hósdagur 1. september 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
28
ÍTRÓTTUR
TRÓNDUR ARGE
Talan var um sannan klassikara, tá
HB og KÍ spældu í 20. umfari tann
14. august í ár. KÍ á fyrsta plássi og
HB á fjórða plássi. Gundadalur var
stúgvandi fullur og áskoðararnar
fingu fullan valuta fyri pengarnar.
Hendingaríkt, spennandi og ikki
minst eitt avgerandi fríspark frá Súni
Olsen, sum sendi enn eina áminning
til fótbóltsføroyar um, at KÍ er á veg
aftur í oddinum.
Í seinna hálvleiki fór ein hending
fram, sum ongin av teimum fýra
dómarunum sá. Áfast bleiv millum
Ára Mohr Olsen úr HB og Mayowa
Alli úr KÍ. Endin var at fyrrnevndi lá
eftir á, men av tí at ongin sá støðuna,
so hendi ikki meir.
Eigur Alli-reytt kort her
Á In.fo kemur sjónbandabrot fram,
sum vísir hendingina. Tað sæst
beinanvegin, at hendingin fær
fótbóltsføroyar at kjakast. Slær
Mayowa Alli HB’aran, so er talan
um beinleiðis reytt, ella yvirspælir
Ari Mohr Olsen støðuna, tá KÍ
verjuspælarin skumpar hann í ryggin,
eru millum argumentini í kjakinum
millum fjepparar og áskoðarar.
Í ringasta føri fyri KÍ var talan
um reytt kort og brotsspark til HB,
meðan tað í besta føri fyri KÍ var ein
skump í ryggin.
Kappingarnevndin
tekur málið upp
Fýra dagar eftir hendingin, hósdagin
18. august, boðar Róin Schrøter,
formaðurin í kappingarnevndini frá,
at málið verður tikið upp.
Drúgva umrøðan í miðlunum
er ein av orsøkunum, at kapp
ingarnevndin hyggur nærri at
málinum.
Eg kann siga so mikið sum, at eg
skal heim við Smyrli klokkan 21 í
kvøld, og tá er ein avgerð helst tikin
í málinum, sigur Róin Schrøter við
In.fo tann dagin.
Tað gongur tó ikki so skjótt at
avgreiða málið, tí hóskvøldið er ongin
avgerð tikin í málinum.
FSF tekur avgerð
Fríggjadagin 19. august tekur
kappingarnevndin eina avgerð.
Mayowa Alli fær einki leikbann.
Í skrivi á heimasíðuni hjá FSF
verður skrivað, at orsøkin til at málið
ikki verður tikið upp er, at talan ikki
er um tað, sum á fótbóltsmálið verður
kalla grovur harðskapur.
Í Fótbóltspanelinum, sum er
fótbóltssending á Rás2, sigur Róni
Schrøter, at dómaraserfrøðingurin, ið
kappingarnevndin hevur ráðført seg
hjá,sigur at talan er um eina hending,
ið er til millum gult og reytt kort.
Somuleiðis verður dentur lagdur á,
at tað eru ov nógv ivamál í hendingini,
ið ger at kappingarnevndin ikki velur
at revsa Mayowa Alli, sum tí kann
spæla í steypafinaluni.
Eftirspælið
Í døgunum eftir avgerðina er aftur
dúgligt kjak. Fleiri dómarar finnast at
avgerðini, men vilja ikki leggja navn
til. Murran er, at talan er um greitt
reytt kort.
Sosialurin spyr um innlit í
viðgerðina og hvør dómaraser
frøðingurin, tá tað er stór ónøgd
við niðurstøðuna hjá honum, men
fótbóltssambandið noktar.
Ongin føroyskur dómari við gera
TRÓNDUR ARGE
- Treytin fyri at brúka sjónbanda
upptøkur og døma ein spælara
eftirfylgjandi er, at gerðin verður
bólkað undir grovan harðskap, ið
gevur minst fýra dystir. Tað var
ikki tilfeldið í hesi hendingini,
og tí verður Mayowa Alli ikki
revsaður við leikbanni. Tað er í
tráð við tað, sum vit boðaðu frá
undan hesum kappingarárinum,
sigur Róin Schrøter, sum er
formaðurin í kappingarnevndini hjá
Fótbóltssambandinum.
Tað finst ongin almenn út
melding, men tað er lagt fram á
eftirmetingarfundi undan hesum
kappingarárinum, sigur varaforsetin
í Fótbóltssambandinum.
Hann sigur eisini at kappingar
nevndin altíð arbeiðir við at menna
mannagongdirnar, og tí lurtar hann
fegin eftir kritikkinum í hesum
málinum.
Kunnu taka upp
uttan at revsa
Róin Schrøter er maðurin, sum
er endaður mitt í Alli-málinum.
Hvalbingurin er varaforsetið og
formaður í kappingarnevndini.
Hann bleiv valdur sum formaður
í kappingarnevndini eftir Jákup
Martin Joensen.
Undanfarna kappingarnevnd
valdi at siga, at sjónbandabrot ikki
kundu brúkast at revsa eftir. Nýggja
kappingarnevndin hevur innanhýsis
á eftirmetingarfundi boðað frá, at
sjónbandabrot í serligum føri kunnu
nýtast.
- Tað er púra rætt, at kappingar
nevndin tók hetta málið upp av
sínum eintingum, men tað merkir
ikki at tað endar við revsing, sigur
Róin Schrøter.
- Alt er farið fram eftir bókini, og
vit eru komnir ásamt um, at talan
ikki er um grovan harðskap í hesum
førinum. Tí verður málið ikki koyrt
víðari. Vit mugu arbeiða eftir tí, sum
vit hava meldað út, sigur formaðurin
Róin Schrøter:
ALLI-MÁLIÐ IKKI GROVUR
Ein hending í dystinum millum HB og KÍ í landskappingini, sum dómarin ikki
sá, hevur elvt til drúgt kjak. Samsvar er ikki millum dómaraserfrøðingin hjá
kappingarnevndini og altjóða dómaraserfrøðing. Kappingarnevndin er nøgd við
mannagongdirnar í málinum, men letur upp fyri at broyta tær í framtíðini
Tað sigur Róin Schrøter, formaður í
kappingarnevndini. Tó verður hugt eftir
mannagongdunum til komandi kappingarár
- VIT HAVA GJØRT