hósdagur 1. september 2016síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
32
T
að liggur í genunum sum
tey siga hjá teimum nógvu,
sum halda uppá og ikki
ivast í, at tey hugsa fyri
okkum øll, tað er lagt í tey at vera
ímóti FarGen.
Fólk, sum eru so sosial, at tey á
sosialu miðlunum dag og nátt, morgun
og kvøld og løturnar millum har,
grenja og knarra um almannaverkið,
sosiala verkið, og heilsuverkið.
Heilsuverkið, hvussu vánaligt tað er,
og hvussu fáum sjúkum, tað megnar
at basa ella so frægt sum linna.
Tey mótmæla og ávara móti
teimum, sum royna nýggjar
leiðir at finna heilivág, sum
kann berjast móti ringum
sjúkum, sosialar ella ei.
Neyvan finst heilivág
ur, sum ger heilt av við
sjúkur. Tí so steðgaði sølan
so líðandi´, og ein stór
ídnaður fór fyri skeytið,
tí eingin heilivágur er
fyri slíkum, at brúk ikki verður fyri
heilivági.
Kanska arbeiðið hjá FarGen, tað
er fær tað frið, kann rudda slóð fyri
heilivági, sum grøðir fyrstu ferð
fyri allar, bara kanska.
Men nei, FarGen er
eingin hjálp, tvørtur
ímóti er FarGen ein
hóttan. Júst sum
P-talið var, tá
tað kom,
men verri. Tá stóð tann størsti fanin
av teimum øllum eisini á gáttini og
hurðin var opin.
Sjálvandi er endamálið við FarGen
og øllum donsku milliónum (hesi fanin
er danin) at lumpa, lirka og misbrúka
okkara ílegur, okkara annars væl
vardu gen, sum verja okkum so leingi,
tey fáa frið har inni millum sálina og
holdið.
Fólk, sum bæði fegin og sjálvboðin
vilja lata FarGen lesa sínar ílegur, vita
ikki, hvat tey gera.
Áðrenn tey vita av, er alt um tey,
bæði gott, men fyrst og fremst ringt,
alment innlit. Er FarGen ikki á bukk
uni?
Tryggingar vilja ikki kennast við
teg. Tú ert eitt vána lív, kostar ov nógv.
Føroya váðaráð ávarar um teg. Tann,
sum kundi hugsað sær barn saman við
tær, dregur snarlásið uppaftur, tí har
eru sjúkur at arva, slitnar tjóðrið hjá
genunum.
Havi ikki enn sæð nakran lista av
skriva undir móti FarGen í teimum
handlum, har eg keypi okkurt gen
spleisað, íleguskoytt, til døgirð.
Men hann kemur ivaleyst, listin.
Kanska liggur hann á apotekunum.
Men ivaleyst er onkur bólkur ella
vangi ella hvussu tað eitur á Facebook
móti FarGen.
Sum eg havi skilt tað, men eg eri
heldur ikki alt ov skarpur, tey genini
fekk eg ongantíð, veit heldur ikki,
hvaðani tey skuldu komið. Sum eg
havi skilt, er endamálið hjá FarGen
at kanna ílegur fyri síðani at brúka
úrslitini til at gera heilivág, sum ikki
finst enn.
Sambært FarGen skal FarGen
kortleggja ílegurnar hjá øllum før
oyingum, sum vilja tað, gg: sum
vilja tað. Hendan vitan saman við
tí, vit longu hava í heilsuverkinum
og í ættarbandsskránni, letur upp
fyri betri viðgerðarmøguleikum og
fyribyrgingarmøguleikum.
Spyr FarGen meg, vil eg gjarna vera
við. Men míni gen eru neyvan so nógv
verd, at tey kunnu brúkast til at hjálpa
øðrum. Tey eru íligin.
Tað er tó altíð gott at hava
innistandandi í banka, hóast eingin
renta og kapitalvinningur eru.
Eg kann eisini fáa at vita, hvørjar
sjúkur, eg havi arvað og liggja og
lúra aftan fyri næsta hvassa horn á
lívsleiðini. Er tað ikki hent vitan? At
vita, at tú ikki doyrt av tí, tú hvønn
dag stúrir fyri at doyggja av, men av
onkrum heilt øðrum. So ber til at stúra
fyri tí í staðin fyri.
Fólk, sum hvønn dag og hvørja
nátt lata seg úr á netinum, ræðast
tað, tey kalla avdúkingar um persónlig
viðurskifti.
Nei, sum sagt, vandi er í øllum.
Tí fáa vit nú nettupp eitt váðaráð,
sum ikki eru góð ráð úr Vágum, men
blunkandi reyðar ávaringar.
Tað er tó FarOut at vera móti
FarGen.
Liggur í FarOut
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
16 DØMI UM STRÍÐ
Í PARLØGUM
Vit hava lært okkum føroyskt
fyri at sleppa til Føroyar at
spæla. Tað sigur Maria Ellingsen,
sum er ein av leikarunum, sum
fara at vísa 16 ymisk dømi um
stríð og ósemjur í parløgum
Eingin møtir nøkrum er heitið
á leikinum, sum verður leygar
kvøldið klokkan 19.30 í Norður
landahúsinum. Tað er danskarin
Peter Asmussen, sum hevur
skrivað og vunnið eina Reumert
virðisløn fyri leikin.
– Vit hava vilja sloppið til
Føroyar við leikinum leingi,
men Sif (stjóri í Norðurlanda
húsinum, red.) vildi helst hava,
at allir áskoðararnir skiltu alt í
leikinum. So vit hava lært okkum
føroyskt fyri at sleppa til Føroyar
at spæla, sigur Maria, sum er
hálvur føroyingur.
Aftrat henni er íslendski leik
arin Bjørn Ingi Hilmarsson.
Sí meira á heimasíðuni nlh.fo