Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 RÚSEVNI Danjal av Rana Tað gjørdist ein øgilig óeydna hjá einum 42 ára gom­lum manni, tá hann eitt heyst­ar­kvøld í 2013 kom í horna­tøkur við ein kenn­ing. Ikki nokk við, at 42 ára gamli maðurin end­aði á skaða­ stovuni við ein­um brot­num beini. Kona hans­ara, sum var farin heim til børn­ini, tá maðurin varð koyrd­ur á sjúkra­húsið, hevði ong­an lykil á sær og leikaði so í, har hon stóð uttan fyri hús­ini, at grann­arnir sendu boð eftir løg­regluni. Løgreglan kom á staðið, men hvat? Inni í húsinum í vesturbýnum er ein ram­ur luktur av hassj, held­ur løg­ reglan, og uppi á loft­inum finna teir 166 skunk­plantur í tveimum lítlum vakst­rar­ rúmum. Sambært ákæru­ ritinum geva 166 plant­ur 7,6 kilo av hassj av mið­al góðsku. Tað skuldi gerast enn verri hjá manninum og 50 ára gomlu konuni, sum eis­ ini er ákærd, tí und­ir húsa­ rann­sóknini legði løgreglan hald á eitt minnis­kort við ymiskum myndum á. Nakrar av myndunum vóru av eini aðrari skunkplantasju, og tá løgreglan hugdi nærri at dag­festingini á myndunum og samanbóru við hvar mað­urin og konan høvdu búð seinastu árini, kundu teir stað­festa, at myndirnar vóru frá einum av teirra fyrr­ verandi bústøðum, á Ternu­ ryggi í Havn. Serfrøðingar hjá løgreglu­ ni mettu tí um, hvussu nógv­ ar plantur eru at síggja á hesum myndunum, og komu fram til, at talan var um 64 plantur, sum kundu givið 2,9 kilo av hassji. Eigur aðra av plantasjunum Ákærdi maðurin legði kortini á borðið og segði sum var, at planturnar uppi á loftinum í vesturbýnum átti hann, men tær á myndunum frá Ternu­ ryggi kendi hann einki til. Umframt tær 166 planturnar á loftinum, játtaði maður­in, at hann longu hevði heyst­að 50 plantur, tað svarar til 2,3 kilo av hassji. 42 ára gamli maðurin vil vera við, at hann ikki hev­ ur vunnið so nógv hassj úr plantunum, tí hann ikki hevur tol at bíða, til tær eru fult búnaðar. Hann sigur tí sjálvur, at hann hevur heyst­ að tær alt ov tíðliga, og tí fær hann einans ein brøkpart av brúkiligum hassji burtur úr teimum. Hvat viðvíkur teimum 64 plantunum, sum vóru á Ternu­ryggi, so verjir ákærdi seg við, at aðrir kendir hass­ jnýtarar, sum eisini hava havt skunkplantasjur, eisini hava búð í húsunum áðrenn seg, og at myndirnar munnu stava frá onkrum teirra. Søluvirðið er tríggjar milliónir krónur Ákæruvaldið vil hava mann­ in dømdan fyri at hava hesar plantasjurnar, um­ framt fyri brot á grein 191 í revsilógini, sum umfatar sølu av rúsevnum í størri nøgd­um. Ákæruvaldið vísir í hes­um sambandi á, at talan til­samans er um væl yvir 12 kilo av hassji, sum vildu havt eitt søluvirði á minst tríggjar milliónir krónur. Ákæru­valdið metir, at um mað­urin veruliga einans hev­ði planturnar til egið brúk, so tørvaði honum ikki so nógvar, alla tað tíð hann ein­ans roykir eitt gramm um dag­in, sum hann sjálvur vil vera við. Ákærin krevur, at mað­ur­ in verður dømdur 18 mánað­ir fongsulsrevsing. Hann vísir á, at maðurin fyrr er revsaður fyri tað sama og at nøgdin er somikið stór, at talan má verða um, at maðurin hevur selt víðari. Maðurin játtaði, at hann onkuntíð hevði giv­ ið vinum og kenningum burt­ur av og kanska sum løn fyri tænastur, men nokt­ aði fyri, at hann hevði nak­ra stórvegis sølu av heima­dyrk­ aðum hassji. 42 ára gamli maðurin og 50 ára gamla konan eru fyrr dømd fyri tað sama, at hava skunkplantasjur. Tað ferð­ina høvdu tey 338 skunkplant­ur. Maðurin fekk átta mánaðir fongsulsrevsing, meðan konan fekk ein treytaðan dóm fyri sín leiklut. Maðurin greiddi í rætt­ inum frá, at hann var sjálv­ lærdur, hvat dyrkan av skunk­plantum viðvíkur. Hann hevur sjálvur bygt vakst­rar­rúmini og hevur lært hvussu gerast skal á Youtube, segði hann. Um­ framt planturnar legði løg­ reglan hald á eina stóra nøgd av ymiskari vakstrar- og heystar­útgerð, umframt útgerð, ið vanliga verður nýtt við sølu av hassji, so sum plast­posum og eini vekt. Nú eru hjúnini flutt til Dan­markar, har tey royna at koma á føtur aftur. Maðurin greiddi frá, at hann hevur verið bundin at rúsdrekka og rúsevnum síðani hann var 12 ára gamal. Hann hev­ ur, alt tað hann kann minn­ ast, roykt um eitt gramm av hassji um dagin. Hann greiddi í rættinum frá, at hann ikki hevur drukkið síð­ ani 2007, og tað er hassji­num at takka. Við at roykja hassj klárar hann at halda seg frá fløskuni. Seinasta mánaðin hevur hann tó hvørki roykt ella drukkið, greiddi hann frá. Hvat visti kvinnan? Ákæruvaldið vil aftur hesa ferð hava Føroya Rætt at taka støðu til, hvønn leiklut 50 ára gamla kvinnan hevur. Sjálv noktar hon seg seka. Hon sigur, at aftan á sein­ast, tá tey vóru dømd, hevur hon givið manninum greið boð um, at hon einki vil hava við slíkt at gera. Kvinnan nýt­ ir heldur ikki rúsevni sjálv. Hon og maðurin vilja vera við, at eingin luktur var í húsunum í vesturbýnum, og at kvinnan ongan illgruna hevði til, hvat maðurin fjaldi uppi á loftinum. Hon helt, at hann sat og skrúvaði upp á knallertirnar, sum stóðu har uppi, nú tey ongan kjall­ara høvdu longur. Ákæruvaldið sigur tó, at løgreglan luktaði planturnar beinan vegin og metir tað vera sera ósannlíkt, at kvinn­ an, tá hon nú hevur sæð mann­in arbeiða við hesum fyrr, ikki skuldi havt lagt til merkis, hvat hann tókst við uppi á loftinum. Ákærin krev­ur, at 50 ára gamla kvinn­an verður dømd eitt árs fongsulsrevsing fyri sín leik­lut, men er opin fyri, at øll ella partar av revsingini, verður gjørd treytað. Ákærin vísti á, at myndirnar av skunk­plantasjuni í 2010 eru tiknar í royndartíðini av fyrra dóminum hjá konuni. - Hon fekk ein nýggjan møgu­leika tá, men hon tók ikki av, segði ákærin. Koyrir uttan koyrikort 42 ára gamli maðurin er eisini ákærdur fyri fýra ferðir at vera tikin fyri at koyra uttan koyrikort, tí koyrikortið er honum frádømt í ævir longu í 2009. Tá var hann longu tik­ in fimm ferðir fyri at hava DYRKAÐI HASSJ MILLIÓNIR KRÓN Ákærin sigur, at maðurin kundi fingið minst 12 kilo av hassji burtur úr skunkplantum sínum. Hetta er aðru ferð, maðurin verður tikin fyri at hava skunkplantasjur