mánadagur 5. september 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
8
Broytingarnar, sum skattanevndin hjá
landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum
skal mæla til, kunnu fáa ávirkan at
inntøkurnar hjá kommununum
SKATTUR
Árni Gregersen
Stutt undan summarfrítíð
ini setti landsstýriskvinnan
við fíggjarmálum, kristina
Háfoss,
Tjóðveldi,
eina
skattanevnd, sum skal gera
uppskot
til
boytingar
í
skattalógini og í lógunum
um avgjald.
Ein partur av setning
inum hjá nevndini er at
hyggja at og gera tilmæli um,
hvussu skatturin skal krevj
ast inn til land og komm
unur. Nevndin skal gera
tilmæli til, hvussu haldføri
fæst í búskapin og hvussu
búskaparstýringin kann ger
ast betur enn hon er í dag.
Í heystfrágreiðingini hjá
Búskaparráðnum í heyst,
er hetta eisini ein spurning
ur, sum verður neyvt við
gjørdur.
Búskaparráðið finst at, at
stýringin á kommunala bú
skapinum er í stóran mun
løgd út til einstøku komm
unurnar.
Í veruleikanum er ein
asta avmarkingin, at komm
unurnar ikki mugu skylda
meira enn eina álíkning til
samans.
Búskaparráðið vísir eis
ini í frágreiðingini á, at
rakstrartølini hjá kommun
unum hækka nógv, umframt
at kommurnar standa fyri
nógv størri parti av almennu
íløgunum enn landskassin
ger.
Meðan loandið ger íløgur
fyri slakar 400 milljónir í ár,
so eru íløgurnar hjá komm
ununum munandi størri.
Verður hugt samlað eftir
íløgunum hjá kommunum
so eru tær yvir 700 milljónir
krónur.
Hóast landið eisini stend
ur fyri øðrum íløgum, sum
eru uttanfyri fíggjarlógina
– til dømis undirsjóvar
tunnlarnar – so fastheldur
Búskaparráðið, at neyðugt
er at fáa betri tamarhald á
kommunala búskapinum.
Ráðið mælir konkret til at
leggja kommunurnar saman
í størri eindir, men eisini til
møguliga at lækka markið
fyri samlaðu skuldini, so
kommunurnar ikki sleppa
at skylda eina heila álíkning.
Men hetta er altso ein
partur av tí arbeiðssetningi,
sum skattanevndin eisini
skal gera.
Kapitalurin
Ein stórur trupuleiki, sum
skattamyndugleikarnir
í
hesum árum hava er, at kap
italurin er so altjóða, at tað
er torført at fylgja honum og
skatta eftir tí, sum ætlanin er
í skatta- og avgjldslógunum.
Hetta er ikki eitt føroyskt
fyribrigdi, men eitt fyribrigdi,
sum onnur lond eisini hava
at stríðast við.
Skattanevndin, sum skal
vera liðug við sítt arbeiðið
1.juni 2017, skl kanna hvørjar
avbjóðingar eru í hesum
og hvat kann gerast til at
tryggja almennu inntøkur
nar.
Tað er heldur ikki bert
kapitalurin, sum er meira
flytiførur. Tað sama ger seg
í veruleikanum galdandi fyri
arbeiðsmegina og nýtsluna.
Alt hetta skal nevndin
eisini kanna.
Grønari Føroyar
Almenn vitan er, at besti
mátin at fáa okkum at
broyta vanar og hugburð, er
gjøgnum pengamappuna hjá
okkum.
Skattanevndin skal eis
ini koma við tilmælum um
avgjøld, sum skunda undir
gongdina móti einum grøn
ari Føroyum.
Í
arbeiðssetninginum
verður nevnt, at vit fáa ein
ar grønari Føroyar við at
tryggja, at meira av orku
framleiðsluni
kemur
frá
grønari orku og minni frá
lívrunnum orkukeldum.
Gongin á summum økj
um hevur verið serliga góð
seianstu árini. Millum annað
er framleiðslan hjá SEV nú
í nógv størri mun frá vatni
og vindi enn frá olju, men
framvegis manglar okkum
at leggja um á so mongum
øðrum økjum.
Almannaveitingar
Grundleggjandi eru Føroyar
eitt norðurlendskt vælferð
arsamfelag.
SKATTABÝTIÐ MILLUM
KOMMUNUR SKAL EIS
Kristina Háfoss,
landsstýriskvinna við
fíggjarmálum, hevur sett
eina skattanevnd, sum
skal arbeiða skjótt og gera
liðug 1.juni næsta ár.
Kári Petersen, cand. Polit., er formaður í
skattanevndini, sum er mannað við serfrøðingum.
Skattanevndin er mannað við hesum fólkum:
Kári Petersen, cand.polit og MBA, formaður
Herit Albinus, MSc Econometrics and Mathematical Economics
Jóannes Jacobsen, cand. oecon , Ph.d. og adjunktur í búskapi
Erika Anne Hayfield, Ph.d. og adjunktur í samfelagsvísund
Sigurd Poulsen, cand.polit
Mirjam Haraldsen, cand.merc. aud, statsaut. Grannskoðari
Petur Alberg Lamhauge, cand.merc.aud