Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101 Árni Gregersen Seks fundir hevur skatta­ nevndin, sum lands­stýr­is­ kvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss hevur sett, havt higartil. Nevndin hevur havt fundir við fleir av teimum, sum hava arbeitt við skatta­ spurningum fyrr. Talan er um embætisfólk, men eisini um fólk, sum hava umboðað Føroya Arb­ eiðsgevarafelag og arb­ eiðarafeløgini, tá ið skatta­ lógin hevur verið viðgjørd. -Vit eru ikki farin undir at framleiða nakað tilfar enn, men vit royna at fáa okk­um vitan tilvega, sum longu er í skipanini, so vit sleppa undan at gera arbeiði, sum longu er gjørt framm­anundan, sigur Kári Petersen, formaður í nevnd­ ini. Skattanevndin skal vera liðugt við sítt arbeiðið 1.juni næsta ár. - Tíðin kann ikki tykjast so long, men vit mugu bíða og síggja um vit ikki klára tað innanfyri ásettu tíðina, sigur formaðurin. Nevndin er mannað við fakfólkum. Tað vil siga, at har eru ikki fólk við serligum áhugamálum í nevndini. - Sjálvandi ger tað arb­ eiðið munandi lættari. Hitt við áhugamálum má koma seinni, tá ið talan verður um politiska viðgerð, sigur Kári Petersen. Vitan frá øðrum Skattanevndin hevur eina stóra uppgávu at loysa, men nógvar kann­ingar eru gjørdar av skatta­viður­skift­ um í granna­lond­um okkara. Flestu frágrediðignarnar vísa, at tað er betri fyri bú­ skaparvøksturin at fara frá beinleiðis skatti av inn­tøkum til óbeinleiðis skatting – tað vil siga at skatturin verður tikin inn um avgjøld. Nógv onnur viðurskifti eru eisini viðgjørd í hin­um londunum og geva grund­ arlag hjá føroysku skatta­ nevndini at arbeiða víðari út frá. - Tað er sjálvandi gott, at nevndin fær vitan frá teimum, sum fyrr hava arbeitt við hesum viður­ skift­unum í Føroyum, men vit eiga eisini at gera okk­um dælt av teimum frá­greið­ ingum um skatt og avgjøld, sum eru gjørdar í granna­ londum okkara, sigur Kári Pet­ersen. Álitið frá skattanevndini skal vera so fullfíggjað, at tað er klkárt at fáa politiska viðgerð eftir at tað er latikð lands­stýriskvinnuni 1. Juni næsta ár. HAVA HAVT SEKS FUNDIR UM SKATT Skattanevndin hevur higartil havt seks fundir og hevur seinasta innkallingarfundin í morgin Kári Petersen, búskaparfrøðingur er formaður í nevndini, sum skal gera uppskot til eina nýggja skattaskipan