Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 100 bakki. Hevur munin í framrættaða spælinum, men telur niður at hann hevur givið avboð til landsliðið nakrar ferðir. Miðvallarar: KAJ LEO Í BARTALSSTOVU FH (Ísland): Skifti seint í upp­start­ i­num til íslendsku meistararnar og tað sæst á spælitíðini. Verður fyri tað mesta skiftir inn móti endanum, men vónandi blívur tað betri. Føroyar: Er byrjaður inni seinnu dystirnar og tað er líkt til, at hann verður millum 11 teir fyrstu móti Ung­arn. Hevur spælt onkran góðan landsdyst, men manglar enn at prógva seg. SØLVI VATNHAMAR Víkingur: Er eitt gott boð upp á ársins spælara í føroysku kappingini. Spælir væl á miðvøllinum í Sarpugerði og skorar nógv mál. Føroyar: Hevur síðani gjøgnum­ brot­ið móti Grikkalandi spælt fast á høgra kanti. Byrjar heilt víst inni móti Ungarn – tað er bara ein spurningur hvar. Spældi móti Kosovo á miðjuni. Helst verður tað á kantinum. HALLUR HANSSON AC Horsens (Danmark): Er í holt við sítt gjøgnumbrot í superliguni. Er lyklaspælari á miðvøllinum og venjarin letur væl at. Skoraði sig­ urs­málið móti OB stutt fyri lands­ liðssteðgin. Føroyar: Sjálvskrivaður á mið­vøll­ inum, har hann er í holt við at blíva ein leiðari. Er millum lyklaspælararnar og tykist trívast tá hann spælir á landsliðnum. BRANDUR HENDRIKSSON OLSEN Randers FC (Danmark): Hevur ikki fingið nógva spælitíð síðani skifti til Randers, men er ein mánað aftanfyri í uppstartinum. Fær vónandi meiri spælitíð sum tíðin gongur. Føroyar: Hevur verið sjálvskrivaður á miðvøllinum, og tað er eisini sann­líkt at hann spælir har móti Ungarn. Hevur havt onkrar misjavar landsdystir, men tað er ikki óvanligt fyri ein ungan spælara. HEINI VATNSDAL Fremad Amager (Danmark): Eftir ein tíð við umskiftandi umstøðum, er miðvallarmotorurin aftur á lands­ liðnum. Hann spælir fast á mið­ vøllinum, men hevur eisini spælt í miðverjuni. Føroyar: Hevur givið avboð seinastu tvær ferðirnar, so venjarin hevur ikki fingið møguleikan at test vágbingin, tí er minni sannlíkt at hann spælir frá byrjan. RENÉ S. JOENSEN Vendsyssel FF: Nærkast upp­still­ing­ ini og spælir onkrar dystir frá byrjan. Manglar enn at fáa sítt gjøgnum­brot, men er væl fyri fysiskt. Føroyar: Er enn nakað frá einum føstum plássi, men hevur gjørt nøk­ ur góð innhopp. Hevur góða ferð og tað er nakað, sum landsliðið til tíð­ar manglar. Ein møguligur innskiftari. ÁRNI FREDERIKSBERG NSÍ: Hevur aftur havt eitt gott kappingarár í Føroyum við fleiri góðum uppleggum og málum. Manglar enn at avgera toppdystirnar. Føroyar: Er ein av ytstu mandat­inum á landsliðnum, men spælir á ein­um plássi, ið mangan tolir útskifting­ar í leypi av einum dysti. Tí er ein møgu­ leiki fyri einum innhoppi. PÓL JÓHANNUS JUSTINUSSEN NSÍ: Eisini havt eitt gott kapping­ar­ ár í NSÍ, men hevur ikki ordiliga sett seg ígjøgnum í teimum stóru dyst­ unum. Er við tíðini blivin ein profil­ur í føroyskum fótbólti. Føroyar: Hevur ikki spælt fast á lands­liðnum í nøkur ár, men hevur ein sereginleika við síni styrki, ið eis­ ini er eitt vápn, ið landsliðsvenjarin kann fáa brúk fyri. RÓALDUR JAKOBSEN B36: Hevur eitt undir miðal kapp­ ing­arár við B36, sum ikki stendur seg eins væl og undanfarnu árini. Vísir í løtum gott spæl, men hevur eisini dystir undir miðal. Føroyar: Hevur givið avboð til báðar venjingardystirnar fyrr í ár, men hevur fingið afturval. Tí er hann helst í spæl til miðvallar plássið. Skoraði seinast við spældu móti júst Ungarn. FRÓÐI BENJAMINSEN HB: Legendariski miðvallarin er nú fluttur aftur í miðverjuna, har hann stórtrívist. Saman við Jóhan Troest Davidsen myndar hann eina frálíka miðverju í føroyskum fótbólti. Føroyar: Lars Olsen hevur sagt, at hann sær metmannin sum mið­vall­ ara. Tí er hugsandi, at hann er eitt gott boð upp á verjukenda miðvallaran. Áleyparar: JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON OB (Danmark): Hevur vunnið sær fast pláss á høgra miðvøllinum, har hann eisini megnar at fáa mál frá. Hevur lyft seg á eitt hægri stig í ár. Føroyar: Er fyrstaval í álopinum, har hann heilt víst verður at síggja móti Ungarn. Hann hevur ikki skotið so nógv mál á landsliðnum, men tykist mennast í hvørjum. KLÆMINT A. OLSEN NSÍ: Er enn eina ferð toppskjútti í føroyskum fótbólti. Hevur havt eitt gott kappingarár, men eins og restin av NSÍ liðnum, so mangla málini í onk­rum av toppdystunum. Føroyar: Er annað val til álopið, men hevur ikki sannført teir dystirnar hann hevur spælt, men tú veist at tú fær eitt 100 prosent innsats. PÁLL A. KLETTSKARÐ KÍ: Eisini havt eitt gott kappingarár, har hann er lykilin í uppspælinum hjá KÍ. Hevur havt dystir, har verju­ spæl­ararnir hava verið um ein háls av honum. Føroyar: Hevur eins og Klæmint A. Olsen ikki sannført, tá hann hevur spælt, men innsatsinum bilar ikki. Tú veist at tú fær alt hann hevur. TRONDUR@SOSIALURIN.FO 31 ÍTRÓTTUR VERIÐ BETRI FYRI