hósdagur 1. september 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
29
í kappingarnevndini.
Avgerðin at brúka sjónbandabrot
bleiv tikið eftir harðskapsmálið í
venjingardystinum millum HB og
Víking, har tað endaði við ein breyt
nøsina.
Ónevndur
dómaraserfrøðingur
Í viðgerðini av málinum hevur
kappingarnevndin ráført seg við
einum dómaraserfrøðingi. Hvørki
Virgar Hvidbro, aðalskrivar í fót
bóltssambandinum, ella Róin
Schrøter vilja siga hvør dómara
serfrøðingurin er.
Tað undrunarverda i hesum
førinum er, at útmeldingin frá for
manninum í kappingarnevndini
er, at dómaraserfrøðingurin metir
hendingina til eitt stað millum gult
og reytt kort.
Nakað
fyrrverandi
danski
toppdómarin Kenn Hansen er
ósamdur í.
- Hatta er ikki trupult at svara
uppá. Hatta er reytt kort, sigur hann
við In.fo.
Dómaraserfrøðingurin hevur tó
ikki avgerandi orðið.
-
Dómarafrágreiðingin
frá
dystinum er blonk, tí dómarin sá
ikki hendingina. Vit spyrja hann
eisini um hann sá hendingina, og tað
gjørdi hann ikki. Síðani brúka vi tein
dómaraserfrøðing og ein tekniskan
mann at hyggja støðuna ígjøgnum,
sigur Róin Schrøter og leggur afturat:
- Notatið frá dómaraserfrøð
inginum er ein miðil hjá okkum at
brúka. Har stendur, at tað eru støður
har tað kann gevast gult kort, og
har eru støður, ið eru til reytt kort.
Notatið er sekundert í mun til tað vit
síggja á sjónbandamyndunum, sigur
formaðurin í kappingarnevndini.
Ikki grovt nokk
Í greiningini av myndunum
verður komið fram til, at tað ikki er
grundarlag fyri at geva eftirfylgjandi
leikbann.
- Vit greina myndirnar og uttan
at fara niður í smálutirnar, so verður
brotið ikki mett at vera av harðara
slagnum. Vit eru millum 2-3 dystir
fyri hendingina, og so minus ein, tí KÍ
spælarin verður ertraður. So samlað
er talan um eitt leikbann í mesta
lagi upp á 1-2 dystir. Tað er í lægstu
revsirammuni, greiðir Róin Schrøter
frá og sigur víðar.
- Tað sær millum annað út sum at
HB spælarin spælir við, og at talan
ikki er um eitt gjøgnumført slagið
ella skumpið í ryggin, og ikki andlitið.
Tað er eisini torført at skilja í millum,
um tað er eitt skump ella slag. Vit
hella meiri til tað seinna, sigur Róin
Schrøter.
Sostat kundi tú sagt, at Mayowa
Alli sleppur fyri eftirfylgjandi
revsing, tí hann ikki slær nóg hart,
ella rakar Ara Mohr Olsen í andlitið.
Broyta mannagongdir til
komandi kappingarár
Sostatt er formaðurin í kapp
ingarnevndini nøgdur við gongdina
í Alli-málinum, men hann ásannar at
tað er neyðugt at hyggja eftir manna
gongdunum og fáast fest tær greiðari
á papír.
- Vit arbeiða við at gera manna
gonGur fyri hvussu vit skulu viðgera
sjónbandabrot fyri kappingarárið
2017. Vit fara at viðgera tað og við
tíðini koma vit at taka upp mál, sum
eisini eru í lægri revsiendanum, sigur
formaðurin í kappingarnevndini og
letur upp fyri einum dómarapenelið,
ið skal taka avgerðirnar.
- Vit fara eisini at viðgera um vit
skulu seta eitt panelið, ið er mannað
av fyrrverandi dómarum og øðrum,
sum skal taka støðu til slíka mál, sigur
Róin Schrøter.
Sostat tykist eisini, at Alli-málið
hevur sett gongd í okkurt. Tað fáa vit
so at síggja til komandi kappingarár.
Kappingarnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð um, at ikki meira verður
gjørt við málið um hendingina millum Ari Mohr Olsen hjá HB og Mayowa
Oladele Alli hjá KÍ
Kappingarnevndin ger ikki meira við málið um hendingina millum
Ari Mohr Olsen hjá HB og Mayowa Oladele Alli hjá KÍ - Mynd: Hans
Erik Danielsen
Treytin fyri at taka mál upp fyri hendingar sum hesari er, at
dómararnir ikki hava sæð hendingina, og at talan møguliga er um serliga
grov brot. Kappingarnevndin hevur heimild at biðja Aganevndina taka
mál upp, sum koma Kappingarnevndini til kunningar.
Kappingarnevndin kann nýta videomyndir til slík mál, og tað hevur
Kappingarnevndin eisini kunna feløgini um, áðrenn kappingarbyrjan
í 2016.
Eftir telefonsamrøður, videobrot og kjak í fjølmiðlunum, hevur
Kappingarnevndin hugt nærri at málinum, og er samd um, ikki at gera
meira við málið.
Orsøkin til avgerðina er tann, at á videomyndunum eru ov nógv
ivamál, og at myndirnar ikki týðiliga vísa, at talan er um serliga grovt brot.
Róin Schrøter
Formaður í Kappingarnevndini
HARÐSKAPUR
KAPPINGARNEVNDIN
TIKIÐ AVGERÐ
viðmerkingar og dómarafelagið
heldur seg ikki hava nakra orsøk at
blanda seg upp í.
FDF dugir ikki at síggja seg
hava ein leiklut í hesum máli. Í
útgangsstøði døma limir okkara
dystirnar eftir bestu sannføring, og
verður hetta gjørt innan fyri tey fýra
hornafløggini, sigur Petur Reinert,
formaður.
Fyrrverandi danski toppdómarin
Kenn Hansen er fúsar at svara. Hann
er ikki í iva um, at talan er um reytt
kort.
Spurnartekin verða eisini sett
við mannagongdirnar at taka
slík mál upp. Í hesum førinum
eru tað miðlarnir, ið eru við til at
fáa málið fram. Er tað nú rætt, at
kappingarnevndin bara hyggur eftir
tí, sum miðlarnir leggja fram?
Eitt er greitt. Málið er torskilt
soleiðis sum tað er lagt fram, men
formaðurin í kappingarnevndini er
ósamdur við, at málið i sær sjálvum
er torskilt – tó at mannagongdirnar
helst verða broyttar til komandi
kappingarár.
ALT RÆTT