mánadagur 5. september 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Politikkur
Síða 8-9
Kanna
býtið av
skattinum
Tíðindi
Síða 4-5
Fleiri
bíligar
bústaðir
Borgarstjórin í Runavíkar komm
unu er ikki fegin um tað, sum Bú
skaparráðið og landsstýriskvinnan
í fírggjarmálum hava sagt um, at
íløgurnar hjá landi og kommunum
mugu samskipast neyvari.
Hann er bangin fyri, at tað fer
at merkja, at kommunala fyritaks
semið verður skert.
Sambært frágreiðingini hjá Bú
skaparráðnum, so hevur útreiðslu
vøksturin hjá kommunum seinastu
árini verið nógv størri enn hjá land
inum.
Búskaparráðið vísri á, at lands
búskapurin verður stýrdur við
játtanarkarmum, sum seta loft á út
reiðslurnar. Ráðið mælir til, at gera
nýggja lóggávu um kommunalu
búskaparstýringar við tí endamáli
at forða fyri konjukturviðgangandi
fíggjarpolitikki.
Tað er her, at borgarstjórin í
Runavíkar kommunu rópar varskó.
Hann sigur, at tá landið ongar
íløgur ger hansara kommunu, ella
í økinum sum heild, so má komm
unan gera tað.
– Ein kommuna, sum ikki hevur
eitt rímiligt fíggjarligt rásarúm til
íløgur, hon endar sum eitt rakstr
artaxametur, ið fyri ein stóran
part rindar skattakrónurnar út
aftur samsvarandi landsins lóg
um. Tilverugrundarlagið er burtur,
og hon er ikki longur ein aktivur
leikari í menningini og framtøkuni
í økinum. Tí ræður um hjá komm
ununum at halda fast um ein lykil
ímillum rakstur og íløgur soleiðis,
at hesar seinru ikki dragna við tíð
ini, sigur hann.
Báskaparráðið mælir til eina
skipan, har kommunur kunnu
leggja pengar til viks í góðum tíð
um fyri at brúka seinni.
Búsksparráðið vísir á – sum eisini
rætt er – at konjukturviðgangandi
politikkur hevur verið reglan í
Føroyum heldur enn undantakið.
Ráðið mælir til, at lóggávan verður
broytt soleiðis, at kommunurnar
kunnu goyma pengarnar heldur
enn at brúka teir beinanvegin.
Um hetta varð gjørt heldur ráð
ið, at so kundi hetta eisini givið
høvi til broyting í kommunulógini
um avmarking av støddini á netto
skuldini hjá kommunuNUM til
eina nettoálíkning. Hetta mark
kundi verið minkað til minni enn
eina heila nettoálíkning. Ein slík
herðing hevði verið forsvarlig, tá
kommunurnar vórðu eggjaðar ella
noyddar til at goyma roknskapar
avlop frá góðum tíðum til seinni
brúk, og øvugt í ringum tíðum.
Øll mugu tó vera samd um, at
onkur samskipan má til, so landið
og kommunur draga somu línu
búskaparliga.
onkur samskipan má til
Í gjár fekk fel
agskapurin KRIS
handaða stóra
peningagávu frá
Lions Tórshavn
Tað var Guðrun Horn Snæ
bjørnsdóttir,
umboð
fyri
KRIS, ið tók ímóti peningi
num vegna KRIS.
Og svarið, hon kom við, tá
hon bleiv spurd, hvat pening
urin skal brúkast til var:
– Peningurin skal brúkast
til at gera eina heimasíðu,
har tað verður møguligt hjá
fólki, ið hava verið útsett av
kynsligum ágnagi ella teirra
avvarðandi at kjatta við fólk,
ið sjálvi hava verið útsett fyri
kynsligum ágangi. Tað sum
er so serligt við hesi skipan
ini, sum vit eru í gongd við at
gera er, at øll vera dulnevnd.
Og hetta er nakað, sum í
fleiri ár hevur manglað í
Føroyum. Vit eru eitt so lítið
land, har øll kenna øll. Og við
hesi skipan, verður møguligt
at vera møttur og hoyrdur
dulnevnt. Eisini er ætlanin
at brúka peningin upp á at
utbúgva okkara ráðgevar,
sum fara at sita við kjatt
ið og ráðgeva, tí vit ynskja
at geva ta bestu av tí bestu
tænastuni, sum vit yvirhøv
ur kunna bjóða, sigur hon.
Tað var fyri umleið fýra
mánaðum síðani, at KRIS
søkti
um
peningin
frá
Lions, og Guðrun sigur, at
tey ikki so frægt sum tordu
at droyma um, at tað fór at
vera júst tey, ið fóru at fáa
stuðulin fyri Ólavsøkufram
sýningina hjá Lions Club, tí
tað eru so nógv um boðið, og
at man ofta skal søkja fleiri
ferðir fyri at fáa stuðil.
– Men til alla lukku fyri
KRIS, so fingu vit hesa stóru
peningagávu, og vit eru so
ovurfegin um hetta. Og nú
fara vit til verka, har vit hava
eina sera spennandi tíð fyri
framman, ið vit gleða okkum
at bjóða fram til allar føroy
ingar, ið hava tørv á henni.
– Eisini má eg líka siga
stóra takk fyri, til øll tykkum,
ið hava stuðlað, segði 22 ára
gamla Guðrun Horn Snæ
bjørnsdóttir.
Heimasíðan skuldi verið
klár innan tveir teir næstu
mánaðirnar.
KRIS fekk stóra peningagávu
Landið og kommunurnar
mugu draga somu línu
Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir tók ímóti peningagávuni
vegna Kris. Peningurin skal nýtast til eina heimasíðu
Vil ikki hava
tingfólk í býráðið
Alt bendir á, at Annika Olsen
ikki ætlar sær at stilla upp til
býráðsvalið í Havn.
Í lesarabrævi í dag finst
hon hvassliga at, at ein trið
ingur av tingfólkunum í
samgonguni stilla upp til
býráðsvalið í Havn.
Annika
Olsen
sat
í
býráðnum í Havn, tá hon varð
vald á ting í 2008. Hon legði tá
býráðssarvið frá sær, og hon
hevur fleiri ferðir síðani sagt,
at somu fólk skulu ikki sita
í fleiri politiskum størvum.
Og hon hevur eina beinleiðis
áheitan á løgmann:
– Tí skal mín inniliga á
heitan vera á Føroya løg
mann um at taka hetta mál
ið í rámasta álvara og kalla
floksformennirnar saman til
tess at fáa eina greiða á hesi
parlamentarisku fløkju og
fáa loyst hetta málið í sátt og
semju.Verður hetta ikki gjørt
er vandin fyri, at fólkaræðið
upploysis innanifrá og tignin,
gjøgnumskygnið og virðing
in fyri okkara høga Løgtingi
máast burtur.
Fimm
tingfólk
hjá
Javnaðarflokkinum
stilla
upp til býráðsvalið: Heðin
Mortensen, Helena Dam á
Neystabø, Kristianna Winth
er Poulsen og Djóni Nolsøe
Joensen.
Fyri Tjóðveldi stillar Ann
ita á Fríðriksmørk upp og fyri
Framsókn stillar Ruth Vang
upp.
Soleiðis er geritt, at sjey
tingfólk úr samgonguni stilla
upp.
Enn eru andstøðuflokkar
nir í løgtinginum ikki lidnir
við uppstillingina til býráðs
valið í Havn. Teir hava til
samans trý tingfólk, Kaj Leo
Holm Johannesen úr Sam
bandsflokkinum,
Annika
Olsen úr Fólka
flokkinum og
Jenis av Rana
úr Miðflokki
num.
Øll trý hava
sína fortíð í
býráð-
num í
Havn.
Annika Olsen, løgtings
kvinna og fyrrverandi
býráðslimur í Havn