vikuna).
MENTANARGRUNNUR LANDSINS
Mentanargrunnur Landsins hevur til endamáls at styðja starv fyri
føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum
mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal
serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna
føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum
kann javnmetast við hesar listagreinir.
Stuðulsjáttan grunsins, sum í 2016 er 6,7 mió. kr., verður umsitin
av eini 5-manna nevnd, ið landsstýrismaðurin í mentamálum
velur. Nevndin viðger á fundi innkomnar umsóknir um studning
o.a. Mentanargrunnurin heldur til á Lützenstrøð 4 í Havn, har
eisini m.a. Listafólkasamband Føroya, Fjølrit og Listaleypurin
húsast.
STARVIÐ
Uppgávur skrivarans eru at taka ímóti og fyrireika umsóknir til
nevndarfundir, at føra gerðabók grunsins og at taka sær av øllum
vanligum skrivstovuarbeiði. Skrivarin er einsamalt starvsfólk á
grunninum. Arbeiðið verður skipað í samráð við formann
grunsins. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum.
FØRLEIKAKRØV
Vit vænta, at tú:
• hevur skrivstovuútbúgving ella samsvarandi royndir
• hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum
• hevur góðan førleika til at arbeiða sjálvstøðugt
• ert ábyrgdarfull/ur og røkin
• hevur góð evni at samskifta og samstarva við onnur
• hevur góðan telduførleika
SETANARTREYTIR
Starvið verður sett frá 1. oktober 2016 ella skjótast til ber eftir
hetta. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið, lønarflokkur 3.
UMSÓKNIR
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum
skulu vera Mentanargrunni Landsins í hendi í seinasta lagi
mánadagin 19. september 2016.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mentanargrunn
Landsins á 320842 ella 220845, ella á teldupostadressuni
mentan@mentanargrunnur.fo. Víst verður eisini til heimasíðu
grunsins: www.mentanargrunnur.fo
SKRIVSTOVUFÓLK
Tíðaravmarkað starv
sum landmálingsteknikari
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, us@us.fo
Søkt verður eftir einum landmálings-
teknikara til matrikuldeildina á
Umhvørvisstovuni. Starvið fevnir um
matrikulera málsviðgerð, uppmáting,
ráðgeving og lendisfyrisiting annars.
Starvið er tíðaravmarkað til 30. juni 2017.
Vit bjóða
Umhvørvisstovan er eitt arbeiðspláss við
góðum trivnaði og góðum samstarvi millum
fakbólkar. Vit bjóða tær eitt spennandi
starv á einum stovni við sera fjølbroyttum
uppgávum, har tú fært góðar møguleikar
at menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða
sjálvstøðugt, men samstundis í tøttum
samstarvi við deildarleiðaran og hini
starvsfólkini á deildini. Starvið fevnir bæði
um innandura- og uttanduraarbeiði.
Vit vænta
Vit vænta at umsøkjarin er ábyrgdarfullur,
hevur góð samstarvsevni og hevur hug at
vera við at menna tað matrikulera arbeiðið
í Føroyum. Tú hevur góð samskiftisevni,
bæði í skrift og talu, og dugir væl at
samskifta við viðskiftafólk.
Vit leggja dent á, at tú sær nýggjar og
fjølbroyttar uppgávur sum avbjóðingar, og
at tú røkkur teimum málum, sum tú setur
tær. Umsøkjarin skal hava prógv sum
landmálingsteknikari ella hava aðra líknandi
útbúgving. Koyrikort er ein treyt.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett
sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV
og møguligum viðmælum skal sendast til:
Umhvørvisstovan
Postboks 2048, 165 Argir
ella sum teldupostur til: us@us.fo.
Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í
hendi í seinasta lagi tann 23. september
2016. Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Ronnie Thomassen, deildar-
leiðara, á telefon 342400 ella við telduposti
til ronniet@us.fo.
FØÐINGAR
15. juni 2016 fingu Michael Borgardal Úr Sandvík og Marin O. Djurhuus
av Tvøroyri, ein son. Hann vigaði 4110gr og var 53 cm langur.