Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 4 Landsstýrið hevur nú givið boð um hvat slag av íbúðum, Bústaðir skulu leggja dent á at byggja næstu árini BÚSTAÐIR Áki Bertholdsen - Fleiri lestraríbúðir, fleiri íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum og fleiri íbúðir til láglønt! Hetta er tað, Bústaðir skulu leggja serliga dent á at byggja hesi næstu árini. Bústaðir hava nú fingið at vita frá landsstýrinum, hvat landssýrið vil hava Bústaðir at leggja dent á at byggja hesi næstu árini. Samstundis hava lands­ stýrið og Bústaðir skipa eina samstarvsnevnd, soleiðis at partarnir altíð vita av hvørjum øðrum. Hetta er ein samstarvs­ nevnd, sum skal hava fund fýra ferðir um árið og enda­ málið er, at part­ar­nir skulu alla tíðina vita av hvørjum øðrum. Endamálið er eisini at tryggja, at Bústaðir fáa eina greiða fráboðan um, hvat landsstýrið vil hava, at Bústaðir skulu leggja dent á hesi næstu árini. Samstundis fáa Bústaðir eisini høvi til at geva lands­ stýrinum regluliga kunn­ ing um, hvussu tað gong­ur í teimum einstøku verk­ætlan­ unum. Bíligar íbúðir Í fráboðanini, landsstýrið hevur latið Bústøðum, og sum vit hava sæð, stendur, at í Bústaðir skulu fyrst og fremst leggja dent á at byggja leiguíbúðir kring land­ið, eftir tørvi. Men talan skulu vera um íbúðir, ið eru so mikið bíligar at leiga, at støk, lesandi, pensjón­istar, og aðrir lág­ lønarbólkar hava ráð til tær. Í hesum sambandi vil lands­stýrið, at Bústaðir skal fyrst og fremst leggja dent á at útvega ein búfelagsskap í Blómubrekku við 12 íbúðum til fólk við sálarsjúku og ein búfelagsskap í Karla­magn­ usar­breyt við 12 íbúðum til fólk við menningartarni. - Tað eru fleiri menning­ar­ tarnað, ið búgva í sambýlum, men sum vilja sleppa í sína egnu íbúð. Samstundis eru fleiri av sambýlunum í so ring­um standi at tey áttu at verði niðurløgd, sigur lands­ stýrið. Upp ímóti 100 lestraríbúðir Harafturat er farið und­ir fyrireikingar til ein studenta­ býling við Fróðskaparsetr­ið, og tað er eisini ætlanin at lestraríbúðir skulu vera ein partur av tí. Somuleiðis verður Næm­ inga­heimið undir Fjalli latið Bú­støðum at um­sita og somuleiðis Studenta­skúla­ heim­ið í Havn. - Í Klaksvík er ætlanin at byggja nýggjan húsar­halds­ skúla og har verður eisini hugsað um lestrarbústaðir. Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Rigmor Dam, SKULU BYGGJA NÓGV F Áki Bertholdsen Fáa Bústaðir ikki meiri pen­ ing at byggja fyri, er stórur vandi fyri, at steðgur kemur í arbeiðið at byggja fleiri íbúðir. Tí arbeiðir landsstýrið nú við eini ætlan um at útvega Bústøðum meiri pening at atbeiða fyri, fortaldi Jónleif Johannesen, formaður fyri Javnaðarflokkin á tingi, á almennum fundi, Norðstreymoyar Javn­að­ ar­felag skipaði fyri nú eitt kvøldið, har eisini bú­stað­ arviðurskiftini vórðu um­ rødd. Hann vísir á, at sam­ gongan hevur sett út í kort­ ið, at hesa næstu tíðina skulu Bústaðir fyrst og fremst leggja dent á at byggja íbúðir til lesandi, til fólk við ser­ ligum tørvi, og annars íbúðir, sum eru so bíligar, at eisini støk og pensjónistar hava ráð at leiga. Men samstundis vísir hann á, at tá ið tær íbúðirnar, Bústaðir hevur í gerð, eru lidnar, er pengakassin tóm­ ur, og tí verður neyðugt at útvega felagnum meiri peng­ ar at arbeiða fyri. - Bústaðir hava útvega góðar 100 íbúðir og stívliga 180 íbúðir afturat eru í gerð, mest í miðstaðarøkinum, men eisini í Klaksvík, og tær verða lidnar í næstum. Men hann sigur, at samstundis hevur sam­ gongan sett sær fyri at út­vega upp ímóti 100 lest­ rar­íbúðum afturat í næstu framtíð, umframt stívliga 200 íbúðir afturat til fólk við serligum avbjóðingum og aðrar íbúðir. Men hesar stívliga 300 íbúðirnar, sum eru settar út í kortið, er eingin fígging til. Fíggingin tryggjast Í hesum sambandi hevur samgongan arbeitt við eini ætlan, sum gevur Bústøðum møguleika at selja lánsbrøv fyri at fíggja arbeiði at byggja fleiri íbúðir. Kristina Háfoss, lands­ stýriskvinna í fíggjarmálum, sig­ur, at gongst sum ætlað, verður tað í heyst, at Bú­stað­ ir sleppa at selja láns­brøv. Hvussu nógv lánsbrøv, tey sleppa at selja, er støða ikki tikin til enn. Men Bú­ stað­ir skal nú geva Fíggj­ armálaráðnum eina meting um tørvin hesi næstu árini. - Gjaldførið hjá Bústøð­ um er uppi og eg havi boðað teimum frá, at í næstum sleppa tey at útskriva láns­ brøv fyri at útvega fígg­ing til at byggja enn fleiri íbúð­ir, sigur Kristina Háfoss. Men fyrst skal lógar­ grund­arlagið útvegast til eina slíka ætlan, og lands­ stýr­is­kvinnan sigur, at gongst sum ætlan, verð­ur uppskot um at geva Bú­støð­ um heimild at útskriva láns­ brøv, lagt fyri Løgtingið um FÁA NÚ MEIRI PENGAR AT Peningurin hjá Bústøðum er við at vera uppi, so fyri at steðgur ikki skal koma í, fáa Bústaðir nú eina peningainnspræning at byggja fleiri íbúðir fyri Hesar stívliga 300 íbúðirnar, sum eru settar út í kortið, er eingin fígging til