hósdagur 1. september 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
26
Tøkk
Eina hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá okkara
elskaði sonur, pápi, bróður og abbi
Torbjørn Niclasen
*14.09.1962 † 16.05.2016
andaðist og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til Arnstein fyri troystarrík orð í
Ebeneser og hjálp við jarðarferðina.
Ein stór tøkk til Símun Pætur fyri
taluna á gravarbakkanum.
Takk fyri blómur, kransar
og minnis gávu til Zarepta.
Takk til tykkum sum bakaðu
og hjálptu til við ervinum.
Takk til tykkum mongu sum fylgdu Torbjørn
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Mamma, Leif, Bjørg, Eileen og Angela
HÚS Í KOLLAFIRÐI
TIL SØLU
Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin
matr. nr. 182b, Polatrøð 9, 410 Kollafjørður við
hesum lýst til sølu.
Húsaskoðan og virðismeting av ognini fáast við
at venda sær til skrivstovu okkara.
Myndir av ognini eru á okkara heimasíðu.
Áhugaði kunnu venda sær til:
ADVOKATVIRKIÐ
J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85, 110 Tórshavn
Tlf. 31 21 71 – teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo
heimasíða www.advokatvirkid.fo
Advokatvirkið
NORÐOYA
SPARIKASSI
TILLAGAR
INNLÁNSRENTUR
Við gildi frá mánadegnum 3. oktober
2016 lækka ávísar innlánsrentur við
upp til 0,5 %-stigum.
Lækkingin stendst av broytingum
á føroyska og danska
fíggjarmarknaðinum.
Rentuyvirlit verður kunngjørt á
heimasíðu sparikassans www.ns.fo.
NORÐOYA SPARIKASSI
www.ssh.fo
SJÚKRARØKTAR
FRØÐINGAR TIL
SEINGJADEILDINA
Søkt verður eftir:
• tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til fast starv
á seingjadeildini frá 1. oktobur 2016.
Arbeiðstíðin er 1,0 í øllum vaktum.
• einum sjúkrarøktarfrøðingi til avloysarastarv
í tíðini 1. desembur 2016 til 31. desembur
2017.
Arbeiðstíðin er 0,7 í øllum vaktum.
Vit vænta at umsøkjarar:
• hava prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• vilja hava mennandi avbjóðingar
• hava evni at arbeiða sjálvstøðugt
• eru positiv, fleksibul og hava góð
samstarvsevnir
• hava hug og vilja at arbeiða við egnari
fakligari menning og førleika
• kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna
á deildini
• eru áhugað at undirvísa lesandi og
næmingum
• hava telduførleika - vit nýta Cosmic.
Vit kunnu bjóða:
• ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag
saman við góðum starvsfeløgum
• eitt starv við nógvum fjølbroyttum
avbjóðingum
• fakliga og persónliga menning.
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála
millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Thyru Thorsteinsson fyristøðukvinnu tlf. 34
33 00.
Umsókn við autorisatión
og CV skal sendast til:
Suðuroyar Sjúkrahús
stílað: Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo
Umsóknarfreist: 15. septembur 2016.
Kunngerð um
útskiftingarfund
í Kvívík
Vísandi til § 9 í útskiftingarlógini (147/1939)
verður boðað til fundar í Glæmuni
mikukvøldið 7. des. 2016 kl. 19.00. Til
viðgerðar er innangarðsútskifting av Kvívíkar
bygd.
Nevndarlimir eru:
Eyðfinn S. Hansen, Klaksvík
og Heini á Heygum, Vestmanna
n.v.
Petur Nielsen
útsk. form.