mánadagur 5. september 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101
RÚSEVNI
Danjal av Rana
Tað var í samband við stóru rættarmál
ini um hassjplantasjur í 2014, at Føroya
rættur kom til hesa niðurstøðuna. Tað
er altso ikki brot á rúsevnislógina at eiga
hampfræ, men tað er ólógligt at dyrka
plantur úr teimum.
Í 2014 vóru níggju fólk ákærd fyri at
hava hassjplantasjur. Tá var ein teirra
nevniliga ákærdur fyri at hava 219 hamp
fræ heima hjá sær sjálvum. Hann var tó
frídømdur fyri hesa ákæruna. Onnur,
sum høvdu nýtt hampfræini, vórðu
dømd fyri tað.
Í 2014 sendi ákæruvaldið 30 mál um
skunkplantasjur til Føroya rætt at taka
støðu til. Talan var um níggju fólk, ið
høvdu 734 skunkplantur tilsamans.
Hetta vóru fyrstu málini av slíkum slag í
føroysku rættarskipanini og løgdu tey tí
støðu undir, hvør revsingin fyr slík brots
verk er í Føroyum.
Tey níggju fólkini fingu dómar úr
4.500 krónum í bót til treytaleysa fong
sulsrevsing í átta mánaðir. Ein kvinna
varð frídømd. Hon var ákærd saman við
soni sínum, men hvørki Føroya rættur
ella seinni Eystari Landsrættur hildu, at
ákæruvaldið megnaði á fullgóðan hátt at
prógva, at hon kendi til hassjplantasjuna
hjá soninum.
Danjal av Rana
Martin Gravesen, varafúti, sigur, at løg
reglan hevur ta fatan, at slíkar skunk
plantasjur ikki eru heilt óvanligar í Før
oyum.
- Tað er rímiliga útbreitt. Vit koma
javnan fram á smáar plantasjur, men
sjáldan av tí stødd, sum í hesum málinum,
sigur hann. Maðurin, sum er ákærdur í
Føroya rætti hevði 166 plantur í húsunum
í vesturbúnum, er ákærdur fyri at hava
havt 64 plantur í húsunum á Ternuryggi,
meðan hann áður er dømdur fyri at hava
338 plantur heima hjá sær sjálvum.
- Tað, sum vit oftast síggja, er at fólk
hava nakrar fáar plantur heima hjá sær
sjálvum. Tað er sera sjáldan, at vit síggja
mál av slíkari stødd sum hesari. Her er
talan um eitt mál, sum sær væl meiri
professionelt út, enn vit vanliga síggja.
Tá talan er um so nógvar plantur, er
nærliggjandi at halda, at planturnar
verða dyrkaðar við víðari sølu og vinn
ingi fyri eyga. Tá talan einans er um
nakrar fáar plantur, er hóast alt lættari
hjá tí ákærda at grundgeva fyri, at talan
einans er um plantur til egna nýtslu, sig
ur Martin Gravesen.
FYRI TRÍGGJAR
NUR
koyrt uttan koyrikort, tí tað
varð tikin frá honum fyrstu
ferð longu í 2001. Ákærin
segði, at maðurin hevði víst
við sínum gerðum, at tað
rein ikki við, at hann einki
koyrikort hevði; hann koyrdi
kortini. Tí helt ákærin, at
maðurin skuldi fáa harðastu
revsing sum kann dømast
fyri brot á ferslulógina. Tað
er tríggjar mánaðir fongsuls
revsing. Harumframt skuldi
maðurin fáa eina bót á 1.500
krónur fyri at hava koyrt ov
skjótt.
Krevur linari revsing
Verjarnir hjá teimum trim
um vóru sum vera man als
ikki samdir við ákæranum.
Verjin hjá 42 ára gamla
manninum helt als ikki, at
myndirnar kundu nýtast
sum prógv um nakað. Tá alt
kom til alt, vóru tað einans
myndir av skunkplantum
inni í einum húsum á Ternu
ryggi.
- Tað er einans orsaka av
forsøgu síni, at illgruni er
um, at 42 ára gamli maðurin
eigur planturnar, segði hon.
Hon setti stór spurnartekin
við dagfestingina á mynd
unum og metti, at prógvini
vóru alt ov veik til at døma
sín mann eftir.
Viðvíkjandi plantasjuni
í vesturbýnum vísti hon á,
at maðurin noktaði, at hann
ætlaði at selja hassjið víðari.
Hon helt eisini, at rokni
stykkið hjá ákæranum, um
hvussu nógv hassj kundið
útvinnast úr plantunum,
var skeivt, og førdi tí fram,
at talan var einans um 5,7
kilo. Tí eigur maðurin ikki
at
ákærast,
tíansheldur
dømast eftir grein 191 í
revsilógini, men einans fyri
brot á rúsevnisviðtøkurnar.
Hon vísti eisini á, at eing
in vitni vóru, sum søgdu seg
hava keypt frá manninum,
eins og at einki í lívsstílinum
hjá hjúnunum bendi á, at tey
høvdu nakrar inntøkur út
yvir tað almannahjálp, tey
bæði fingu.
Gev teimum ein
nýggjan møguleika
Hon bað tí rættin um ikki at
geva manninum ein harðari
dóm enn 1 árs treytaða fong
sulsrevsing. Hon vísti á, at
maðurin longu hevur sitið
seks vikur í varðhaldi, har av
tvær vikur í einakliva.
Hvat kvinnuni viðvíkur
vildi verjin hava hana frí
kenda. Hon visti einki um,
hvat maðurin gjørdi á loft
inum í vesturbýnum og
enn einaferð, plantasjan á
Ternuryggi var ikki teirra.
Hon vísti eisini á, at talan er
um eitt gamalt mál, tey vóru
handtikin longu í 2013, og at
tað eigur at koma ákærdu
til góða, at hesar ákærurnar
hava hingið yvir teimum í
trý ár.
- Tey eru bæði nýliga
flutt burtur úr hassjum
hvørvinum í Føroyum. Gev
teimum nú ein møguleika at
vísa, at tey hava lagt hatta
aftur um seg og at byrja av
nýggjum, segði danski verjin
hjá hjúnunum.
Ein triði maður var eisini
ákærdur hendan dagin. Á
minniskortinum, sum løg
reglan fann, er ein mynd av
honum, har hann situr við
eini skunkgrein í hondini.
Løgreglan meinar, at hesin,
ein 34 ára gamal maður, hevði
onkran leiklut í samband við
skunkplantasjuna á Ternu
ryggi. Ákærin ásannaði tó,
í síni endaligu umrøðu av
málinum, at leikluturin hjá
hesum
manninum
valla
kundi prógvast, annað enn
at hann hevð verið til staðar.
Ákærin krevur tó kortini, at
maðurin fekk ein treytaðan
dóm fyri sín leiklut. Verjin
metti at sjálvt hetta var ein
ov strangur dómur, tí ákær
in hevði ikki prógvað hvørki
dagfesting ella staðfesting
fyri myndini av 34 ára gamla
manninum, ei heldur, hvørt
hann gjørdi nakað ólógligt.
Dómur fellur í málinum
fríggjadagin.
Ein umfatandi
trupulleiki
Hampfræ eru lóglig
Ein dómur í Føroya rætti frá 2014 staðfestir, at
tað ikki er ólógligt, hvørki at innflyta hampfræ
ella at hava tey í varðveitslu, so leingi ein
ikki ætlar at dyrka plantur úr teimum