Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 TRÓNDUR ARGE Málmenn GUNNAR NIELSEN FH (Ísland): Føroyski lands­liðs­mál­ verjin spælir fast í íslendska meist­ arafelagnum. Hann bleiv heintaður til FH undan hesum kappingarárinum og staðið væl. Hann er væl lýddur í felagnum og ein av lyklaspælarunum. Føroyar: Gunnar Nielsen er fyrsta val millum stengurnar og verður tí helst at síggja í málinum, tá dómarin bríkslar dystin á Tórsvølli í gongd. TEITUR M. GESTSSON HB: Hevur havt eitt misjavnt kapp­ ingarár, men pílurin peikar rætta vegin. Er við á spennandi HB liðið, sum sum menninst, men vandin er einki Evropa komandi ár. Føroyar: Hann er framvegis annað val á landsliðnum. Serliga nú Tórður Thomsen ikki er við. KRISTIAN JOENSEN KÍ: Hevur spælt væl ein stóran part av kappingarárinum. Hevur í eina tíð leitað eftir einum plássið, har hann kann blíva testaður. Tað hevur hann funnið í KÍ, har hann eisini spælir komandi ár. Føroyar: Er triðja val og er partvís við, tí Tórður Thomsen hevur verið skaddur í eina tíð. Hevur munin á Símun Rógva Hansen, sum annars hevur verið við seinastu ferðirnar. Hetta er hansara møguleiki at sann­ føra landsliðsvenjaran, at Krist­ian Joensen hoyrir heima í lands­liðs­ hóp­inum. Verjuspælarar: JÓNAS TÓR NÆS B36: Spælir fast á bakkinum hjá B36, sum tó hevur havt eitt misjavnt kappingarár. Hann hevur spælt allar minuttirnar uttan eina dystin, tá hann hevði leikbann. Tað lýsir væl hvussu støðugur hann er. Føroyar: Er í harðari kapping við Bárð Hansen um plássið á høgra bakki. Hevur havt onkrar minni góðar dystir á landsliðnum, men er ein av leiðarunum á liðnum. Tað verður millum hann og Bárð Hansen á bakkinum. ATLI GREGERSEN Víkingur: Hevur havt eitt gott kappingarár við Víkingi, har hann er liðskipari og spælir hvørja ferð. Liðið hevur í seinastuni staðið seg væl bæði í landskappingini og steypa­ kappingini, men avrikið í Evropa var undir miðal. Føroyar: Hevur havt fast pláss á landsliðnum seinnu árini. Spælir væl og tað merkist teir dystirnar hann ikki er við. Er stýrimaðurin og møguligur liðskipari fyri hesa undankappingina. SONNI RAGNAR NATTESTAD Fylkir (Ísland): Er útleigaður frá FH til Fylkir, sum er eitt av minnu liðunum í bestu deildini í Íslandi. Spælir fast í miðverjuni og sum skilst, so eru avrikini á avbera góðari leið. Sostatt spælir hann regluliga fyri fyrstu ferð síðani summar í fjør. Føroyar: Hann bleiv frávaldur til seinasta landsdyst, men hevur annars verið fastur maður undir Lars Olsen. Spælir sannlíkt undir liðini á Atla Gregersen týskvøldið. RÓGVI BALDVINSSON Vidar (Norra): Spælir triðj bestu deildini í Norra, eftir at hava roynt seg í eitt nú næst bestu deildini í Danmark. Spælir fast, men tað óvist á hvussu høgum stigi deildin er á. Tykist annars væl fyri. Føroyar: Eftir nøkur góð ár við málum, so er hann dottin longur niður á listan. Millum annað er hann ikki so staðfastur í verjuni, tá hann spælir har. Ósannlíkt at hann spælir í miðverjuni, men spældi eitt nú móti Kosovo. JÓHAN TROEST DAVIDSEN HB: Er blivin liðskipari hjá HB í ár, har hann stýrir í miðverjuni. Hann hevur dystir, har hann spælir sum ein landsliðsmiðverji, men ger eisini stórar feilir í øðrum dystum. Føroyar: Hevur verið brúktur bæði í miðverjuni og á bakkinum, tá tað hevur verið brúk fyri honum, men sjáldan sum fyrsta val seinnu árini. Tykist í løtuni at vera avloysari, um tað er brúk fyri tí. Skuldi byrja inni móti Kosovo, men bleiv skaddur. VILJORMUR DAVIDSEN Vejle BK (Danmark): Er varalið­skip­ ari og spælir hvørja ferð, men liðið er sera umskiftiligt í løtuni. Felagið er júst keypt og nógvir nýggir spæl­arar. Tykist skjótt hava uppnátt alt hann kann í næstbestu deildini í Dan­mark, Føroyar: Er fyrstaval á vinstra bakki, har hann hevur spælt seinnu árini. Hevur spælt fleiri góðar dystir, og vónandi legst bara afturat. Enn restar álopsparturin eitt sindur, men tað er torført á føroyska landsliðnum sum bakkur. BÁRÐUR J. HANSEN Fremad Amager (Danmark): Spælir fast á høgra bakki eftir skiftið í summar. Hann er komin væl frá sínum uppgávum og tykist hava funnið seg til rættis á Amager. Føroyar: Er í harðari kapping við Jónas Tór Næs um plássið á høgra 30 ÍTRÓTTUR FØROYAR VS UNGARN F øroyska A-landsliðið skal kom­ andi týskvøld spæla fyrsta dystin í HM 2018 und­an­kapp­ingini, sum verður móti Ung­arn. Fleiri av føroysku spæl­ar­u­num eru væl fyri. Serliga tykjast úti­set­arnir at hava flutt seg á eitt hægri stig. Tað merkir ikki, at Føroyar nú er favirittur at vinna á Ungarn og koma víðari í bólkinum – men tað merkir at vit flyta okkum rætta vegin. Vit hyggja nærri at føroyska landsliðshópinum. FÓTBÓLTUR Føroyska landsliðið stendur í fagrasta blóma undan HM 2018 undankappingini. Útisetarnir roynast væl og tað eru væl fleiri spælarar, sum eru í hitanum, enn spælarar, sum eru úti í kuldanum LANDSLIÐIÐ SJÁLDAN